Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 149 — 17. august 1991 Leygardagur kl. 19.05 Heima hjá abba Fordómar Ein kvinna sekir starv í Gus'service, har bert menn eru frammanundan. Gus dám- ar hetta einki, men fer at hugsa eðrvísi, tá ið hann sær, at Molly hevur fingið eina blinda vinkonu. Hon vil fegin skilja hana betri og ger av at liva sum blind eitt sam- degur. Leygardagin kl. 21.00 I Confess Amerikanskur filmur frå 1953 eftir Al- fred Hitchcock. Otto Keller, sum starv- ast hjá kirkjumyndugleikunum í Quebec, kemur ein dagin í kirkjuna ílatin presta- kjóla at tosa við faðir Michael. Hann sig- ur honum, at hann júst hevur dripið advokatin Vilette, og faðir Michael fær hann at lova sær, at hann beinanvegin sjálvur fer til løgregluna. Men hetta ætl- ar Otto ikki at gera, og hann veit eisini, at faðir Michael slatrar ikki, tí hann er bundin av tagnarskyldu. Legreglan veit, at ein maður í presta- kjóla varð sæddur, har morðið fór fram, og faðir Michael verður illtonktur, tí hann var einaferð trúlovaður við einari gentu, ið var hótt av Vilette. Faðir Mic- hael verður ákærdur, men vil ikki verja seg orsakað av lyfti sínum, og tá kennir Otto seg tryggan... rr Montgomery Clift spælir fadir Michael. Cary Cole. Sunnudagin kl. 19.00 Fatal Vision Amerikanskur filmur í tveimum pertum frá 1984. Segan er sonn, bygd á bókina hjá Joe McGinnis, um eitt morð. Læknin Jeffrey MacDonald verður ákærdur fyri morð á konu sína, sum er við barn og bæði bernini. Læknin sigur seg vera ósekan, og at ein hippie Charles Manson, hevur framt morðini. Men tíggju ár sein- ni verður málið tikið uppaftur, tí verpápi MacDonald krevur tað. Hesuferð verður læknin demdur sekur, hóast hann noktar. Rithevundin Joe McGinnis hevði at- gongd til óvanligar keldur, tá ið hann skrivaði bók sína. M.a. búði hann eina tíð hjá MacDonald. Sunnudagin kl. 21.00 The Spirit of St. Louis Amerikanskur filmur frá 1957 um flog- skiparan Charles A. Lindbergh, fyrsta flogskiparan, sum fleyg tvertur um At- lantshavið í einum. Charles hevði altíð havt stóran áhuga at flúgva, og sjálvt um fyrsta ferð hans- ara mundið endað galið, setti hann motor súkklu sína í veð fyri at útvega sær egið flogfar. Hann fleyg við fólki og fekk fimm dollarar fyri túrin. So hittir hann Bud Gurney, og teir báðir fara at arbeiða sum stunt-flúgvarar í einum flog-cirkus... Mánadagin kl. 17.05 Guiding Light Amerikonsk sendirød. Segan fer fram í Springfield, Illinois. Reva og Alan Spaul- ding eru vend heim aftur úr Mexico, hó- ast Alan hevur mist fyritøku sina. Reva vil hava tað besta burtur úr hjúnarlag- num, hóast hon ikki hevur gloymt kær- leika sín til Josh Lewis. Alan hevur fing- ið nýtt arbeiði, men vil ikki siga, hvat tað er. Reva lúrir aftaná honum og verður skelkað. Kona Josh, Sonni, verður alt meira bangin og hevur ofta marruna. Fortíðin fylgir henni. Hon stúrir fyri at Josh skal uppdaga sannleikan um hana, men Josh hevur nóg mikið sjálvur at hugsa um. Mánadagin kl. 21.00 Straight Time Dustin Hoffmann. Am. filmur frá 1978. Max Dembo er júst leyslatin eftir at hava sitið í fongsli í seks ár fyri vápnað rán. Hann fer til Holly- wood, har hann hittir Earl Frank. Síðani fer hann til Willy, ein gamlan vinmann, men kona vinmannin, Selma, er ikki fegin um tað. Willy fer við Max á hotellið hjá honum, har hann av misgávum gloymir nakað narkotika eftir, sum hann hevði hjá sær. Dagin eftir fer Max á eina skrivstovu at vita um hann fær okkurt arbeiði. Har hittir hann eina gentu, Jenny, sum hjálpir honum at fáa arbeiði á eini verksmiðju. Max verður so glaður, at hann bjóðar henni út um kveldið aftur- fyri. Fyrst fer hann heim at skifta, men tá ið hann letur hurðina upp, situr Earl Frank inni. Hann hevur funnið spor eftir narkotika hjá Willy har. Hann tekur Max við sær í fongslið aftur fyri at kanna, um tað er hann, sum hevur narkotika uppi á sær. Hóast eingin finnur nakað, verður Max so óður, at hann slær vaktarmannin nið- ur og rýmir. Hann leitar upp Jenny og saman rýma tey... Mánadagin kl. 00.05 Night Gallery Ein nýliga vorðin einkjumaður tykist Sandra Dee. lættur um hjartað heldur enn at vera sorgarbundin um at konan er deyð. Hann roynir at fjeppast uppi í skrivara sínum, og ein av gomlu vinunum hjá konu hans- ara er argur um hetta og gevur manni- num eina kettu at hava hjá sær, so at hann ikki skal vera so einsamallur. Men hvussu verður henda samveran? Týsdagin kl. 21.00 Murder by Reason of Insanity Amerikanskur filmur frá 1985 bygdur á veruligar hendingar. Adam og Ewa Ber- wid eru eini polsk hjún, sum eru flutt til Amerika, har tey droyma um eina ljósa framtíð. Men alt gongur ikki, sum vónað. Í arbeiðinum hjá Adam gongur ikki so væl, meðan alt gongur væl hjá Ewu, og hetta er torført hjá Adam at góðtaka. Hann sigur, tað er hennara skuld, at tað gongst honum so illa, og tá ið hon roynir at hjálpa honum, verður hann harðligur. Tað endar við, at tey verða skild, og tá ið Adam í rættinum hóttir við at drepa Ewu, verður hann demdur... Mikudagur kl. 21.00 Blume in Love Amerikanskur filmur frá 1973. Advokat- urin Stephen Blume varð skildur, tí hann hevði eina aðra. Blume var ólukkuligur, tí hann var framvegis góður við konu sína. Ein dagin metir hann henni við ein- um eðrum manni, Elmo, og hann verður evundsjúkur Leikarar: Stephen Blume — George Segal, Nina — Susan Anspach, Elmo — Kris Kristofferson. Mikudagin kl. 23.00 The Great Wall of Iron Australsk dokumentarsendireð í fimm pertum um stóra fólkaherin í Kina. Í august 1988 fingu tvey australsk filmslið meguleikan at filma í Kina í sjey mánað- ir. Tey fylgdu fólkaherinum í arbeiðinum. Her meta vit kvinnum og monnum sum greiða frá landinum — Teirra Kina. Tann vanligi hermaðurin er beina- grindin í fólkaherinum og hevur verið tað síðani „tann langa marchin«. Samreður eru við veteranar frá Korea og Vietnam, vesturlendskar hermenn o.a. Hósdagin kl. 21.00 Petulia Amerikanskur filmur frá 1968. Ein held- ur vill genta, Petulia, hittir fråskilda læknan Archie í eini veitslu í San Fran- cisco og ætlar at lokka hann við sær. Tað endar við, at tey fylgjast úr veitsluni, hó- ast maður Petuliu er har. Tey halda fram at hittast, og Archie sær skjótt, at Petu- lia hevur fingið hann at broyta lívsáskoð- an. Men lívið verður ikki ein dansur á rós- um — Maður hennara er rættuliga evundsjúkur... Julie Christie spælir Petulia.