hósdagur 15. august 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 148 — 15. august 1991
Stjórin í Húsalánsgrunninum:
Fáa ikki
hjálpt
Higartil í ár eru 32 sethús
seld á tvingsilsselu í Fúta-
rættinum. 99 tvingsilssel-
ur eru umbidnar fyri alt
árið í ár. Roknað verður
kortini við, at nógvar av
hesum verða avlýstar.
Longu nú eru 44 av teim-
um tvingsilsselum, sum
vóru lýstar fyrr í hesum
ári, afturkallaðar. Talið av
húsum, sum fara undir
hamarin, er munandi ekt
seinastu árini. Í 1989 vóru
10 sethús og íbúðir seld á
tvingsilssølu i Føroyum, í
1990 fóru 35 sethús á
tvang og í hesum ári kann
roknast við, at 50-60 hús
fara undir hamaran, upp-
lýsir Jóannes Dalsgaard,
stjóri á Húsalánsgrunni-
num fyri Sosialinum.
Hóast talið á sethúsum
sum fara á tvang í Feroy-
um, er stórliga økt tey
seinastu árini, fara lutfals-
liga færri sethús á tvang
her enn í grannalondun-
um, sigur
Dalsgaard.
Húsalánsgrunnurin
hevur lítlar og ongar
meguleikar at hjálpa fólk-
um, sum keyptu hús fyri
2-4 árum síðani, tá ið
húsaprísirnir vóru í hædd-
ini, og sum nú gjalda upp í
móti 16.000 kr. um mán-
aðin í rentum og avdrøg-
um.
— Tá ið tann dýra tíðin
byrjaði, royndu vit at
halda prísinum har, hann
skuldi vera við okkara
metingum og veittu fígg-
ing til húsini innanfyri
90% av metingini sum
lógin sigur. Tann meir-
prísurin, sum kom á hús-
ini bleiv fíggjaður uppá
Jóannes
aðrar mátar, eitt nú
igjøgnum peningastovnar
við trygd i eðrum ognum.
Við tað at fíggingin var
innanfyri reglurnar tá, og
var fult uppspent, sleppa
vit ikki í dag eftir tí dýru
umfíggingini, tí hon ligg-
ur uttanfyri trygdina á
húsunum. Vit fáa sostatt
ikki hjálpt hesum húsaeig-
arum, hverki so ella so,
sigur Jóannes Dalsgaard.
Trupulleikarnir eru hjá
bankum og sparikassum,
sum stóðu fyri tí dýru
fíggingini. Peningastovn-
arnir kunnu bert ásanna,
at tað er ov nógv at missa
og so royna teir at finna
eina loysn saman við lán-
takaranum, um ikki bein-
anveg, so yvir eitt áramál.
Húsalánsgrunnurin
koyrir í løtuni við tveim-
um ymiskum lánum, teim-
um bíligu lánunum, sum
verða subsidierað yvir
landskassan, og dýrari
ískoytislán við tí rentu,
marknaðurin ásetur.
— Húsalánsgrunnurin
og peningastovnarnir
royna hvat sum tey kunnu
til at hjálpa við umlegging
av lánum og eðrum, um
mett verður, at tað hevur
onkr meining. Tað nyttar
einki at umleggja lán, um
fólkini ikki kunnu gjalda
kortini. Husalånsgrunn-
urin hevur tó ongar peng-
ar at leggja út — vit
kunnu bert hjálpa við at
víkja fyri einum nýggjum
láni frá banka ella spari-
kassa ella leggja okkara
lán um á onkran máta, sig-
ur stjórin á Húsaláns-
grunninum.
etj.—
Síða 3
Jógvan Sundstein, figgjarmålarådharri:
Bankarnir stora åbyrgd
— Sjålvandi er tad ein po-
litiskur spurningur um
man kann hjálpa fólkum,
sum sita ov tungt í tí við-
víkjandi húsalánum, men
hvenn meguleika hava vit
til at hjálpa? segði lands-
stýrismaðurin í fíggjar-
málum, Jógvan Sund-
stein, í stuttari viðmerk-
ing um tær alsamt vaks-
andi tvingsilsselurnar.
— Vit sita í letuni við
einum landskassa, sum
hevur eitt serdeilis stórt
Vit hittast í
hall. Tær 3-400 mió. kr.
um árið, sum vit hava
havt í halli seinastu 2-3 ár-
ini, kunnu eisini metast
sum beinleiðis hjálp til
samfelagið, men vit
kunnu ikki í longdini liva
við tílíkum halli. Vit
mugu syrgja fyri, at fáa
landskassan til at javn-
viga og tá vit hava fingið
javnvág og búskapurin er
vorðin steðugari, so kem-
ur eisini vend í hesi viður-
skiftini. Eg ivist ikki i, at
10,95
SMÆRUNI
M. A. Winthersgøtu 2 - Tlf. 11549 - 11047
gongdin fer at venda, eg
meini sjålvur, at vit eru
komin til botnin og vit
kunnu ikki hjálpa við eðr-
um enn tí politikki, vit
føra nú við at fáa búskap-
in á fetur aftur.
— Bankarnir hava stóra
ábyrgd, tí teir vóru við til
at fíggja hetta og kanska
nóg so ríkiliga, men hin-
vegin havi eg varhugan
av, at bankarnir royna at
gera alt hvat teir kunna til
at hjálpa fólkum, sum sita
ov tungt í tí vegna stór
húsalán, segði
Sundstein at enda.
Jógvan
etj.-
Tit ringja
Sosialurin,
tlf. 11820
— vit skriva
Olympic Champion kom tyskvøldi úr Barentshavinum við
fullari last av rækjum
Nú bragdar veruliga aftur
hjá rækjubátunum við
Svalbard. Olympic Cham-
pion hevur ikki verið tveir
mánaðar burtur, og nú
liggur trolarin á Oyri og
landar millum 380-90 tons
av rækjum.
-Vit hava fiskað í seks
vikur og vit hava fingið í
meðal 7,5 tons um dagin.
Hetta er gott fiskari. Tann
besta dagin fingu vit 12
tons, sigur Jan Justesen,
skipari á Olympic Cham-
pion.
--Vit hava roynt eystan
fyri Svalbard báðumegin
við 75 breiddarstig. Her er
gott at royna, botnurin er
góður og vit hava skrætt
lítið. Ein fjórðingur av
lastini eru kókaðar rækj-
um, hesar verða seldar av
landinum. Restin, rárækj-
urnar eru fyltar í posar og
verða hagreiddar á rækju-
virkinum á Oyri, sigur Jan
Justesen.
Smáar rækjur
Rækjurnar sum bátarnir
fáa í løtuni eru smáar. Tað
eru fleiri føroyskir
rækjutrolarar á leiðini.
Hvitlenni siglir heim, og
Sólborg og Ocean Castle
eru á fiskileid. Eisini eru
triggir danskir rækjubåtar
á leiðini umframt
russiskar og norskar. Tá
Olympic Champion fór at
sigla heim var góður fiski-
skapur.
Olympic Champion
steðgar lítið heima. Longu
leygardagin er ætlanin at
fara avstað aftur.
--Vanliga plagar fiski-
skapurin á hesi leiðini at
vera av, tá august mánaði
er liðugur, so tað ræður
um at skunda sær.
--Í summar hevur verið
nærum ísfrítt har vit hava
roynt. Í heyst og í vetur
fara vit longur norður at
royna. Vit fara at royna
millum 80-81 stig, sigur
Jan Justesen, skipari.
--Vit hava roynt i
Svalbard-zonuni og har er
ongin kvota. Men vit hava
eisini fingið rækjur á gráu
leiðini og her fer tann
fiskada nøgdin av russisku
kvotuni.
Olymdic Champion fór
fyrsta túrin 3. oktober í
fjør. Skipið er fyrrverandi
Karina. Jan skal ikki við
aftur næsta túrin, tá verður
Alfred Eliassen úr Leirvík
skipari.
jústinus