Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Guttorm Djurhuus, bátasmiður: So er tað Ef- arknaðurin Nr. 149 — 17. august 1991 tíðindablaðið Vit hava saman við JAK Sonur í Miðvági gjørt ein bát, sum er skræddaraseymaður til útflutnings, og vit hyggja serliga eftir menningarøkjunum innan felagsmarknaðin, eitt nú Portugál, útnyrðhornið á Spaniu og eisini fiskiveiðuni við fronsku vesturstrondina, sigur Guttorm Djurhuus, stjóri á Mariniplast i Kalbak Veruleikin er, at føroyski marknaðurin er dalandi og ti mugu vit hyggja eftir nyggjum marknadi. Vit hava nå gjørt frumbåtin, prototypuna til ein út- róðrarbát, sum vit hava møguleika at selja á altjóða marknaðinum, tal- an er ikki bert um ein bát, men ein bát, sum er klárur til fiskiskap, ein pakkaloysn., sigur Gutt- orm Djurhuus, stjóri á Marineplast. --Vanligt hevur verið, tá vit hava gingið nýggjar leiðir, at vit hava leita eftir marknaði í Grønlandi, Íslandi, Kanada og aðra- staðir. Í løtuni er fel- agsmarknaðurin tann mest åhugaverdi, sigur Guttorm Djurhuus. Menning --Higartil hava regio- nalgrunnarnir í EF, tað er menningargrunnarnir fyri tey tilafturskomnu gkini innan felagsmarknaðin, serliga givið studning til stórri fiskifør. --Hetta er broytt í dag, nú verður stuðul latin til smærri bátar og her er júst okkara nøguleiki. Nýggi báturin hjá okkum verður kappingarførur í prísi. Og dygdin er ongin ivi um, sigur Guttorm Djurhuus. Á stevnu Guttorm Djurhuus og stjórin á JÆK og Sonur í Miðvági fara at sýna bátin og snellurnar fram á heimsins stórstu fiski- vinnusølustevnu, sum verður hildin í spanska býnum Vigo frá 10-15 september . Talan er um stórstu fiskivinnustevnuna í heim- inum. Har verða 278 básar úr 22 londum. 660 fyritøkur eru umboðaðar. Finskur uppruni Báturin, sum hevur fingið heitið, "Naviga 34" er ikki burturav av føroyskum uppruna. Mar- ineplast hevur keypt Orð: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov tekningina frá eini finskari fyritøku, og nú eiga føroyingar øll rættindi til hetta bátasniðið. --Vit hava gjørt ymiskar broytingar uppá bátin og gjørt hann so effektivan og arbeidsligan sum møguligt. Her koma okkara drúgvu royndir innan glastrevjavinnuna okkum til góðar, sigur Guttorm Djurhuus. --Báturin er stórsti seriu- bygdi glastrevjabåtur sum nakrantid er gjørdur i Føroyum. Aðrir einstakir bátar eru størri, eitt nú fóðurbáturin hjá Mortan Johannesen, sigur hann. Skjótt gangandi "Naviga 34" er ein skjóttgangandi bátur. Hann hevur ein 225 hesta Cummnius maskinu, hon er av amerikanskum upp- runa, men er framleidd í Bretlandi. Við hesi mask- inu gongur báturin 17 míl í góðum veðri. Báturin er væl inn- rættaður. Eitt nú standa ikki fiskakassar á dekk- inum. Men lastin er býtt sundur í smærri rúm og dekslúku. Hendan skip- anin ger dekkið nóg rúmligari at arbeiða á Einasti kassin, sum stendur å dekkinum, er motorhúsin. Og hendan krevur skipasýnið tí skal okkurt mask- gerast í inrúminum og sjógvur er á Jákup Joensen frá J&K og Sonur í Miðvági saman við Guttorm Djurhuus. Í stýrhúsinum situr Julius Poulsen fra radiohandlinum Contriv í Klaksvík. Hann hevur eisini latið útgerð til brúnna. Frammi í lugarinum síggja vit í krúllin á Ola Hendrik av Fløtum frá skipasýninum. dekkinum, so er neyðugt við einum kassa. Báturin er eisini væl útgjørdur í stýrihúsinum. Hann hevur satelittnav- igatión, litekkolodd, rad- ara og telefon. Umborð er wc og kabyss, umframt trýggjar koyggjur. Tað eru góðir møguleikar at liggja úti í einum tílíkum báti í einar 4-5 dagar. Selja í Fsroyum —Eg rokni ikki við stóru søluni í Føroyum, men ein nåttårlig útskiftina av båtum fer altid fram og tå kunnu vit vera við. Bát-- urin er såubygdur og ber Í á sjónum, sigur sjónarmiðið við sum båtinum er, at vit fyri og tann keyparin fær eisini serynskir uppfylt. Leveringstíðin til bátin er il fýra mánaðar, gEVuUr seriuframleiðslu nstaki