Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 — 15. august 1991 Juan J. Gassul gjørdist yvirmadur í 1961 og hevur verið skipari síðan 1967. Hann bjóðar okkum niðurundir og plásstrot kann ein ikki siga at skiparin hevur í íbúð síni. Hann hevur eina stóra stovu, eitt rúmligt sovi- verilsi við dupultsong, stórt baðiverilsi og skriv- stovu. Eisini er eitt rúmligt fundarhgli. Maðurin er blíður bjóðar bjór og amerikanskt coca cola og so gongur prátið. —Vit høvdu júst verið í Sullom Voe í Hetlandi eftir olju og vóru á veg til Kanada, tá vit vórðu varugir við, at okkurt var galið við smyrjioljuni. Vit sigldu eystanfyri Føroyar, og tá vit høvdu siglt soleiðis, at vit vóru vísir í, at streymurin ikki fór at føra okkum móti landi, steðgaðu vit maskinuni, sigur Juan J. Gasull. --Tað var ongantíð talan um nakran vanda á ferð. Skuldi tað hent, at vit komu ov nær landi, so hvgdu vit altíð møgu-- leikan at seta maskinuna í gongd aftur. Vit høvdu jú ikki maskinsteðg, men valdu sjálvir at steðga maskinuni, tí smyrjioljan ikki var í lagi, sigur skiparin. -Vit settu okkum bein- anvegin í samband við Síða 7 Her koma skotar at reinsa maskinuna Kanska tílík sjón verður framtíðin, um oljuvinna gerst veruleiki í Føroyum land og ein hetlendskur sleipibátur kom okkum til hjálpar. Tað gekk væl at sleipa okkum á Nóls- oyarfjørd og her kenna vit okkum tryggar, sigur Juan J Gassul. Veninst við alt Kennir tú ikki sum skipari á einum so stórum skipi, við so vandamiklari last um borð stóra ábyrgd um títt skip skuldi verið orsøk til eina stéra Orð: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov -Ein venist til alt. Vandin er altíð til steðar. Men eg eri skipari á einum góðum og sterkum skipi og verður arbeiðið her umborð røkt ul lítar, so skuldi verið líul vandi fyri at nakað hendi, sigur hann. -Eg havi verið skipari á skipi, sum er tvær reisur so stórt sum hetta og eg kendi, at ábyrgdin var tann sama tá sum nú, tað hevði eg eisini kent, um eg sigldi við einum nógv minni skipi, sigur hann. Onga fasta leið Stratus siglir ikki fast millum nakrar ávísar havnir. Skipið er í fríum chartri, og manningin veit sjáldan hvar teir skulu næstu ferð. --Nú eru vit á veg til Kanada. Hesin túrurin skuldi tikid seks sam- døgur, men orsakað av maskinbrekinum verða vit seinkaðir nógv. Vit sleppa í fyrsta lagi avstað aftur leygardagin. --Frá Kanada fara vit antin til Mexicanska Golf- in ella úl Nigeria, men sum sagt, enn er einki avgjørt, sigur hann. Reinsifelag Teir 11 skotarnir, sum komu úr Aberdeen týs- dagin skulu sum sagt hjálpa til at reinsa mot-- orin. Við sær høvdu teir eina rúgvu av reinsiútgerð. Formaðurin hjá teimum er ein gamal maskinsjefur. Fríggjadagin kemur ein supply-bátur við olju, sum skal reinsa motorin og Ein eykaskrúva er hent, tá ein er langt úti í heimi. Tú kann ikki keypa eina sovorna í einum vanligum sjálvtóku- handli, tekur skip- arin til. leygardagin kemur ein bátur hjá Maersk við nýggjari smyrjiolju. Enn er ikki avgreitt um skotarnir fara heim aftur við supplybátinum ella um teir fara heim aftur við flogfari. Pengar ongan tydning Tá eitt so stórt skip fær maskinskaða við so dýrari last umborð, so hava pengar ongan týdning. Skipið skal fáast siglingarklárt aftur so skjótt sum møguligt. --Hjá okkum er hugtakið "Tíð er peningur" galdandi hvgnn einasta dag, sigur skiparin. Hentleikaflagg og bulgarar Stratus hevur kømur til 58 mans. Men nú telur manningin bert 33 og vanliga eru bert 29 mans við skipinum. Skipið er skrásett í Liberia. Við eru fýra spaniólar, sjey fraklend- ingar og restin av manningini er úr Bulgaria. Hetta verður gjørt fyri at spara pening. Bulgararnir eru seks mánaðar umborð og eru síðan ein ul hálvan annan mánað í landi. Teir fáa bert helvtina at ti løn sum ein fraklendingur ella ein spanióli. Fraklendingarnir og spaniólarnir sigla undir nógv betri treytum. Teir eru fýra mánaðar við og hava síðan tveir mánaðar frí. Sterri enn okkara floti tilsamans Stratus tekur meir enn føroyski skipaflotin til- samans. Skipid er bygt i Bilbao i Spania i 1978. Skipid er 276 metur langt og 40 metur breitt. Frá brúnni og niður i kjølin eru 53 metur. Skorsteinurin er 30 metur høgur. Maskinan hevur eina orku uppá 27.400 hestar.