Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

og Hvannadali, men har er bratt, so tað skulu stór- ar og dýrar byrgingar til sum vit kunnu ætla, tá hugsað verður um nýggja vatnbrunnin fyri 6 mill., ið Havnar kommuna skal gera. Um fiskiidnadarvirki koma til Vågs, hvat er at vóna, og vinnulívið fer at mennast, soleiðis sum lík- indi eru til, so verður ógvuliga skjótt, at vatn- nýtslan verður fleirfaldað. Verður tá vatntrotið møguliga at steðgað øll- um vekstri uttanum Vágsfjerð. Tí átti at verðið hugsað um tað letur seg gera at veita vatnið úr Hovs- og Porkerisvetnum til Vágs, í staðin fyri í Botn, so- leiðis at vatnið kundi verðið nýtt aftur, eftir at hava farið gjøgnum tur- binurnar til virki í sjóvar- málanum og við havnina. Fyrimunir við at leggja stødina í Vági Verður bergholið gjørt til Vágs, verður tað sum sagt ikki longri enn í Botn og hartil munandi bíligari. Tilfar, ið ikki verður nýtt til byrgingar, kann fara til havnarbygging og aðra bygging í Vági. Holið verður at koma út úr hamarinum omanfyri bygdina og verður komm- unan tá at kosta seg niðan har, tá uppdyrkingarveg- ur longu er útstungin at ganga tann vegin. Berg- holið kann, um tað verður vítt nokk, nýtast til flyt- ing av tilfari, sum tervur mátti verðið á til yrgis og aðra bygging í Hovshag- anum, meðan arbeiðið fer fram, so at ikki skuldi ver- ið fyri neyðini at gera fleiri kilometrar langan veg inn eftir Hovsdali. Við einki at gera í Botni, slepst undan tveimum kilometrum av dýrum, innsprongdum vegi oman í Botn, at ger afleiri kilo- veg úr Hovi og inn til vetnini, eisini slepst und- an at gjalda fyri flutning av arbeiðsfólki Vág og Botn. Slepst undan at rudda avfallið frá tunellini burt- ur við at leggja verkið í Vági, vinnur EFS ella SEV at kunna: Selja alt avfallið til havna-, vega- og aðra gerð í Vági og kunna selja vatn til Vágs havn. Útbyggingin verður at fremja framburðsmegu- leikar, ikki drepa teir í hesum helst týandi parti av Feroyum. millum Tvær kraftstødir, ein í Fámjin og ein í Vági Um alt verður útbygt, verða tvinnar kraftsteðir. Tá tervur verður á tí, verður vatnið úr vetnun- ———— [rener um i Botni veitt til annad av hesum økjum. Her er vist å utbyggjan, sum ongan kann skada bara vera til stóran fyri- mun fyri bygdirnar uttan- um Vågsfjørd og fyri alla oynna. Vónandi verða hesi upp- skot og hugsjónir álvars- liga og sakliga vidgjørdar. Umrådandi er at finna skilabestu loysn, sum vit og eftirkomararnir fara at vera nøgd við. Á ólavseku 1991 Karl Nolsøe ÍSRAELS VINIR SJÁLDSOM VITJAN FRÁ JERUSALEM Kom og hoyr dr. Alice Naumoff greiða frá serstøku stødu Israels. Dr. Alice Naumoff heldur hesar fundir: 16. august í Missiónshúsinum í Kollafirði kl. 20.00 17. august Ungmannafelagshúsinum Samljóð í Skopun kl. 19.00 Aftaná fundirnar verður drekkamunn- ur, og hevið verður at seta spurningar. ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN. Framhald av sidu 15 kaniskar fyrimyndir, t.v.s. á meginreglur sum altíð eru nógv einfaldari enn náttúrunnar, og ikki bert tað, hesar mekanisku meginreglur eru av grund- leggjandi ødrum slagi (ka- rakter). Við eðrum orðum: Vit kríggjast móti náttúruni grundað á eina misskiljing av mótpartinum! Í ali- vinnuni er nýggjasta vápn okkara í hesum orrusti ein »vaccineringsmaskina«, ið júst í hesum døgum verð- ur sýnd á einari altjóða framsýning í Trondheimi. Vit skilja vónandi nu, at sjálvt um henda maskina | ger vaccineringina meira | einfalda og tí ódýrari, so | hevur hon við sær. at nú verða stødugt fleiri smolt stødugt fleiri vaccinerað ferðir t.v.s. margfalds stremban verður natturunnar »nåtturuneydugt« at framleida nyggjar virur og uppaftur størri innrås av t.d. laksalus! Hugmóðig sum menn- iskjan er í dagsins samfel- ag, tykist hon heilt at hava gloymt at meðan náttúran hevur ment sín vísdóm og uppfinningar- semi gjøgnum 3 milliardir ár ella meira, so eru roynd- ir menniskjan bert ein ev- arska lítil brotpartur av hesum og í dag er at siga einans á tí teknifreðiliga ekinum, ið einki hevur við lívið at gera. Tá eg her sigi ví dag«, so er tað tí, at tær royndir og tann vitan um lívið í nát- túruni, sum okkara for- fedrar hóast alt hevdu vunnið gjegnum kanska 20.000 ár ella meira, og sum var teirra trygd fyri dagliga breyðið — henda vitan og hesar royndir kveistra okkara lívfreð- ingar háðandi til viks. — Teir hava jú lisið í heili 4 ár á lærda háskúlanum í Keypmannahavn ella Tromse! Men spyr lívfreðingin hvat lív er, og hann verður tær svar skyldugur. Sjálvandi skulu vit ikki aftur til húðaskógvarnar og sluppirnar. Einki end- urtekur seg, hverki í nát- túru- ella menniskjasam- felagnum. Vardu genurnar, náttúrunar dulda tilfeingi Onkur av yngru lívfreð- ingum okkara minnist helst at hann hevur lært, at ofta gera bert ein lítil brotpartur av genunum (arvaeginleikunum) hjá verunum seg galdandi. Nógvar liggja goymdar sum ein væl varðveittur meguleiki (góður ella ring- ur) gjøgnum ættarliðini. Eitt demi um hetta er tá bert annar limurin í einum genu-pari hevur árin og á tann hátt fjalur yvir ella goymir burtur formingar- evnini hjá hinari genuni. Vit siga her at tann fyrsta genan hevur tikið yvir- ræðið. Broytast viður- skiftini/umhvervið mun- andi, hendur tað at hin genan tekur yvirræðið (»dominans«) og myndar veruna so hon »høskar« betri til nýggju viðurskift- ini. Feroyska haran, ið ikki longur er snjóhvít á vetri eins og norsku for- fedrar hennara, er eitt dømi um hetta. Toska- stovnurin á Feroyabanka kanska eitt annað dømi. Menningarlæra Dar- wins: >The survivel of the fittest« (»tann sterkasti yvirlivur«) fekk veru leikanum mønustingin t vísindin kom fram á he his luida tilleingi Bei t móti læri Darwins st erjir og goymir lívið sjálvt nát- túran „tey veiku«, ella rættari sagt: Tað vit í dag halda vera »tey veiku«, júst fyri at hava henda meguleikan til taks, um broytt viðurskifti skuldu kravt tað. Er íkki skapanarverkið undurfagurt? Vøksturbundna skipanin i idnadar- londunum Sum vit skilja er eins og vovið inn í náttúruna sjálva ein stremban móti margfeld og steðugt at royna nýggjar samanset- ingar og nýskapanir. Nógvar av hesum roynd- um eru til fánýtis, tí »ny- skapningarnir< eru her og nú ikki kappingarferir við nevndu »dominantar«. Men sum vit skilja høvdu royndirnar i sjålvum sær ikki verið møguligar, um náttúran ikki vardi »tey veikaru«. Uttan hesi evni náttúrunar vildi menning- in snara øvugta vegin, tvs. minkandi margfeld og at enda vildi alt lív hildið uppat. Nú ynskir veksturbund- na skipanin í ídnaðarlond- unum als ikki eina ynglan- di náttúru, ið ikki ber til at rokna út, men eina ráveru- keldu, ið gevur sum mest av sær. Allir duldir møgu- leikar náttúrunnar skulu tí avdúkast ongantíð ov skjótt og alt fyri hesa skipan ónyttugt beinast burtur. Demi um hett er genu-broytti alilaksurin, ið ikki »fær loyvi« at verða kynsbúgvin fyrr enn hann vigar minst 5-6 kg. At ikki altíð ber til at fáa bæði í posa og sekk hava okkara alarar vónandi lært nú — um ikki annað so á penga- punginum. Hesi ítek í nýskapanar- meguleikarnar hjá nát- túruni eru tá samanum kemur hin veruliga vist- in stendur yvirfyri í dag. Síða 17 A odda fyri hesum ítek- um í náttúruna stendur lívfreðingurin, so sæð frá náttúrunnar síðu hevði navnið »dråpsfrødingur« hóska betri. Tó, hann sum ell vit onnur í Vestur- heiminum eru bert amboð í einari skipan, ið eyðsæð eingin megnar ella vil gera nakað við. Stoða politikaranna Fyri politikaran vildi tað verið tað sum at sagt farvæl til tingsessin, sama um hann opið ásannaði tað vitleysa verandi veksturskipan Vestur- heimsins, tí tá vildi hann verið novddur at tikið fvril 1 ðursk og og k ð g utt tverturímóti 2) mál unum hjá st« ólkum av veljarunum Ti er heldur einki at undrast yvir, at stórfing- na altjóða politiska um- hvervisráðstevnan í Berg- en í fjør varð at siga eitt vónbrot. Tey gomlu »karrieruprinsippini« eru áfram virkin. Hetta er eis- ini galdandi fyri ta í dag mest av øllum umreddu frágreiðing um umhverv- isvernd — frágreiðingin hjá Brundtland-nevndini: „Okkara felags framtíð=É. Eg siggi, at eg sum so mangur annar ådur endi hesa greinarød vid at geva politikarunum av grovfil- ini. Åbyrgdina hava vit øll og vit i Føroyum kanska i nógv sterri mun enn í eðr- um londum, tí flestu av okkum kenna persónlig — og eru har afturat helst eisini meira og minni í ætt við — teir politikarar vit hava valt. Hinvegin hevur politikarin teir festu stovnsleiðararnar og aðr- ar ráðgevar (ið yvirhevur eru settir fyri lívið), sum leiðbeinir hann í hvussu so er flest ellum teimum spurningum, ið eru um- reddir her. Eg eri ikki samdur i okkara stýrisskipan so sum hon er í dag, men eg eri sannferdur um, at skal skipanin halda áfram og skulu vit hava vónir um at koma úr tí hurlivasakendu »aftur og fram«-stødu vit eru í nú, so mugu vit í hvussu so er áramálsseta hesar stovnsleiðarar og ráðgevar, tí tað eru teir, ið veruliga stýra landinum. Tórmóður Dahl