leygardagur 17. august 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Anfinn Kallsberg, tingformaður:
Burtur við meiri-
lutadiktarurinum
Viðgerðirnar í tinginum skulu gerast meira demokratiskar -
andstóðan skal takast meira við uppá ráð. Tingformaðurin
tekur undir vid løgmanni um at fáa stórri samvinnu millum
allar flokkar á tingi
Anfinn Kallsberg, tingfor-
maður tekur undir við
Atla Dam, løgmanni, sum
í ólavsgskurgðu síni bjóðar
til stórri samvinnu í ting-
inum - tvørtur um floks-
Nú ungið skjótt kemur
saman aftur hevur Sosial-
urin spurt tingformannin,
hvørja viðmerking hann
hevur til tann partin av
Olavsøkurødu løgmans,
har hann bydur andstødu
ul samarbeiði í unginum.
-Eg eri sera fegin um, at
løgmadur tekur henda
tåttin upp í Olavsøkurød-
uni, ti tørvur er å at fåa
tingið at virka meira sum
eitt debatforum, har tey
einstøku málini ikki verða
trumlað igjøgnum av eini
samsgongu men væl og
virðiliga vidgjørd av
øllum flokkum.
Anfinn Kallsberg sigur,
at tað eftir hansara tykki í
alt ov stóran mun hevur
verið meirilutadiktatur
galdandi í føroyksum pol-
itikki, og hetta hevur
eisini ávirkað viðgerðina í
tinginum.
-Alt ov oftani hava vit
sæð, at ein einsamallur
tingmaður, tann sokallaði
17. maðurin, hevur kunn-
að blokerað fyri
skilagóðum loysnum. Eg
haldi tað er uppá tíðina, at
vit fáa stórri samvinnu
millum flokkarnar í
tinginum.
Og hann heldur fram: -
Tað skal vera ein demo-
kratisk process, sum fer
fram. Vit mugu koma
burtur frá hesum, at alt
tað, sum samgongan ger,
er tað einasta rætta, og alt
tað, sum andstødan sigur
er skeivt. Hetta hevur
tíavnerri leingi verið so,
og tað er uppá tíðina at
leggja henda ringa sið av.
Tá samanumkemur eru
allir flokkar sekir og hava
ábyrgd av tí, sum er farið
fram hesi mongu seinastu
-Soleiðis sum stødan er
í dag eiga vit at appelera
til allar ábyrgdarmenn um
at vera við til at fremja
nakað skilagott. Vit mugu
ikki loyva yvirbjóð-
ingarpolitikki í hesi tíð,
tað hava vit ikki ráð til.
Anfinn Kallsberg, tingformaður er samdur við Atla
Dam, løgmanni, sum í ólavsókurgðuni beyð til
fjøltåttada samvinnu í tinginum
Samgonguskjalið
-Nú er tú tingformaður og
hevur sum so rættiliga
stóra ávirkan á, hvussu
arbeitt verður í tinginum.
Fer tú at leggja tingar-
beiðið ødrvisi til rættis í
hesi setuni og fremja orð-
ini hjá løgmanni í verki?
-Samgongan hevur
sjálvandi gjørt sær ymsar
tankar um ein politik í
samgonguskjalinum, men
hetta skjal er meira at
meta sum nakað
yvirornað, har tú stingur
út í kortið stóru linjurnar
og málsetningin. Tað vil
so koma fram nógv, sum
vit ikki vistu nakað um, tá
vit gjørdu sam-
gonguskjalið.
-Mín meting er tann, at
sjálvandi skal tingið við-
gera gli mál har koma við
størsta álvara og við virð-
ing fyri teimum, sum
leggja hesi mál fram. Tað
er ikki serliga hugaligt at
vera tingformaður, tá allar
politiskar avgerðir eru
avtalaðar frammanundan,
áðrenn tær koma í tingið.
Tá er lítið kjøt á lógar-
viðgerðini í tinginum, tí tá
er málið bara nakað, sum
skal skundast igjøgnum,
nakad, sum skal fåast frå
hondini sum skjótast.
Broyta mannagongd
Slíka mannagongd heldur
Anfinn Kallsberg verða
skeiva og hann fer at gera
alt tað hann er mentur fyri
at broyta hana og heldur
tað ti vera gott, at løgmad-
ur ger vart við júst hetta í
6lavsøkurødu síni.
-Kunnu vit fáa eina
betri og meiri
demokratiska viðgerð av
málunum í tinginum, tá
verður tað eisini meira
áhugavert at vera
formaður leggur Anfinn
Kallsberg aftrat.
Hann vísir á, at sum
tingformaður ætlar hann
ikki at skunda málini
igjøgnum ella geva ting-
monnum ov stutta freist at
seta seg inn í tey. Heldur
ikki ætlar hann at gera tað
til vana at leggja viðgerð-
ina av ólavsgkurgðu og
fíggjarlóg saman.
-Stødan í fjør var eitt
sindur óvanlig. Vit høvdu
val í ótíð, fingu eina
provosoriska fíggjarlóg og
fingu nýggja samgongu.
Eg skal viðganga, at tá
landsstýrið í fjør bað um
loyvi til at útseta freistina
fyri framløgu, tá átti
avleiðingin eisini at verið
hon, at tingsetan varð
- longd samasvarandi.
Neyv ætlan fyri
alla tingsetuna
-I ár havi eg lagt eina ætl-
an fyri alla tingsetuna.
Sjálvur framløgudagurin
verður nakað fyrr enn í
fjór. Ætlanin er at tingið
skal fara til hús áðrenn
flaggdagin.
Anfinn Kallsberg sigur,
at ólavsgkurgðan kemur
til viðgerðar tann 22.
august, tvs. áðrenn
fíggjarlógin verður
framløgd. Hetta er ikki
hent í fleiri ár.
Uppá fyrispurning
hvussu stóran týdning
hann heldur viðgerðin av
ólavsgkurgðuni hjá løg-
manni hevur, sigur Anfinn
Kallsberg, at tað hevur
sera stóran tydning fyri
tingmenn, at teir kunnu
vera við í einum aðalorða-
skifti, sum gevur teimum
møguleikan at "avreagera"
og siga nøkur ting, sum
liggja teimum uppá hjarta.
Ætlanin er annars at lata
fíggjarlógina liggja
frammi í ein mánað, og so
taka eitt orðaskifti.
-Eg vóni annars, at lands-
stýrið kann koma við
teimum flestu málunum
fyri nýggjár, soleiðis at vit
hava januar, februar og
mars til tær tungu nevnd-
arviðgerðirnar. Hyggja vit
at samgonguskjalinum
síggja vit, at ein stórur
partur av teimum tungu
málunum longu er av-
greiddur. Hetta ger
kanska, at skotbráið og
møguleikarnir at viðgera
málini verður betri enn í
fjør. Sidsti framløgudagur-
in kemur so at liggja
Nr. 149 — 17. august 1991
einaferð í februar, og so
trúgvi eg ikki, at nakað
verður skundað igjøgnum
sigur Anfinn Kallsberg at
enda.
jan
Svenskt blað:
Meiri laksur I
svensku áunum
síðani føroyingar
góvust vid veiðuni
Sviar eiga ti at vera við til at gjalda fóroyingum fyri
mistu veiðuna
Tað at føroyingar eru
givnir við at veiða laks
norðan fyri hevur longu
givið úrslit. Sambart sven-
ska blaðnum "Hallands
Nyhed" er nú væl meira
av laksi
áunum aftur. Blaðið
skrivar, at orsøkin til hetta
er tann, at føroyingar eru
gingir við ul at selja sína
kvotu og harvið gevast við
fiskiskapinum.
Blaðið vísir á, at ein
partur av laksinum, sum
føroyingar hava veitt
kring Føroyar, er laksur,
sum annars leitar sær
heimaftur til svensku
åimar. Í 1990 vóru 11%
av laksinum, føroyingar
i hallendsku =
veiddu, merktur laksur úr
Svøriki.
Vist verdur å, at føroy-
ingar hava fingið eina
laksakvotu uppá 550 tons
fyri 1992. Tað merkir so-
statt, at 50 til 60 tons av
laksinum, sum føroyingar
hava møguleikan at veida,
er svenskur laksur.
Blaðmaðurin Lars Ros-
enberg heldur fyri, at sviar
ti eiga at vera vid til at
gjalda føroyingum fyri
ikki at fiska laksin. Hetta
halda svenskir fritidar-
fiskarar og feløg teirra
eisini vera náttúrligt, men
stjórnin = tekur neyvan
undir við teimum í ti
skrivar Hallands Nyhed.
Annars er avtala gjørd
millum Føroyar og so
Ísland, USA, Kanda og
Noreg um, at føroyingar
skulu fáa eina ávísa upp-
hædd afturfyri ikki at
fiska laksakvotuna. Hesi
londini hava sum so keypt
kvotuna frá føroyingum
fyri at tryggja, at laksurin
hesi londini seta út í áirnar
- og sum leitar sær til
fødiøkini norðan fyri
Føroyar - kann venda
aftur í hesar áir og veiðast
av frítíðarfiskarum,
soleiðis sum ætlanin hevur
verið við útsetingini.
jan
Mer lax í de hallindska åarnaf
er. í Fote I G JOHANSSON
ro Man kunde tycka att Sverige
borde vara med och betala
Den åsikten finns också hos
wor får få- svenska sportfiskeorganisa
r. tioner, men inle hos zegetin þ