Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Oddbjørg Poulsen Jesus stillar stormin Klipp allar hesar småu myndirnar ur bladnum. Royn og legg tær saman til eina heila mynd, sum tú kann líma á eitt tunt papp. Síðani litar tú myndina. Ein dag, tá ið Jesus hevði hjálpt "nógvum menniskjum, fóru Hann og lærusveinarnir í ein bát. Men nú með- an teir sigla verður so harður storm- ur, at aldurnar fjaldu bátin. Tá vórðu lærusveinarnir ræddir. Men Jesus lá og svav. Tá fóru læru- sveinarnir og vaktu Jesus, og Hann hótti vindin og legði aldurnar, so blikalogn var. Keyp ein lykil vinn ein Ford Fiesta Nr. 149 — 17. august 1991 Heimamissiónin undir nytt og óvanligt tiltak fyri at savna pening Keyp ein lykil, og tú kanst vinna ein spildurnýggjan bil eftir einans 5 sekund- um! Soleiðis ljóðar í einum nýggjum og óroyndum til- taki, ið Heimamissiónin í Feroyum nú er farin undir. Ístaðin fyri at selja lutaseðlar kunnu fólk nú keypa ein lykil, — og er talan um LYKILIN, ið passar til Ford Fiesta-bil- in, eigur tú bilin. Farið verður undir at selja hesar lyklar nú leyg- ardagin 17. august, og selt verður til 31. august. Frá 2. september til 14. sep- tember er so meguligt hjá fólki at royna, um tey hava rætta lykilin til bilin. Kring alt landið Ætlanin er, at eisini fólk uttanfyri meginøkid skal fáa høvi at royna seg við lyklinum. Bilurin fer at koyra runt í ymsum bygdum og oyggjum eftir fastari skrá, sum boðað er frá niðan- fyri. Er vinnarin ikki funnin leygardagin 14. septembr, fer bilurin aftur til Heimamissiónina. Vinnarin verður funnin á tann hátt, at lykilin skal setast í ein serligan form. Vinnara-lykilin hevur eis- ini eitt serligt frámerki, so ivi ikki verður um, at júst hesin lykilin er tann rætti. Men tey, ið ikki vinna bil- in, hava tó ein meguleika aftrat — tí burturlutaðir verða eisini 18 eykavinn- ingar, ið er ein bilreinsan frá Ditec Carclean Centre. Gingið verður hús úr húsi at selja. Í alt eru 2500 lyklar gjørdir og kostar hver lyk- il 100 kr. Skrá: Mánad. 2. sept. kl. 12.00-21.00 hjá WP-Bilas., Tórsh. Týsd. 3. sept. kl. 8.00-13.00 við missiónsh. í Hvalvík Týsd. 3. sept. kl. 15.30-21.00 við FK í Miðvági Mikud. 4. sept. kl. 12-21.00 við Sjómansh. í Runavík Hósd. 5. sept. kl. 13-19.00 við KFUM&K í Klaksvík Fríggjad. 6. sept. kl. 12.30-18.00 við kirkjuna á Sandi Leygard. 7. sept. kl. 13-17.00 við skúlan í Trongisv. Dagstovnurin á Argjum Vegna farloyvi søkja vi eftir Varaleiðara frá 01.10.1991 til 01.09.1992. Starvið er 40 tímar um vikuna í vøggustovuni. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri. Umsókn við meguligum prógvum verða at senda áðrenn 1. sept. Dagstovnurin á Argjum Tradagøta 55 160 Argir Merk ønom = Dagskeið Fólk hava vent sær til okkum og biðið um, at merkonomútbúgving verður skipað sum dag- skeið, og tí bjóða Skeið- tænasta Handilsskúl- ans nú skeið í grund- lærugreinunum Virkisfyriskipan og virkisbúskapi um dagin. Hver grund- lærugrein er 56 tímar og lisið verður tveir fyrrapartar/seinna- partar um vikuna á Feroya Handilsskúla í Havn. Um 20 fólk verða á hverjum skeiði, verður kostnaðurin kr. 1.500,00 fyri hverja grundlærugrein. Lut- takarin rindar sjálv/ur lærubekur. Endamálið við mer- konomútbúgvingini er at geva verandi og komandi leiðarum og millumleiðarum innan tað almenna og privata meguleikan at ogna sær bókliga vitan um arbeiðseki teirra og so- statt betra um førleika sín í tí dagliga arbeiði- num. Fyrimunirnir við at fara á dagskeið eru m.o. At meguleiki er fyri at gera skjótari av. Merkonomútbúgv- ingin kann gerast liðug upp á 1 1/2 ár í staðin fyri 3 ár. At meira fæst burturúr skúlanum, tá ið lisið verður um dagin. Kveldið kann nú brúkast til fyrireik- ing. At tey, sum hava lang- an arbeiðsdag og ábyrgdarfult ar- beiði, kanska ikki fáa tað burturúr, sum tey áttu at fingið, tá ið tey ganga í skúla um kveldið. At tey, sum hava små- bern, ofta hava trupulleika við at fara avstað í skúla um kveldið. Próvtekurnar verða so- leiðis: Virskisfyriskipan 16.12.91 kl. 08.30. Virkisbúskapur 18.12. 91 kl. 08.30. Skeiðleiðarar = verða Georg Suðurgarð í virkisfyriskipan og Joan Pauli Poulsen í virkisbúskapi. Tilmeldingarblað fæst á Handilsskúla- num og skal vera inn- latið í seinasta lagi 21. august 1991 kl. 12.00. Vegna summarfrítíð- ina er freistin at lata tilmeldingarblaðið inn útsett. Tey, sum hava meldað seg til, fáa boð, nær skeiðini verða, pr. tlf. hósdagin 22. aug. 1991. Nærri upplýsingar um skeiðini fáast við at ringja til Føroya Hand- ilsskúla millum kl. 10.00 og 16.00. Íslandskir lundar Enn er nakað av lundum at fáa fyri Kr. 15,00 pr. stk. Bílegging á tlf. 73247. Suðuroyar Kjøtsøla, v/Rudolf Tausen, Vágur