Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SI SOSialurin Vilhelm Johannesen á fundi i Tingmannaráð Utnorðurs: Vit eiga at skipa eitt norrønt fri- handilsøki -Vit hava áður í Tinemanna- ráðnum m.a. mælt til størri samvinnu millum londini, og at vit hava felags stóðu mótvegis EF. Spurningurin er um tíðin ikki er komin Nr. 148 — 15. august 1991 Alla ábyrgd av uttanlanda telesamskiftinum Feletonverkid hevur nú í try ár rikið telegrafstødina, sum er ein deild av bygnaði Telefonverksins. Telefonverkid sigur, at nógv hendir á samskiftis- økinum millum Føroyar og útheimin og væntast kann, at Føroyar longu um eini tvey ár skulu átaka sær alla ábyrgdina av øllum uttanlanda telesamskifti. Hetta ber í sær bæði bygnaðarligar og tíggjarligar avbjóðingar og eitt stórt fyrireikingararbeiði, sigur Telefonverkið. Býráðið í Mariehamn vitjar í Havn Byrådslimir í Havn hava í summar havt úr at gjørt at sita til borðs og ferðast kring landið við útlendskum gestum. Fyrr í summar hava umboð fyri býráðini í Nuuk, Reykjavík og Stockholm verið á vitjan, og í dag koma umboð fyri býráðið í Marichamn á Alandi. Umbodini úr Mariehamn skulu millum annað vitja á Fiskirannsóknarstovuni, Sjómansskúlanum, Svimjihøllini, Brennistødini Vatnverkinum og á Láargarði. Eisini verður farið ein túr inn til Kaldbaks, har hugt verður eftir alibrúkinum hjá Mortani Johannesen. Men tað er eisini ætlanin at vísa álendsku gest- unum eina verð uttan fyri Havnina. Eru veður- guðarnir í rímiliga góðum hýri, verður farið norður eftir oyggj til Saksunar og Gjáar. Eisini er ætlanin at fara ein túr undir Vestmannabjørgini. Álendsku gestirnir fara aftur úr Føroyum månadagin. tór.- móguleikarnar fyri til at kanna einum norrønum frihandilsøki, segði Vilhelm Johannesen i formans- róðu síni Vilhelm Johannesen, løg- tingsmadur hevur hetta seinasta árið verið for- maður í Tingmannaráði Útnorðurs. Hann heldur, at hóast limirnir í útnorði - Grønland, Ísland og Før- oyar - hava mælt til sam- starv á ávísum gkjum eins og teir hava gjørt enn fleiri fundarsamtyktir um eitt og annað, kundi samstarvið og samhandilin verið munandi stórri. -Vit hava millum annað mælt landsstýrunum í Grønlandi og í Føroyum eins og stjórnini í Íslandi til stórri samhandil lan- danna millum og somu- leiðis mælt teimum til felags stóðu mótvegis EF. Spurningurin er, um vit ikki av álvara skulu tosa um eina fríhandilsavtalu nú, segði Vilhelm Jo- hannesen. Vilhelm Johannesen sig- ur við Sosialin, at hann ivast ikki í, at tað ber til at økja samstarvið millum hesi trý londini. Hetta kann millum annað gerast við at taka tollin landanna millum av. Hann sigur, at samhandilin er sera lítil. Ikki meira enn stívliga eitt prosent av samlaða ís- lendska útflutninginum fer til Føroya. Útflutningur okkara til Islands er enn minni. Samhandilin vid Dagstovnurin å Argjum Vegna farloyvi søkja vi eftir Varaleidara frå 01.10.1991 til 01.09.1992. Starvið er 40 tímar um vikuna í vøggustovuni. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri. Umsókn við meguligum prógvum verða at senda áðrenn 1. sept. Dagstovnurin á Argjum Tradagøta 55 160 Argir Grønland er so at siga bert eitt eiti. Vit hava eisini annað at útflyta enn fisk. Bátar, fiskireiðskap, bundnar vørur og eitt nú EDV skráir og hvat skuldi verið í vegin fyri at økt um útflutningin av m.a. øðrum hesum vørum og tæn- astum, sigur Vilhelm Johannesen. Hann heldur, at Tingmannaráðið fer at Vilhelm Johannesen, tingmadur heldur, at vit eiga at arbeiða fram í móti einum norrónum frihandilsøki taka spurningin upp til vidgerdar å næsta råds- fundi. tór.- Tvangsauktion Pá Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, afholdes Torsdag den 29. aug. 1991 kl. 13.30 tvangsauktion (AS 372/91) over matr. nr. 205 d Sørvågi, tilhørende Sørvågs Træsmidja, Sørvågi. Auktionen er begæret af Advokat- skrivstovan, Tórshavn, tlf. 11145 på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en fabriksbygning på en 683 m2 stor grund. Det bebyggede areal udgør ca. 230 m2. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gennemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 13.08.91 Alex Elisiussen, fm.