leygardagur 17. august 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Nr. 149 — 17. august 1991
John Jarndyce (Denholm Elliot) og Ada
Claire (Lucy Hornak).
Sunnudagin kl. 20.40
Bleak House 1:4
Charles Dickens sendireðin í fýra pørtum
um lagnuna hjá børnunum Ada og Ric-
hard. Ein dagin koma tey saman við ein-
ari foreldraleysari ungari kvinnu á góðsið
hjá John Jarndyce, Bleak House. Hann
skal verða verji hjá bernunum, men
skjótt eru øll møgulig fólk um tey, nógv
undarligt hendir, sum tey eru ov ung at
skilja.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tlf. 156 16
Týsdagin kl. 19.25
Sirkus 1:3
Barnasending við føroyskari
talu
Hetta er ein »lagkøkusøga«, og skemti-
ligt er at siggja teir triggjar klovnarnar
Alfredo, Charlie og Binalto frå »Sirkus 3«
koma inn å pallin.
Alfredo hevur gjørt eina lagkøku, sum
hann krógvar undir einum teppi, meðan
hann ger glasingina, sum hann skal
pynta kekuna við. Hann gandar egg...
men so koma Charlie og Binalto at arga
hann. Hverja ferð hann hevur gandað
sær eitt egg, brotnar tað, og tá ið hjálpar-
menninir royna, gongur ikki betri.
Men at enda eydnast at fáa glasingina
lidna, og erpin skrivar Alfredo eitt stórt
»A« á køkuna.
SU
UG
»
*
+
«
..
på
2
+
på
.
Alfredo, Binalto og Charlie. (Jan Mar-
tensson, Jan Kierulf og Bo Bjerregaard).
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Charlie og Binalto seta seg til borðs at
fáa sær. Men hetta ætlaði Alfredo ikki.
Hann vil sjálvur eiga kekuna, og so renn-
ur hann við henni og hinir aftaná...
Fleiri stuttfilmir eru eisini í hesum
sendingunum, sum vísa á tað, sum hend-
ir millum klovnarnar, sigur Nanna Salo-
mon, sum hevur leikstjórnað sendingun-
um.
Í hesi fyrstu sendingini er filmurin um
ein ógvuliga sterkan ravn, sum altíð vil
klára seg sjálvan og tð verður hildin
uttanfyri. At enda verður hann mestsum
ov djarvur og fer at berjast móti toruni,
og tá endar galið. Hinir gera gjøldur
burturúr honum og noyðast at venda aft-
ur til hinar ravnarnar.
Sendingarnar hava feroyska talu, og
tað er Gundur Mortensen, sum leggur
redd til.
Baby Doll
Danskur ræðufilmur frá 1988 um Evu,
sum ætlar at eiga fyrsta barn sítt á ein-
Mette Munk Plum, Birgit Sadolin og
John Hahn-Petersen.
um garði, har eingin býr nú, men sum
omma og abbi hennara hava átt. Men alt
verður ikki so einfalt og hugnaligt, sum
hon hevði vónað... í einsemi.
Hósdagin kl. 20.45
Advokatarnir
4.
Eitt hevuðsvitni svíkir Kuzak, og tað
kostar henni nógv, men ikki órættvíst.
Sifuentes hevur eina »pinliga« uppgávu.
Hann skal verja eitt sjúkrahús móti for-
eldrum, sum hava verið fyri eini van-
lukku, og hann skilir tey væl.
Meira sjónvarp til børn:
Fyra fólk fara at
gera barnasendingar
Zakarias Hammer við
Nú fer summarfrítíðin hjá
sjónvarpsmanningini at
vera av og vetrarskráin
byrjar í næstu viku. Fyrsta
tíðindasendingin verður
tyskvøldid.
Sjónvarpið hevur lagt
sær eina skrá til rættis við
teimum føroysku sending-
unum, sum eru í umbúna.
Tað verða nógv fleiri
barnasendingar enn tær,
sum hava verið fyrr í ár.
Umframt sendingina
"Okkara lýta", sum er eina
ferð um vikuna, verður
barnaløta hvørt tyskvøld
og friggjakvøld. Hesar
vera upprunaligar føroysk-
ar sendingar, og fara fyra
fólk at taka sær av hesum
sendingum.
Rangt og rætt kemur
aftur eins og spurnarkapp-
ingin um hvør best kennir
landið. Hesar sendingar
fara Leivur Hansen, Jóg-
van Eli Dam og Ólavur
Clementsen at leggja til
rættis.
Malan Johannesen kem-
ur aftur við skáanum og
sendingini "Manna mill-
um".
Umframt at senda frå
teimum trimum EM-dyst-
unum verða seks ítróttar-
sendingar í heyst.
Tróndur Djurhuus fer at
leggja sendingina "Gott
kveld" til rættis og John-
sigurd Johannesen og Árni
Gregersen fara at taka sær
av lítlatingi. Óluva Skaale
fer aftur í vetur at stákast í
køkinum og Dagmar
Joensnen-Næs fer saman
við Øssuri Winthereig at
standa fyri eini sending tey
kalla Undir sjóneykuni. Í
hesum sendingum fara tey
at lýsa ymisk evni gjølla
og kritiskt. Hesum hótta
tey í hvussu er við.
Í sjénvarpsumrøduni
hvønn friggjadag í Sosial-
inum fara vit at frætta
nærri um hesar sendingar.
tér.-
Sjónvarpið fer í vetur at
hava fleiri fóroyskar
barnasendingar