hósdagur 15. august 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 148 — 15. august 1991
Eitt úrslit av norðurlendskum samstarvi:
Tryggari
veðurtíðindi
Í løtuni hava stjórarnir fyri
norðurlendsku veðurtænastuni
ráðsfund í Føroyum. Teir hava
havt sera góðar royndir av
norðurlendska samstarvinum,
sigur stjórin á Meteorologisk í
Danmark
Grundarlagið undir so
tryggum veðurtíðindum
sum gjørligt eru fráboðan-
arstødirnar. Tess fleiri, tess
neyvari kann spáast um
veðrið. Men spariknívurin
hevur eisini verið settur á
her seinastu árini við tí
úrsliti, at fleiri av fráboð-
anarstýðunum eru niður-
lagdar. Fyri 20 árum síðani
hevði danska veðurtæn-
astan tíggju føst veðurskip.
Nú eru bert tvey eftir.
Men takkað verið einum
nógv bøttum norðurlendsk-
um samstarvi millum veð-
urstovnar ber til í dag at
boða tryggari veðurtíðindi
enn fyrr, hóast fráboðan-
arstødimar eru færri í tali.
Lars P. Prahm, stjóri á
danska veðurstovninum
sigur, at norðurlond hava í
felag gjørt eina skipan,
sum helst er ein hin besta
í heiminum. Hesa skipan
royna teir at útbyggja, og
tað er millum annað tað,
fundurin í Havn snýr seg
um.
Annars greiðir Lars P.
Prahm frá, at allar tær
útvið 10.000 mátringars-
tødirnar í gllum heiminum
standa í sambandi ein eina
stóra teldu sum verður nýtt
í samband við veðurvánir.
Vedurforsøgnir verða
gjørdar fleiri ferðir um
dagin.
Spurdur um nær ein
kann rokna við at fáa
langtidarforsøgnir sigur
Lars P. Prahm, at tað
verður helst leingi enn.
Vanliga gera teir íkki
forsøgnir sum røkka long-
ur enn fimm dagar. Longri
røkkur visindin å okkara
døgum ikki.
Sida 5
Hóast vit hava veður-
mann knyttan at flovøll-
inum í Vágum er tað ikki
hann, sum hevur ábyrgdina
av at teimum veðurvánum,
sum koma av flogvøllin-
um. Abyrgdin liggur hjá
Meteorologisk í Keyp-
mannahavn.
-Men tit hava ein
rættiliga stóran fyrimun at
hava tykkara egna mann á
staðnum, tí hann kann
veita tænastur, sum veður-
stovnar aðrastaðni ikki eru
vanir at veita, sigur Lars P.
Prahm og vísir á, at
føroyingar altíð kunnu
ringja til veðurmannin og
tosa við hann um lokalar
veðurvánir.
tór.-
Norðurlendsku veður -
stjórarnir gjørdu sær
eisini stundir at fara
onkra útferð. Teir
ætlaðu sær undir
Vestmannabjørgini, men
hetta var kortini av
ongum. Ferðin varð
avlýst,- vegna veður...
Mynd: Kalmar
Ølnytslan tvífaldað eftir tíggju árum
-nøgdirnar av víni eru trífaldaðar, men
hinvegin er nýtslan av brennivíni lítið vaksin.
80% av ølinum, sum drukkið verður í Føroyum,
er fóroyskt
BRYGGJARÍ
Í RESTORFF'S |
Føroyingar drukku í fjør
slakar tvær milliónir litrar
av gli. Av hesum vóru 2/3
pilsnari. Ein heilt greið
ábending liggur í teimum
tólum, sum Hagstovan nú
hevur sent út viðvíkjandi
drykkjuvanunum hjá før-
oyingum. Tølini visa, at
nytslan av ti veika ølinum
veksur alsamt sum nytslan
av sterkara ølinum minkar
fyri hvørt år.
Sum vera man drekka
føroyingar mest føroyskt
øl. Av teimum tveimum
milliénum litrunum i fjør
vóru stivliga 1,6 milión
føroyskt øl. I hesum tølum
er ikki ljóst øl íroknað.
Drykkjusidirnir
broyttir
Ølnytslan er tvífaldað
seinastu tiggju årini.
Nytslan av víni er
trífaldað, men lítið meira
verður drukkið av brenni-
víni í dag í mun til fyri
tíggju árunum síðani.
Føroyingar drukku í fjør
188.000 litrar av víni og
258.000 litrar av brenni-
víni.
Hagdeildin hevur eisini
umroknað øl, vín og
brennivínsnýtsluni i
styrkjuprosent og sammett
okkum við hini norðan-
londini.
I mun til hini nordan-
londini liggja vit í lægra
endanum hvat samlaðari
nýtslu av tí váta slagnum í
mun til fólkatal. Roknað er
um til 100% alkohol av
litrum fyri hvønn íbúgva.
Tá síggja tølini soleiðis út:
Noreg 4,0, Ísland 4,1,
Føroyar 4,6, Svøriki 5,4,
Finland 7,6, Danmark 9,4
og Grønland 13.0
Hagstovan sigur, at hesi
tøl kunnu vera eitt sindur
misvísandi, ti í summum
londum er meira vanligt at
brenna og bryggja heima
enn í ødrum. Sokallaðu
sprittruturnar hava ivaleyst
eisini sin åvirkan å hag-
tølini, men heilt av leið
skuldu tølini so ikki verið
kortini.
Av ti våta slagnum inn-
fluttu vit i fjør fyri 20
milliónir krónur og tå er
tollurin ikki roknaður við.
Av gli varð innflutt fyri
3,5 millión, av víni fyri
slakar fimm og av brenni-
víni fyri slakar 12
milliónir.
tór.-