Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 • týsdagur • 25. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo KÍ-EB/Streymur 0-4 (0-3): Endurvaktir marrudreymar Enn einaferð fekk KÍ eina vána byrjan upp á kappingarárið, tá EB/Streymur við søguligu trygga 4-0 tók alt við sær LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Norðoyastevnan 2001 verð- ur neyvan gloymd í huga- heiminum hjá fótbóltshug- aðum klaksvíkingum. Tað var nevnliga ta ferðina, at uppflytararnir úr EB/Streymur gjørdu bart, og vunnu ikki minni enn 4- 0 á einum KÍ-liði, sum hó- ast eina trupla kappingar- byrjan avgjørt ætlaði at reisa seg í hesum dystinum. Í fjør mundi tað fyri KÍ kennast sum eitt slag av endurtøku, tá teir tvær ferð- ir í steypakappingini máttu lúta fyri uppflytarunum av Skála, og í ár var tað so aft- ur EB/Streymur, sum órógvaði. Og tað enntá aftur í Klaksvík. Vórðu revsaðir Og sum skilst á lagnum, so var tað eisini fult uppiborið, at EB/Streymur fekk øll stigini við sær. Kanska vóru tað klaksvíkingar, sum høvdu bóltin meira, men teir megnaðu ikki at skapa tað stóra, meðan tað hinvegin var vandi á ferð, tá EB/Streymur setti ferð á. Longu undan fyrsta mál- inum hevði Karsten Joen- sen stórbjargað eina ferð, men tá hornaspark seinni varð sent innfyri, var hann prísgivin. Bólturin fann vegin á kollin hjá Egil í Bø, sum uttan stórvegis iva stútaði inn. Og so gjørdust fortreytir- nar hjá EB/Streymi at spæla kontra-bólt uppaftur betri. Serstakliga vóru Magni á Lakjuni í Sorin Anghel væl upplagdir, og tað vóru eisini júst hesir, sum stóðu aftan fyri næsta málið, tó at vertirnir eisini hjálptu til. Eitt heldru óskettið bólt- tap førdi til, at Magni varð spældur júst í røttu løtuni, soleiðis at rangstøðan ikki fangaði hann, og tá mál- verjin kom út, rullaði hann tvørtur um til Sorin, sum hevði alt málið fyri sær. Og stutt undan steðginum var Sorin aftur upp á spæl, tá hann kom at standa mest sum púrasta leysur í KÍ- brotsteiginum. Aftur her eftir ósketni í uppspælinum hjá KÍ, soleiðis at mótstøð- an kundi fanga teir á skeiva beininum. Royndu at trýsta KÍ liðið hevði nakað av trupulleikum undan dystin- um, tí Alexander Djor- djevic var burturstaddur. Hetta noyddi teir at um- skipa bæði miðju og álop, og tað var greitt, at hetta órógvaði nakað. Seinna umfarið broyttu teir aftur liðið nakað, og eina løtu sá kanska út til, at hetta bøtti um. Við tryggu leiðsluni lótu gestirnir nú mest sum alt spælið til KÍ, sum eisini fekk í lag eitt veruligt trýst. Verjan hjá EB/Streymi við Andrzej Pacek og Egil í Bø sum skiparum, fekk tó fatur á tí allarmesta, og tá klaksvík- ingar so eina ferð fingu ein góðan møguleiki, fór ann- ars harða skotið frá Eyðuni Klakstein strúkandi væl framvið málinum. Og so hendi tað, sum tað so ofta ger, tá annað liðið leggur nógv fyri í álops- partinum. Gestirnir vunnu bóltin á miðvøllinum, og so setti Marek Wierzbicki ferð á móti tunnu verjuni. Hann sneiddi ein leikara av sær, og ísakaldur mest sum legði hann bóltin inn við nærmaru stong, soleiðis at sigurin varð mest sum sementeraður. Og í øllum førum fekk EB/Streymur eitt gott út- gangsstøði til bólkaspælið við sigrinum. Komandi vikuskifti eiga teir aftur úti- dyst, tá teir vitja á Argjum, og kann tann dysturin geva trý stig, fer av álvara at síggja ljóst út. Tá skal KÍ til Vágs at royna seg. Dysturin í tølum KÍ-EB/Streymur 0-4 (0-3) 0-1: Egil í Bø 0-2: Sorin Anghel 0-3: Sorin Anghel 0-4: Marek Wierzbicki Vatnsoyra Snikkara- virki verður høvuðs- stuðul hjá FS Vágum. Avtala varð undir- skrivað leygarmorg- unin SPONSORAVTALA Edvard Joensen Vatnsoyra Snikkaravirki og FS Vágar hava avtalað,at Snikkaravirkið verður høv- uðsstuðul hjá FS Vágum. Hvat avtalan gevur í pen- ingi, vilja partarnir ikki upplýsa. Heðin Poulsen, sum vegna Vatnsoyra Snikkara- virki skrivaði undir avtal- una, sigur, at fyritøkan nú fær ein góðan møguleika at lýsa við síni framleiðslu, sum í høvuðsheitinum er H vindeygað, ið eisini verður tað, sum fer at mynda leik- búnarnar hjá FS Vágum. – Vit hava altíð hildið, at tað er rætt at stuðla ítróttin- um i oynni, og nú hava vit valt at gera hesa avtaluna, sum vónandi fer at geva báðum pørtum nakað, sigur hann. Formaðurin í FS Vágum, Árni Jacobsen, fegnast um avtaluna. Hann er serliga fegin um, at tað er eydnast at fáa ein høvuðstuðul úr oynni. FS Vágar hevur eisini aðrar stuðulsavtalur ávegis. Eitt nú fer Sandavágs Timburhandil og Kovin framvegis at hava síni bú- merki á venjingarbúnunum hjá fótbóltsliðnum i fyrstu deild. Aðrir stuðlar fara at lýsa á búnunum hjá yngru deildunum. Sum til dømis Restorff’s bryggjarí, har SISU og ASSU fara at síggjast á leikarabúnunum. Hóast tað vóru vertirnir, sum høvdu bóltin meira, so megn- aðu teir ikki at gera stóvegis við EB/Streym, sum vunnu ein tryggan sigur í fyrsta dystinum í bólkaspælinum Mynd: SáH FS Vágar fingið høvuðsstuðul Tað verður Vatnsoyra Snikkaravirki, sum komandi kappingarárið fer at prýða búnarnar hjá FS Vágum Mynd: Edvard Joensen 21 20 Nr. 58 - 25. mars 2003 Tað var ikki smávegis føðingardagsgávu vit fingu frá Grímu, nú tað eru 25 ár síðan vit fyrstu ferð sóu Kópa- konuna á palli skrivar Jógvan Ósá í ummæl- inum av leikinum Per Gúnt, sum Gríma frumframførdi leyg- arkvøldið UMMÆLI Jógvan E. Ósá Blaðtjak í seinastuni hevur givið einum ta fatan, at tað at ummæla, er ein vísund. Tað "fólkaliga" ummælið hevur ongan rætt – og tú hevur bara at tiga og lata "ekspertar" ummæla, tí tað eru bara "vit", ið vita, og so skulu onnur onki siga/ skriva. Tey eru jú býtt. Við tí treyt, at eg fái eitt slag yvir fingrarnar, skal eg "allernådigst" loyva mær at siga mína meining um Per Gúnt. Kundi ikki lata vera við at hugsa, meðan eg sá leikin. Eru vit ikki komin langt?? Leiklistin stórtrívist her á landi – og seinasta prógvið er Per Gúnt. Tað var ikki smávegis føðingardagsgávu vit fingu frá Grímu, nú tað eru 25 ár síðan vit fyrstu ferð sóu Kópakonuna á palli. Kendi ikki leikritið – havi ongantíð sæð leikin og eiheldur lisið tað. Men eg kenni tónleikin hjá Grieg – og hevði hoyrt okkurt um, at Per Gúnt var lygnari – stórreypari – ein íspegil – men so ikki meira. Tá eg 12. mars í ár segði Eyðun Johannessen frá hesum, helt hann fyri við meg, at tú er "heldigur" – tí tú kemur inn í sjónleikar- hølið við "tómum" høvdi – og er klárur at taka ímóti øllum við opnum sinni. Eg gevi Eyðun rætt. Tí tað var ikki lítið av eini uppliving, ið hettar "tóma" høvdið kom út fyri, sum gjørdi, at hárini reistust á høvdinum – kalt fór oman eftir rygginum – fyri so at sveitta, sum um man var á fjalli. Uppsetingin var bara so góð – at ein má ferð eftir ferð undrast yvir tey evni, ið Eyðun hevur fingið. Hann kann aftur og aftur kløkka okkum – og gera okkum í so góðum lag – at tú vil bara ikki, at løtan skal enda, so "pragtfult" er tað. Ein má undrast yvir tílíkan klassikara, sum er 100 ár og meira, so kann tað framvegis siga okkum nakað – og geva okkum nógv. Eyðun Andreasen segði tað so væl eftir leiklok. "Tað kemur av, at vit framvegis eru menniskju – við somu genum". Eg skal ikki koma so nógv inn á sjálvt leikritið og gera meg klókan uppá tað. Tað kann onkur annar gera nógv betur enn eg, men bert hefta meg við uppsetingina – og spælið. Ella var tað spæl?? Vóru persónarnir ikki tað tey framførdu á palli?? Í fleiri førum, helt eg tað. Fyrst er at nevna tað, at Eyðun hevði valt, at "gamli" Per Gúnt (Páll Danielsen) var fyri tað nógva á pallinum, meðan hin "ungi" Per Gúnt (Hans Tórgarð) framførdi sína søgu - og hettar helt eg verða nakað av tí besta í leikinum. Allarhelst tí at Páll Danielsen er ein av okkara allar- allarbestu sjónleikarum og hetta megnar hann, at "spæla"- uttan at siga nakað. Tað var bara so gott at síggja hansara andlitsbrøgd, tí hann vísti okkum, hvat, ið fór at henda. Vit sóu næstan beinanvegin á Pálli, um tað var gott ella ringt. Eitt nú, tá ið trøllagentan fyrstu ferð trein á pall. Tá fingu vit við skeið at vita, at nú hendi nakað, sum var nakað "lort". Genialt. Har var trølladansur – har var fagur arabaradansur – til yndisligan tónleik av Stamen Stantchev, ja, har var bara "alt". Havi altíð havt ringt við at nevna nakran einstakan leikara. Veit av royndum, at hetta er eitt "team" – har tann allarminsti leiklutur kann oyðileggja alt – men eisini gera upplivilsi enn størri (tað finnast ikki smáir leiklutir, bert smáir leikarar), minnast vit øll, sum eru uppvaksin í Sjón- leikarahúsinum í Havn. Tó. Vit hava áður sæð, hvussu góður Hans Tórgarð er. Og hann blívur við og við. Um hettar var tað besta, kann eg ikki siga, tí hinir leiklutirnir hava verið so góðir. Men hugsa bara um skifti frá Per Gúnt til læknan. Tað vísti, hvussu "stórur" hann er. Ein av mínum yndissjón- leikarum er Páll Danielsen. Minnist hann sum heilt ungan, tá ið hann kom á sjónleikarskeið hjá MáF. Legði beinanvegin merki til hesar gávur, ið hesin ung- lingi hevði. Minnist, at eg segði við hann, um at „dyrka" hesar gávur og ikki lata tær fara. Um tað vóru míni ráð, sum hann lurtaði eftir – neyvan – men tíbetur gjørdi hann av at spæla uppá "alt" klaverið – og ikki bert uppá nakrar fáar tangentar. Í Per Gúnt vísti hann enn einaferð, hvussu góður sjónleikari hann er. Ein góð vinkona, sum var við til frumframførðsluna, segði við meg, at Páll riggar best sum "eldri" sjónleikari, og eg gevi henni rætt. Hvør minnist hann ikki í "krypil- in". Góði Páll. Eg gleddist, ja, eg var bara so glaður at síggja títt spæl. Tú er avgjørt ein av teim "stóru". Eg fari ikki at nevna øll. Men skuldi helst gjørt tað. Tí spælið var so gott, og tit eiga øll eina rósu. Men eg má nevna Kára Øster. Havi ferð eftir ferð undr- ast á hansara gávur, og Kári smæddist ikki burtur. Hann var framúrskarandi. Tó kann eg ikki lata vera við at nevna hann í leiklutinum, sum knappastoyparin. Ein sá, hvussu hann nýtti tað. Har var hann í "essinum". Eitt stórt UG til tín, Kári. Ja, góða Gríma. Tøkk fyri føðingardagsgávuna. Hon var stór – og vit koma at minnast hana leingi. Mín vón er, at okkara politikarar síggja, hvussu góð og stór okkara leiklist er. Hetta kunnu teir gera við at sam- tykkja Tjóðpall Føroya, so vit koma enn longri fram. TAÐ hevði verið føðingar- dagsgávan yvir øllum. Skal eg siga nakað negativt, so er tað tað. At eg nú havi sæð leikin, og havi ikki tað til góðar, at síggja hann fyrstu ferð. Men tit, ið hava tað. Tit hava nakað at gleða tykkum til. Eg eri ikki so lítið øvundsjúkur inn á tykkum. Per Gúnt hjá Grímu - eru vit ikki komin langt?? Leiklistin stórtrívist her á landi – og seinasta prógvið er Per Gúnt C M Y K 20