Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

að Eftir ein góðan fy ógvusligum HB-trýsti kundi B 36 fyri fyrstu ferð síðani 1965 taka ímóti FSF-gulli Tá tveir minuttir vóru leiktir útyvir vanligu tíðina mikukvøldid, fekk B 36 endiliga frið í sálina: B 36- liðið hevði vunnið Løg- manssteypið við so manni- liga at berjast fyri at varð- veita 1-0 leidsluna, sum Bergur Magnussen syrgdi fyri í 11. minutti. HB-trýstið síðstu tíggju minuttirnar var øgiligt, men tað var ikki so nógv tað, tiB 36 vardi væl fyri sær. Tað var meira tankin um, at tað skuldi eydnast HB at javna út og harvið syrgja fyri umdysti. Men tað gekk... Sigurin OK! Spurningurin er um ikki HB hevði drigið longra stráið í einum umdysti. Ikki bara tí liðið sálarlig- aliga hevði komið omaná B 36 við eini útjavning, men tí B 36 hevði givið al: í vanliga dystinum, sum tað vildi vinna. Hóast HB kann gremja seg um misbrúktar møgu- leikar, og hóast ein sinnil- iga kann siga, at sigurin kundi farið báðar vegir, so var B 36-sigurin uppibor- in. Í einum leikliga góðum fyrra hálvleiki var tað B 36, ið vísti tað klókasta, tað besta og tað frekasta álopsspælið við Karl Arna Egholm sum bóltspjaðara og Jákup Símuni Simonsen sum drive, og longu í fimta minutti misnýtti Kári Reynheim risamøguleika eftir gott samanspæl í høgru síðu saman við Ják- up Símun Simonsen, sum endaði við at senda góða avlevering innfyri. Kári í lyklasteðu Kári Reynheim kom rætti- liga til sín rætt, eftirsum breiddin í B 36-spælinum við teimum nógvu flyting- unum hevði vid sær, at B 36-spælið var rættiliga vandamikið utan hann, samstundis sum hann upp- ték ein mann. At hann harumframt visti nakrar av sinum knivskørpu dribling- um fyri sidani at lata båltin frå sær, gjørdi, at HB-verjan onga løtu fekk frið í fyrra hálvleiki. Berg- ur Magnussen (ið Petur Simonsen klókliga hevði tikið fram um Regin Arge í júst hesum dysti) hevði rættiliga viljan til at flyta seg í kombinatiónsspæl- inum umframt at hann eis- ini gjørdi vart við seg í verjupartinum, - serliga í- móti endanum. Hekk ikki saman HB fótaði sær ikki fyrr enn korter var farið av dystin- um og átti næstu 20 min- uttirnar, til B 36 fekk yv- irvåg aftur seinastu tiggju minuttirnar av hålvleik- inum. Men HB-spælid hekk als ikki saman sum tað gjørdi í landskapping- ardystinum, og yvirhøvir rra hålvleik og ótolandi spennandi endaspurt við var tað bert Bogi Dam, ið veruliga tordi bjóða B 36 av. Og tað gjørdi hann, so tað forslóð: hann fintaði, driblaði og fór igjøgnum, so tað var ein fragd at síggja... har var einki loft fyri optimismu, vilja og gleði. Umframt eitt skot á tvørstongina, hevði hann eisini størsta kjansin í dystinum, sum kundi krýnt eitt einastandandi persón- ligt avrik. B 36 hevði verju Spælið hjá Boga Dam var hinvegin eisini ein á- bending um, hví HB-spæl- id ikki hekk saman. At Rói Arting helt í so nógv uppá bóltin, var ikki uttan orsøk: B 36 hevur fingið eina verju aftur! Í leikskránni stóð, at Uni Arge og Gunnar Mohr tað sama kundu seta seg út á beink- in, - teir fingu ikki bóltin kortini! Í so nógv avgjørt, men ikki meira enn so, at A / 149 17. august 1997 EEE A = — B 36. Vinnari av Løgmanssteypinum 1991 Aftast frá vinstru: Jonhard Olsen (liðleiðari), Rógvi Thorsteinsson, Kári Reynheim, Petur Amon Dalbø, Jens Kristian Hansen, Tummas Eli Hansen, Karl Arni Egholm, Jákup Símun Simonsen, Bogi Jacobsen og Petur Simonsen (venjari) Fremst frá vinstru: Bergur Magnussen, Sofus Clementsen, Regin Arge, Egin Høgnesen, Dánjal Petur Johansen, Kári Gullfoss og Finnur Andreasen (mynd: Absalon Hansen) tað var rárasta hending at teir - og serliga Gunnar - sluppu frá sínum marker- ingsleikarum; teir vóru sum í tvinguni. Her er eingin HB'ari at finna kundi HB-midvøllurin siga við eini skaldsligari um- skriving. Tå so Petur Amon Dalbø var farin at brúka mussa- skóðið til at stýra verjuni og hartil oftast spældi seg burturúr trupulleikunum, so var tað ein verja, ið Eg- in Høgnesen í málinum kundi kenna seg tryggan aftanfyri. Søgan var tann sama á midvøllinum, har Reynheim og Gullfoss 6- troyttiliga løgdu upp fyri tí, ið vantar í verjupartin- um hjá Karl Arna, sum skilliga hevði fingið boð um at halda seg heima eftir at hava sent álopið av stað. Missing link Við øðrum orðum: hyggjuráðini hjá HB at opna B 36-verjuna vóru íðiligar flytingar og/ella knappar driblingar. Dyst- urin vísti, at tað er langt burturfrá, at HB hevur fingið spælið at hanga saman. Tað strandaði alt ov ofta ímóti teimum å- grýtnu B 36-leikarunum, ið spældu so nærlagt, sum tú ikki hevur sæð tað fyrr í ár. Eftir vóru dribling- arnar. Tær miseydnaðust úti á vellinum, meðan Bogi Dam fekk alt, alt ov góar sømdir frå Jens Kristian Hansen, id ong- antíð fekk sett seg í respekt hjå HB'aranum. Tað er ikki ov nógv sagt, at flestu av stóru HB- møguleikunum stóðust av hesum missing link i B 36-verjuni, ti midverjan noyddist at ganga frá. Teir Størstu, tá Tummas Eli Hansen metir skeivt um bólt innfyri, so hann slepp- ur at fara til ein blanka- leysan Una Arge, ið sendi