Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 25. mars 2003 23 Komandi leygardag skipar Roysnið fyri sonevndu Várkapp- ingini, sum verður runnin í Runavík RENNING Tíðindaskriv Leygardagin 29. mars kl. 14.00 skipar Roysnið fyri næstu rennikappingini í ár, Várkappingini í Runavík. Hendan kappingin hevur verið fastur táttur av kapp- ingarskránni fyri frælsan ítrótt seinastu árini. Lut- tøkan hevur ikki altíð verið so stór, men tey, ið hava runnið, hava vanliga fingið eina góða tíð á einari slætt- ari og skjótari 10 km rutu. Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Miklagarð. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma renn- ararnir á mál við Sjómans- heimið. Luttøkutreytir Luttaka í kappingini kunnu kvinnur og menn, ið eru fødd í 1988 ella fyrr. Kapp- ast verður á 10 km hjá monnum og kvinnum. Eis- ini er ein bólkur fyri veteranar, t.v.s. tey, ið eru fødd í 1957 ella fyrr. Tilmelding fer fram um- vegis heimasíðuna hjá Ser- sambandinum fyri frælsan ítrótt, FÍF, www.athletics.fo <http://www.athletics.fo> . Eisini ber til at melda til sjálvan kappingardagin millum kl. 13.00 og 13.45 við Runavíkar Sjómans- heim. Startnummarið verður avheinta við Runavíkar Sjómansheim kappingar- dagin millum kl. 13.00 og 13.45. Luttøkugjaldið er kr. 30,- fyri hvønn. Heiðursmerki verða latin fremstu rennarunum í ymsu bólkunum. Talvið hesa vikuna Kramnik,V (2807) - Morozevich,A (2678) Amber Blindfold (8), 23.03.2003 1.e4 e6 2.d4 d5 3.Ric3 Rif6 4.e5 Rifd7 5.f4 c5 6.Rif3 Ric6 7.Be3 Be7 (ein modernað byrjan. Eitt nú vann Radjabov við svørtum í júst hesari byrjan móti Kasparov herfyri í Linares) 8.dxc5 0—0 9.Fd2 Rixc5 10.a3 b6 11.Bb5 Bb7 12.0—0 Rc8 13.Rad1 Fc7 14.Fe1 Rfd8 15.Bxc6 (Kramnik velur heldur óvæntað at býta bispin av við riddaran, men hinvegin fáa hvítu riddararnir gott pláss) 15...Bxc6 16.Rid4 g6 17.Bf2 Bf8 18.Bh4 (nógv hol eru í svørtu verjuni, men er tað nóg mikið?) 18...Re8 19.Kh1 a6 (báðir hava leikt ótrúliga presist í miðspælinum) 20.Bf6 Rid7 21.Fh4 Rixf6 22.exf6 Fd8 23.f5 (leikurin útstrálar álop!) exf5 24.Rixf5 (ein kompliserað støða, serliga í blindtalvi, men Kramnik fer djarvur í gongd við herferð sína) Re6 [24...gxf5 25.Rxf5 h6 26.Rixd5 kundi Morozevich fari út í, men hann hevur ivaleyst ikki tora hesa opnu kongastøðu, vælskiljandi] 25.Rid4 Rd6 26.Ff4 b5 27.Rde1 (hvítur hevur fyrimun við sínum meira opna spælið. Svørtu bisparnir eru sera passivir) 27...Bb7 28.Re3 Fb6 29.Rice2 a5 30.Rig3 b4 31.axb4 axb4 32.Rih5 (Kramnik fer nú í holtur við eitt heldur ókorrekt kongaálop, men áhugavert og spennandi er tað...) 32...Fd8 33.Rif5 (stuttlig og merkisverd støða) 33...d4 [33...gxf5?? 34.Rg3+ Kh8 35.Fg5 Bh6 36.Fxh6) 34.Re7 Støðan eftir 34. Re7 (aftur ein brikkur í deyða! Rie7+ hevði verið sunnari) 34...Rb6! (hesin leikur vendir nærum talvið. Svarta frúgvin fær meira pláss og hvíta álopið er steðgað upp) 35.Rfe1 Fd5 36.R1e2? [36.Rxb7! Fxb7 37.Rie7+ Kh8 38.Rixc8 og javnt tykist talvið] 36...Fxf5 37.Fxf5 gxf5 og hvítur manglar fólk til at bjarga sær 0—1 Tólv stórmeistarar leika í hesum døgum eina serliga kapping, har blindtalv og kvik- talv verður saman- sjóðað Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Telvað verður í Monaco, og hendan eftirhondini sið- vanda kapping kallast Me- lody Amber Tournament. Teir sterku hava altíð verið hugtiknir av hesu kapping, har man bæði leikar kvik- talv (25 min. hvør) og blindtalv móti sama mót- støðumanni. Tólv telvarar, og tískil leikar hvør telvari ellivu blindtalv og ellivu kviktalv. Burturfrá Kaspa- rov, hava Kramnik, Anand, Leko, Shirov, Topalov og aðrir elitutelvarar oftani luttikið, og soleiðis er støð- an eisini í ár. Stuttligt er serliga at síggja hvussu stjørnurnar royna seg í blintalvi. Tað hendir seg at teir í einum leiki missa frúgv - eitt nú bleiv frúgvin hjá Shirov fangað í byrjanarspælinum í talvinum ímóti Kramnik - men annars er telvingin merkt av ótrúligum presis- um útrokningum. Eisini heilt úti í endatalvinum telvað teir sum rættir stór- meistarar. Skipanin í blintalvið í kappingini er soleiðis, at hvør telvari situr við teldu, har eitt tómt talvborð er á skerminum. Teir flyta so leikin við músuni, og mót- støðumaðurin sær leikta leik á skerminum júst sum hann er fluttur, og eftir fluttan leik verður talv- borðið aftur tómt fyri talv- fólkið. Tvs at ein sær bert seinast leikta leik á skerm- inum í eina stutta tíð. Leko legði bestur út, men hevur allatíð verið hóttur á stigatalvuni av Kramnik, Anand, Gelfand, Moroze- vich og Topalov. Kramnik misti nøkur fet í oddastríð- num við sínum 2-0 tapi á Morozevich í áttanda um- fari, sum varð leikt sunnu- dagin. Blintalv teirra er við í blaðnum í dag. Anand legði seg framum Leko og hinar í 7-8. umfari, men bert hálvt stig er niður til teir næstu í røðini. Støðan Anand 10,5 Moroz. 10,0 Leko 10,0 Gelfand 10,0 Topalov 9,5 Kramnik 8,5 Bareev 8,0 Almasi 7,5 Ivanchuk 7,0 Van Wely 7,0 Shirov 6,5 Ljubojevic 2,0 Kappingin er hørð og jøvn í toppinum, nú tað restar trý umfør í. Óvæntað liggur Shirov í tyngra endanum. Gelfand hevur rættiliga leikt nógv góð blintalv. Hann hevur seks stig av átta møguligum í blintalvi, meðan Kramnik kemur næstur á tí økinum við hálvum sætta stigi. Anand er sum væntað suvirenur í kviktalvi, har hann hevur ognað sær seks stig, eins og Bareev hevur. Eftir sigurin á heima- vølli móti Skovbakk- en hevur Holte nú góðar møguleikar at spæla seg fram til seinastu dystirnar um DM-gullið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hóast endaspælið hjá Holte var heldur svingandi, so megnaði liðið at leika seg millum fýra tey fremstu, og soleiðis vera við í pottin- um, tá hálvfinalurnar skuldu leikast. Her hevði Holte dyst móti Skovbakken Volley úr Århus, sum hevði valt at byrja hálvfinalurnar á úti- vølli, soleiðis at teir kunnu fáa fyrimunin av heimavølli í einum møguligum trija avgerandi dysti millum lið- ini. Og tað kann væl hugsast, at her skulu tríggir dystir til. Holte megnaði at vinna hesa fyrstu hálvfinaluna 3- 1, men leingi stóð heilt nóg á hjá Bárði og teimum. Dysturin endaði við sett- unum, 25-18, 32-30, 26-28, 25-18, og serliga í øðrum setti var spenningurin øgi- ligur. Her hevði Skovbakk- en seks settbóltar á rað, men Holte megnaði hvørja ferð at svara aftur, og tá teir so sjálvir fingu møguleik- an, tóku teir av. Í fjórða settinum vóru tað teir úr Holte, sum misnýttu dyst- arbóltarnar, sum teir høvdu tveir av, men tá teir so í fjórða settinum vunnu sær eina hampuliga leiðslu, var einki at ivast í. Um dystin sjálvan sigur Bárður annars, at tað ser- liga var álopið hjá Holte, sum koyrdi væl hendan dagin, og so ikki minst tað, at leikararnir nú veruliga tóktist uppsettir. Tað hevur annars verið nakað, sum tað hevur knípt eitt sindur við í endaspælinum, eftir at Holte annars gjørdist danskur steypavinnari und- an hesum. Í hinari hálvfinaluni spæla DHG Odense og HIK Ålborg, og her vunnu odensianarnar fyrsta dystin 3-1. Blindtalv á høgum støði Árliga Várkappingin í Runavík Holte hevur fótin í finaluni 23 22 Nr. 58 - 25. mars 2003 HB út- og niðurspæli Skála, tá hesir vóru teir fyrstu at vitja hjá føroyameistarunum LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Tað var ikki nógva at træt- ast um, tá dysturin millum HB og Skála var av sunnu- dagin. Tað var sjálvandi vænt- andi, at føroyameistararnir úr HB fóru at knógva gest- unum, sum í fjør royndu seg á fyrsta sinni í bestu deidini. Men nú talan var um fyrsta veruliga dystin á árinum, eins og veðrið eisini var til vildar, høvdu heilt fitt av viðhaldsfólkin leitað sær vegin til Gunda- dal. Klassamunur Tað er heldur einki at siga til, at spenningurin millum viðhaldsfólkini hjá HB var hampuliga stórur. Frá- gongdin av meistaraliðnum hevur verið hampuliga stór, og serliga hevur verjupart- urin verið meint raktur. Hinvegin eru nýggir leik- arar komnir til, og og for- vitnið snúið seg kanska mest um, hvussu mest sum spildur nýggja verjan fór at standa seg, og so hvussu nýggju leikararnir hóskaðu inn á liðið. Hetta fyrsta fekst sum so eingin staðfesting av, tí Skála megnaði ongan tíð at leggja trýst á HB verjuna. Tað seinna fingu áskoðar- arnir í øllum eina positiva fatan av, tí serliga Carsten From gjørdi nógv um seg. Fimi danin gjørdi nevn- liga trý av teimum sjey HB- málunum, men tá sann- leikin skal fram, so var bak- grundin fyri hesum av tí meira bíliga slagnum. Serliga í fyrra hálvleiki gjørdu teir á heimaliðnum sum teimum lysti, og tá at talan bara gjørdist um tvey mál, so kundi talan lættliga verið um fleiri enn tey bæði, sum Andrew av Fløt- um og Eli Thorsteinsson skutu. Í seinna hálvleiki domineraði HB ikki spælið eins nógv, men eingin ivi var um, hvat betra liðið var. Mest sum hvørja ferð Skála dittaði sær niðan eftir vøll- inum, vórðu mótálop sett í gongd oman eftir síðunum, og ferð eftir ferð spurdust møguleikar burtur úr hes- um. Rúni Nolsøe og Carsten From øktu til 4-0, áðrenn Hanus Thorleifsson mink- aði um munin, og eina løtu tóktist HB’arnir vera nøgd- ir um úrtøkuna. Í øllum førum settu teir nú ferðina enn longur niður, men tá teir so fingu brotsspark, sum Rógvi Jacobsen heldur bíliga vann sær, kom aftur ferð á, og við tveimum mál- um seinastu tíggju minutt- irnar kundi Carsten From staðfesta sigurin. Styrkismetingin bíðar Hóast góða hálið, so segði dysturin ikki so øgiliga nógv um styrkina hjá HB. Gaman í sóu áskoðarnir, at liðið longu nú er ført fyri at seta leikferðina væl upp, soleiðis at teir við kvikum álopsspæli kundu spæla seg fram til møguleikar. Men sum sagt, so var bakgrund- in ógvuliga bílig, og sýnir Skála ikki meira enn tað sama, so fara teir uttan iva stigaleysir úr bólkinum. Tað verður helst ikki fyrr enn í dystunum móti GÍ og B36, at veruligi dugurin hjá HB kann staðfestast, men um ikki annað, so mundi stórsigurin vera eitt sálar- ligt skump rætta vegin. Dysturin í tølum HB-Skála 7-1 (2-0) 1-0: Andrew av Fløtum 2-0: Eli Thorsteinsson 3-0: Rúni Nolsøe 4-0: Carsten From 4-1: Hanus Thorleifsson 5-1: Andrew av Fløtum (br.) 6-1: Carsten From 7-1: Carsten From Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 NSÍ 1 1 - 0 - 0 4 2 2 3 2 B68 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 3 TB 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 4 FSV 1 0 - 0 - 1 2 4 -2 0 Bólkur 2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 1 1 - 0 - 0 4 0 4 3 2 VB 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 3 AB 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 4 KÍ 1 0 - 0 - 1 0 4 -4 0 Bólkur 3 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 1 1 - 0 - 0 7 1 6 3 2 GÍ 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 3 B36 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 4 Skála 1 0 - 0 - 1 1 7 -6 0 Máltindurin, bólkaspælið Carsten From HB 3 Sorgin Anghel EB/S 2 Andrew av Fløtum HB 2 Óli Hansen NSÍ 2 Stóran part av seinna hálvleiki høvdu argja- menn eitt støðugt trýst á VB málið, men stig fingu teir ikki fyri ómakin LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Fyri fyrstu ferð nakran tíð roynir AB seg nú í bólka- spælinum í steypakapping- ini, og tó at liði á pappírin- um er hitt veikasta í bólkin- um, so bilti áhuganum hjá lokalu stuðlunum einki, tá fyrsti heimadysturin stóð á skránni. Eini tvey hundrað áskoð- arar mundu hava leitað sær út á vøllin, tá VB kom á vitjan, og eftir dystin máttu teir ásanna, at teirra menn høvdu verið mest sum óhepnir, ikki at fáa nakað burtur úr dystinum. Stóð nógv á Tað vóru annars vágbing- arnir, sum høvdu bestu byrjanina. Kanska var virð- ingin hjá argjamonnum ov stór, og kanska var ferðin á VB-spælinum eisini í meira lagi, tí fyri tað mesta gekk tað bara eftir hæli hjá vert- unum. Ivaleyst kundu gestirnir eisini fingið meira enn tey bæði málini, sum Palli Augustinussen og Birgir Jørgensen skutu, men fáur mundi tó ivast í, at hetta eisini var nóg mikið at tryggja sigurin. Tað var tað sum so eisini, men heldur ikki meira enn akkurát. AB vóru nevnliga sum hamskiftir eftir steðg- in. Vágbingar løgdu seg eisini nakað afturá, nú teir kortini høvdu vunnið sær leiðsluna, men hetta kundi gjørst teimum dýrt. Jan Jørgensen minkaði um munin fyri AB, og so varð eitt veruligt trýst sett inn. Eitt trýst, sum í onkr- um førum átti at givið mál, men Pætur Dam var ó- heppin, tá skot hansara tók træverkið, heldur enn at fara inn, og Jan Jørgensen man helst eisini iðra seg um, at hann ikki fekk beint bóltin í netið ta einu ferð- ina. Hinvegin vóru vágbingar eisini vandamiklir, tá teir høvdu møguleikan at kontra, men meira enn tað sama gjørdist tað kortini ikki til. Við sigrinum tryggjaði VB sær í øllum førum, at útgangsstøðið er hitt rætta, tá KÍ um eina viku kemur á vitjan. Ein dystur, sum við trimum stigum kann senda VB meira enn hálva leið í fjórðingsfinaluna. Hjá AB rokna tey helst ikki við at koma somikið langt, men longu nú hevur liðið sýnt, at teir eru meira enn bara nøkur løtt walk- over í bólkinum. Tað var helst eisini týdningarmesta sálarliga staðfestingin hjá leikarunum, sum í ár kunnu roknast við at verða partur av stríðnum um at vinna sær sess í bestu deildini til komandi kappingarár. Dysturin í tølum AB-VB 1-2 (0-2) 0-1: Palli Augustinussen 0-2: Birgir Jørgensen 1-2: Jan Jørgensen AB-VB 1-2 (0-2): VB fekk ein hvøkk HB-Skála 7-1 (2-0): Klassamunur Fyri tað mesta runna Skálamenn til einkis í væl virkandi HB-samanspælinum, men nøkur verulig staðfesting av styrkini hjá meistarunum var hetta tó ikki Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22