Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjori: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Térfinn Smith - Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P!f Sosialurin Prent P/f Pressan 1981 Bústaður: Argjavegur 26 Telefon Postadressa: Postsmoga 75 110 Torshavn 14720 Argir 11820 Telefax: Nordurlond og EF EFTIR drúgvar samrådingar eydnaðist tað herfyri føroyingum og EF at koma ásamt um eina handilsavtalu. Hon skal so konfirmerast bæði í Føroyum og í EF, áðrenn hon kemur endaliga í gildi. UTTAN iva eru mong løtt um hjartað um, at vit fingu eina slíka avtalu, soleið- is at foroyskar fiskavørur kunnu koma inn á tann stóra EF-marknaðin uttan toll. Við hesi avtalu eru vit eisini betri fyri enn grannar okkara lsland og Noreg. sum enn ikki hava fingið nakra avtalu við EF í sambandi við tann innara marknaðin, sum kemur í gildi í 1993. MEN neyvan er tað so, at orðaskiftið um tilknýti okkara til EF er av — fyri tað at vit hava gjørt eina handilsavtalu. Ti alla tíðina stinga spurningar seg upp. sum vit ikki bara kunnu skúgva til viks. Vit verða noydd at ásanna, at tað, sum hendir í løndunum kring okkum, kann eisini fáa avleiðingar fyri okkum sjålvi Her verður serliga hugsað um støduna hjá hinum Norðurlondunum til EF. Vit vita longu nú, at Svøriki helst skjótt gerst limur í felagsskapinum, og tey eru mong. sum halda, at Noreg helst fer at fylgja Svøriki um ikki so nógv ár. Onkur heldur so eisini, at túrurin tá skjótt man fara at koma til Ísland. Og spurningurin er tá, hvar Føroyar eru at finna í ollum hesum málinum! Verða vit fyrr ella sein- ni »tvingad« at fylgja hinum Norður- londunum uppí EF! HESIN spurningurin er ikki aktuellur í dag. men hann fer helst at spøkja aftur í tjakinum fyrr ella seinni, um gongdin verður tann, at bæði Noreg og Ísland fylgja Svøriki uppí EF. So hóast vit í løtuni eru nøgd við handilsavtaluna við EF, so eiga vit ikki at taka bind fyri eyguni og gloyma alt um grannalond okkara og teirra framtíð í samband við EF. Vit eiga tverturímóti at fylgja væl við gongdini í bæði EØS-samrådingun- um og annars tí, sum hendir á tí europe- iska meginlandinum. Hvussu fegin vit enn vilja tað, so verða tað ikki vit einsa- mell, sum koma at avgera framtíðar lagnu okkara. Hvat fer at henda í hinum Norðurlondunum, hvat fer at henda í EF og annars á tí fyri okkum altgerandi EF-- marknaðinum er alt nakað, sum á ein ella annan hátt fer at hava ávirkan á okkum eisini. TAÐ stendur annars púra greitt, at sum stødan er i dag, har EF-lond skulu kunna fiska í havøkjunum hjá hvørjum øðrum, har tænir tað hvorki foroyskum ella ís- lendskum áhugamálum at umhugsa limaskap. Okkara havøki eru alt ov við- brekin til at loyva innrás av stórum út- lendskum fiskiskipaflota. Í hesum sam- bandi er tó eisini rætt at seta spurning- in, í hvussu stóran mun vit sjálvir eru førir fyri at húsast við teimum virðum havið hevur givið okkum. Hóast hann ikki er relevantur at seta júst í hesum sambandi, so eiga vit eisini at taka í egnan barm og spyrja okkum sjálvi, um vit í mongum førum ikki bera okkum at móti okkara fiskastovnum, sum vóru tað útlendingar sum tráfiskaðu grunnar- nar! HESA seinastu tíðina hevur verið nógv tosað og skrivað um møguleikarnar fyri stórri samstarvi millum londini í út- norði, soleiðis at hesi lond í stórri mun kunnu standa saman sum ein eind utt- anfyri EF. Tað kann bara vera rætt at samvinna og vit eiga at troyta allar møguleikar fyri samvinnu við londini í Norðuratlantshavi. Men vit mugu kort- ini ikki gloyma ta sannroynd, at vit kunnu ikki vera stóra marknaðin í EF fyriuttan. SPURNINGURIN hvussu vit best fræg- ast sleppa inn í henda marknaðin ikki bert komandi árini, men langt inn í næstu eld er ti ein av høvudsspurning- unum — sum eisini hædd er tikin fyri i handilsavtaluni millum Føroyar og EF. Nu er henda avtala ikki roynd i verki, so tad kunnu fara at stinga seg upp trupul- leikar og vidurskifti, sum vit ikki høvdu roknad vid frammanundan ella givid ov litid gætur. Hvat nu um vit verda noydd- ir til at keypa í stórum nøgdum av rå- fiski úr ødrum londum og góðska hann i Føroyum við ti fyri eyga at útflyta vøru- na til EF! Fyri slika vøru skulu vit gjalda toll. Tað kann koma illa við, um her verður talan um stórar nøgdir, tí vit ikki hava nokk av fiski sjálvir. Hvat við før- oyskum feskfiskalandingum í útlandi- num, tå tollurin hvørvur! Er tá vandi fyri, at flakavirkini ikki verða før fyri at gjalda nær námind tann prís, skipini kunnu fáa við at landa fiskin feskan beinleiðis á EF-marknaðinum! Og hvussu við okkara heimaídnaði, hvussu fer hann at klára seg í kappingini við tær innfluttu vørurnar, tá tollmúrarnir eru burtur! SPURNINGARNIR eru nógvir. Tað er greitt, at vit kunnu ikki fáa bæði í posa og sekk við eini EF-avtalu, men latið okkum eisini vera realistisk og veruliga gera okkum greitt, hvat avtalan inniber — av fyrimunum og vansum. Tað tykist sum um, at mong okkara ikki eru greið yvir, hverjir vansarnir og hverjir fyri- munirnir verða við eini slikari avtalu. Tað er tí alsamt neyðugt við einum framhaldandi dialogi millum politikarar- nar og vinnulívið og annars fólk flest — um framtíðar pláss føroyinga í ti euro- peiska samfelagnum — og fyri tað í al- tjóða samfelagnum. Uttan mun til hverja stóðu vit enn hava til spurningar- nar, so eiga vit ikki at ganga við bindum fyri eyguni, men opið og ærliga viðgera hesar spurningar. Valdsgerðirnar mugu halda uppat Norðlýsið er komið út aft- eftir í oddagrein skrivar blaðið um valdsgerðirnar í Klaksvík. sum blaðið held- mugu halda uppat. Norðlýsið skrivar: Aftur hetta vikuskift- ið kom ungur maður illa fyri av yvirgangsmonn- um, hann endaði á sjúk- rahúsinum við brotnum armi. Tað kann ikki ber til, at ein ikki kann ferðast í býnum bert nøkunlunda tryggur. Vit hava sæð til skkar fyrr og tað tykist sum valdsgerðir oll standa maktarleys í hesum viðurskiftum Av politistødini fræt- ta vit, at teir hava ikki havt vid skkar at gjørt fyrr. Tad er ikki okent, at menn fara upp at tjakast og at tað endar1 bardaga, men hetta sum nú fer fram er óhoyrt og minnir mest um >rock- arametodurnar«, sum vit kenna aðrastaðni frá Skkur atburður ma sigast at vera omanslig- ur. Tad er ongin ivi um at lætt er hjå einum bólki av ungum at gera av við ein einstakling, hvat vilja skkir uppnáa við hesum. men Politiið sigur, at ilt er at fáa tamarhald á slik- um, men sigur sam- menninir, sum seinasta vikuskifti gjørdu seg inn á sak- leysan mann, fáa eina álvarsliga sak at berjast við framyvir. Vit mugu eisini krev- ja at politiið hevur vak- ið eyga við skkum, út tað er eisini ov ktið at sita á politisteðini og bíða til onkur meldar. stundis at FFFA-blaðið og logmansroðan FFFA-blaðið, sum kom út síðsta hósdag viðger leg- mansreðuna, greinskrivarin heldur lítið um. Hann skrivar: sum odda- >Tá Javnaðarflokkurin vann valið seinasta heyst, var tað uppá lyft- ið um ein »nyggjan poli- tikk«, sum m.a. skuldi útvega arbeiði til oll. Nú hevur nyggi javn- adarløgmadurin hildið sína fyrstu ólavsoku- rødu, og sigast kann, at uttan iva heuði Jógvan Sundstein hildið net- tupp somu reðu, um hann heuði hildið fram sum løgmadur. Tad var í hvussu so er eingin nýggjur politikk- ur at hóma. Reðan er drúgu, heil- ar 36 síður, og í henni eru ein hópur av upplýs- ingum av ymsum slag, men har er lítið um hvat vit kunnu vænta okk- um. Arbeiðsmarknaðar- mál telja knappar tvær síður. Har ásannar løg- maður, at størsti trupul- leikin á arbeiðsmark- naðinum er arbeiðsloys- ið. Í ti sambandi er sett ein neund at gera upp- skot um eina arbeiðs- loysistrygging. Alt gott um tað, men tað var kt- ið at hoyra um tiltek til tess at útvega meiri ar- beiði. Tað skal tó sigast, eydnast tað at fáa skipasmiðjurnar I gongd aftur, sum rokn- að verður við í løgmans- reðuni, verður tað ein stórur bati. Hinvegin gongur ikki sum ætlað við at góðska fiskaver- urnar meira, soleiðis at hesar geva fleiri ar- beiðspláss. Skúlafimleikar- hallirnar 1991/92 Tey felog og einstaklingar, sum ynskja at nýta kommunalu skúlafimleikarhallir- nar vetrarhálvárið 1991/92, verða biðin um áðrenn 4. september 1991, at senda skrivliga umsókn Klaksvíkar Býráðs. til Mentamáladeild Klaksvíkar Býráð Okkurt gott Útvarpið visti týsdag- in at siga frá, at bret- ar nú hava havt hevi at síggja ein grinda- film, sum ikki bara heilt einvíst leggur eftir føroyingum og grindadråpinum. Hesaferð hava bretar gjert ein film, har teir eisini hava tosað við føroyingar. Filmurin hevur havt tað við sær, at bretsk blød, sum annars hava verið sera einvís í skriving- ini um grind, nú sígg- ja málið frá hinari síð- uni eisini. Sambært blødunum verður grindadrápið ikki mett sum nakað ónt og oyð- andi, men sum ein partur av okkara mentan og gerandis- degi. Nú venda bleðini bráddliga skjútsið móti umhvervisfelags- skapum, sum royna at misbrúka eitt nú grindadráp til egnan fyrimun. Hetta er so sanni- liga at fegnast um, og hetta er heldur ikki meira enn vit sum fer- oyingar kunnu for- langa av okkara bret- sku grannum, tá hugs- að verður um tað sam- band, sum hevur verið millum londini og sum serliga tók seg upp undir krígnum. Tað er í lagi, at bretar eru krittiskir mótvegis okkum, men vit halda bert, at minstakravið má vera, at teir eru sakligir og viðgera málið frá okkara síðu eisini. Hetta er nú gjørt, og teir føroying- ar, sum hava ein fing- ur við í filminum, hava tekk uppiborna.