Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 149 — 17. au SL TIPS: 1991 | Nú verða yvir- læknarnir settir - og leiðslan fyri sjúk sjúkrahúsverkið fær greið boð úr lands- stýrinum: Læknar skulu flytast millum sjúkrahúsini, so øll trý kunnu virka við rímiligari manning -Einki er málið horvið um setan av teimum sjey yvir- læknunum. Málið liggur púra greitt í Tinganesi, og teir, ið skulu setast, fáa fyrsta dagin boð um hetta. Hetta sigur Jóannes Ei- desgaard, landsstýrismaður í sjúkrahúsmálum í við- merking til gitingarnar í Dimmalætting í farnu viku. Dimmalætting gitti, at málið um starvssetan- inar var horvið. Tað hevur verið dúgliga gitt um ymiskar trupul- leikar í samband við hesar starvssetanir, og hví av- gerðin er drigin út. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at hann sum lands- stýrismaður í sjúkrahús- málum ikki einans hevur ábyrgdina av landssjúkra- húsinum, men av øllum sjúkrahúsverkinum. Og tað hevur einki við málið at gera, hvgr valdur er í hvørjum valdømi. -Sokallaða konvertering- in - at gera um 1. hjálpar- læknastørvini til yvir- læknastørv - kundi lættliga havt vid sær, at tey bædi smærru sjúkrahúsini vóru avfólkaði fyri læknar, og tí kunnu vit ikki liva við. Eg valdi tí heldur at steðga á eina tíð fyri at royna at loysa læknaspurningin fyri alt landið heldur enn bert Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í sjúkrahúsmálum fer nú at geva leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið greið boð: Tað verður tykkara uppgáva at fáa alt sjúkrahúsverkið at virka við rímiligari manning ein part av tí. Landsstýris- maðurin sigur seg nú nærkast eini heildarloysn. Fund við sjúkrahússtýrini Jóannes Eidesgaard setti seg í samband við sjúkra- hússtýrini, og bað hesi koma við sínum sjónar- miðum. Hesi sjónarmið hevur hann fingið, og nú fer hann at boða teimum til fundar. Landsstýrismaður- in sigur, at leiðslan fyri sjúkrahúsverkið fær boð frá landsstýrinum um, at teir sjey yvirlæknarnir nú verða settir, og at tað nú verður upp ul leiðsluna at fáa øll trý sjúkrahúsini at virka forsvarligt. Milum annað soleiðis, at læknar- nir skulu kunnu skifta millum gll sjúkrahúsini. tór.- Føroyska koppingar- útgerðin vælumtókt Norskur alari keypti koppingarmaskinuna og mong onnur vóru sera áhugaði ere Koppingarútgerðin til ali- fisk, sum Sea Plant Fiski- vinnuútgerð í Havn hevur gjørt, var sera væl móttikin á stóru Aqua Nor fram- sýningini í Noregi herfyri. Jákup Magnussen, stjóri sigur seg vera sera væl nøgdan við teir mongu fyrispurningarnar teir fingu á framsýningini. Tað vóru serliga alarar úr Noregi og frá Miðalhavs- økinum, sum vístu stóran áhuga. Somuleiðis fólk frá djóralæknatænastuni í Canada og Bretlandi. Tað er kanska Miðalhavsgkið, sum er serliga spennandi í hesum sambandi, tí hetta er eitt komandi aligki. Sea Plant Fiskivinnu- útgerð hevur enn bert gjørt ta einu maskinuna, og hana keypti ein norskur alari á framsýningini. -At gera upp hvat áhugin á einari tílíkari framsýning fer at geva okkum er sera torført, tí vit síggja ikki verulig úrslit fyr enn góð tíð er fráliðin. Eisini skal havast í huga, at kopp- setingin fer fram um várið, og tað vera tí ikki teir mongu alararnir, sum keypa sær útgerð hálvt ár frammanundan, men nú vilja vit nýta hesa tíð til at halda okkara sambond við tey áhugaði viðlíka, sigur Jákup Magnussen. Stórir fyrimunir Hetta er einasta útgerð av sínum slag á marknað- inum yvirhøvur. Utgerdin kann brúkast at koppseta úti á sjålvum alibrúkinum. Umframt at koppseta, skilur útgerðin eisini laksin í støddir og telur hann. Maskinan kann eisini nýtast til smolt. Í dag verður vanliga koppsett við hond, men hetta er ikki heilt vanda- leyst. Jákup Magnussen sigur, at roknað verður við, at fólk koppseta um tíman millum 1000 og 2000 fiskar við hond, og tá kann tað lættliga koma fyri, at ein stingur seg sjálvan. Tað kann vera lívsvanda- mikið. Í Noregi eru í ár 50 fólk endaði á sjúkrahúsi av hesi orsøk, onkur í lívs- vanda. Frammanundan er ein onnur koppsetingar- maskina á marknaðinum. Hendan er sjálvvirkandi, men kann bert nýtast í samband við koppseting av smolti. Hon kostar tríggjar ferðir so nógv sum tann føroyska, sum kann seljast fyri 80.000 krónur. Alt arbeiði av føroysku koppingarskipanini verður gjørt i Føroyum. tór.- Løgtingsformadurin hevur sett tveir dagar av til umrøduna av réðuni, AtliDam, løgmadur, helt á ólavsóku Tingið kemur saman hóstlagin Klokkan tíggju hósdagin kemur tingið saman. Ætlanin er, at fyrstu báðir dagarnir fara til at viðgera røduna, løgmaður helt á ólavsgku. Viku seinri verður uppskotið til fíggjarlóg lagt fram. Anfinn Kalsberg, tingformadur roknar við, at umrødan av fíggjarlógini verður í seinru helvt av september. Av ødrum málum, sum tingid fer at viðgera í heyst verður m.a. rúsdrekkamálið, sum Rættarnevndin hevur arbeitt við sum millumtinganevnd. Í vár boðaði landsstýriskvinnan Marita Petersen frá, at hon vildi taka stig til eitt aðalorðaskifti um skúlapolitikk. Løgtingsformadurin roknar við, at uppleggid frá Maritu Petersen verðu: framlagt tå fíggjarlógaruppskotið kemur, og at sjálvt orðaskiftið um føroyska skúlan verður síðst í september. tór.- Tveir á Linju 3 í Havn og í Runavík Nú ræður um at tryggja sær atgongumerki Å Friggjadagin 6. og leygardagin 7. september fara teir báðir, Anders Bircow og Thomas Eje úr Linju 3 at skemta um bæði donsk og føroysk viðurskifti. Framførslurnar verða i Havn og í Runavík. Men longu nú mánadagin ber til at tryggja sær atgongumerki. Í Havn verða tey at fáa á Kunningarstovuni, í LM-handlinum og hjá S. H. Jacobsens Radiohandli. Uttan fyri Havnina selur kioskin Vár í Runavík, Shell-stødin í Gøtudali og kioskin Centrum á Norðskála, atgongumerki. Kostnaðurin er 150 krónur