hósdagur 15. august 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nógvar
fartelefonir
Hóast tað ikki er meira enn
hálvtannað ár síðani fartele-
z
fonskipanin varð tikin i
nýtslu hava longu 1250 fólk
fingið sær fartelefon
Størsta einstaka projektið hjá Telefonverkinum
seinastu árini var fartelefonskipanin, sum varð ukin í
nýtslu fyrst í januar 1989. Telefonverkið sigur, at
royndimar av skipanini hava verið góðar og at
felagatalið nú er 1250 og økist stødugt.
Tey arbeiði, Telefonverkið hevur gjørt í fjør ella er
í ferð við at gera, eru nýggjar NTM-radiostødir á
Klubbanum í Fugloy og á Spóafelli í Suðuroynnmi.
Nýggjar radiomastrar á Stødlafjalli og Rúnavík, í
Miðvági og á Velbastað.
Nýggjar og víðkaðar digitalar transmissións-
skipanir til Suðuroynna, Vágoynna og Eysturoynna
Digitalisering av Suðuroynni varð fyri stuttum
fullfíggjað, tá nýggja stødin á Vági varð tíkin í
nýtslu.
Annars verður framhaldandi ætlan fyri digitali-
sering av telefonskipanini fylgd. Næsta sug verður
øll Vågoyggin.
Figgjarliga hevur 1990 roynst Telefonverkinum
eitt gott ár. Úrslitið var aftaná rentur og fullar
avskrivingar stívliga 22 milliónir. Rakstrarút-
reidslumar standa í stað, og síðsta árið eru ílegurnar
hjá Telefonverkinum so gott sum eginfíggjaðar.
Telefonverkið heldur ikki, at nýggj lán eiga at verða
tíkin fyribils.
tór.-
Fiska kvotuna upp
Teir laksabátar, sum løgðu um til kalvaveiðu undir
Íslandi eru við at fiska kvotuna upp. Teir seinastu
eru við at koma inn og lata væl at prísinum.
Nú flyta fólk í Sjó-
og Vektarbudina
Nr. 148 — 15. august 1991
Lønar- og lógardeildin skulu halda til í nýggju hølunum
Sjó- og Vektarbúðin, sum brunnu í grund fyrst í fimtiárunum, eru nú bygdar uppaftur til landsumsiting.
Landsumsitingin er nú so
smátt farin at taka Sjó- og
Vektarbúðina í nýtslu.
Higartil hava eini fimm
fólk set seg ul rættis aftan
fyri skrivaraborðið í
nýggju hølunum. Hini
flyta innar tå tey koma
aftur år summarfritidini
seinri i hesum månadan-
um. Hesi eru starvsfélkini
á lønar- og lógardeildini.
Umframt tær 15 skriv-
stovurnar í Sjó- og Vektar-
búðini er brunatryggja
skjalagoymsla í kjallaran-
um, og ovast undir tróð-
rinum er stórt fundarhøli
og bókasavn.
Húsini eru 1000 fer-
metrar í gólvvídd og kosta
nú arbeiðið er liðugt 28
milliónir. Sjó- og Vektar-
búðin eru bygdar soleiðis,
Mynd: Kalmar
at tað ber til at skipa ein
part av húsunum til
løgtingssal, men enn eru
ongar ætlanir til tess.
tór.-
Hotellini fella sum flugur orsaka av yvirfígging
Kredittfeløg eiga fimta hvert
gistingarhus í Danmark
Kredittføreiningin Dan-
mark kravdi herfyri eitt av
teimum stóru hotellunum í
Føroyum, Hotel Borg, á
tvang. Um tvingsilssølan
verdur veruleiki ella tad
fer at eydnast hotellinum
at finna onkra loysn er enn
évist. Men hetta er sum
skilst ikki eitt serføroyskt
fyribrigdi.
Blaðið hjá danska ferða-
fólkaráðnum Dansk Turis-
me veit at siga frá, at
donsk gistingarhus fella
sum flugur orsaka av
yvirfígging frá kreditt-
feløgunum, sum serliga
seinastu seks árini hava
verið yvirblíð í sínum
lánipolitikki. Blaðið skriv-
ar, at donsk kredittfeløg
reka i dag fimta hvert
danskt gistingarhús.
Fólk frá hotellvinnuni
siga í somu grein, at hetta
er sera óheppi fyri tey
gistingarhús, sum royna at
klára seg. Orsøkina siga
tey vera, at kredittfelggini
reka ofta síni gistingarhus
við stórum halli, og eru tey
ti í Ogvuligari 6javnari
kapping vid onnur gisting-
arhús.
Talsmenn fyri kreditt-
feløgini siga seg tó ikki
reka síni gistingarhus eftir
gðrum enn vanligum
Fødingardagur
marknadartreytum. Tad
rædur eisini um at av-
marka tapið so frægt sum
gjørligt, siga teir.
tór.-
Fríggjadagin 16. august fyllir Dávur Davidsen,
Tjernuvík 80 ár. Dagurin verður hildin í bygda-
húsinum í Tjernuvík kl. 19.00.