Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 149 — 17. august 1991 Síða 15 Bjartskygd - "Hóast lívið kann tykjast dapurt, so eru altíð gelottar fyri framman. Eg eri optimist og royni at hyggja eftir tí ljósa í lívinum, gjørdi eg ikki tað, so var lívið ikki vert at liva, sigur Poulina Joen- sen, listakvinna úr Klaksvík 25 myndir og nakrir postalínslutir, hondmål- aðir, hetta er tað tú kann síggja í Smiðjuni í Lítluvík um vikuskiftið. Listakvinnan, Poulina Joensen úr Klaksvík, held- ur eina framsýning í samband við, at tað eru 25 ár síðan hon fyrstu ferð helt eina sjålvstøduna framsýning í Havn. Og hvussu eru so hesar myndir. Eitt er felags fyri allar, tær eru hugnaligar, litirnir eru ljósir og tær lýsa Føroyar, kanska ikki so nógv nútíðina, men heldur lýta aftureftir. Skal eg verða heilt erligur, so er motivvalini hjá Poulina ikki júst tey sum mær dámar best. Ikki mín stílur. Men eg veit eisini, at ein stórur, rættuliga stórur partur av føroyingum dáma sera væl júst tær myndir, sum Poulina málar. Men eftir mínum tykki er Poulina ein meistari í litum, og tað eru júst litirnir eg fall fyri, tá eg vitjaði framsýningina hós- dagin. Litirnir eru ljósir. Fleiri málningar lýsa føroyska samfelagið um summartíð og leikandi børn. tey liva upp. Føroyar í bestu hoytíð við grónum líðum og sól, ja, tað finst næstan bert á málningum longur, nú terrin ger burtur av sær, áðrenn græsið er hálvvaksið. Men Poulinna hevur eisini vetrarmyndir, har tú sær ótýdlig kavaæl, skip í ódn og brimið í græsið, men tó fjart í myndini hómast okkurt ljós, sum minnir um, at tað ikki bert er myrkur fyri framman. Optimist --Eg eri optimist, eg royni altíð at síggja tað ljósa í lívinum og tað ger lívið vert at liva. Livavalið hjá mær er eisini merkt av, at eg síggi ljóst uppá tilveruna, sigur Poulina Joensen. Sum nevnt, so roynir Poulina at lýsa gomlu tíðina. Tú sær myndir at fiskaarbeiði, tá klippfiskur verður tilvirkaður, tú sær sluppir liggja við bryggju og onnur evnir, sum lýsa eina farna tíð. --Mær dámar at líva tað gamla uppaftur. Eg veit væl, at fólk ikki høvdu tað so lætt fyrr, men farna Poulina saman við eini ommudóttir tíðin er áhugaverd. Ég havi eisini sjálv arbeitt í fisk og hagan koma hugskotini. Hóast tíðin var strævin, so var hon eisini hugnalig, sigur Poulina Joensen. Frá ungum árum Poulina hevur dáma at teknað og málað síðan hon var smágenta. Hon er dóttir Eliesar í Pállstovu og hann var eisini kendur sum listamaður. --Eg havi ikki so lætt við at síggja eitt hvítt pappír ella lørrit, so kemur tráanin eftir at seta lítir á, men mítt arbeiði er ikki bert innan olju og pastellmyndir. --Um veturin undirvisi eg í postalínsmáling. Og eg arbeiði nógv heima við postalínsmáling. Eg havi sjálv ovn og høli til hetta arbeiði. --Seinastu 23 árini hava eg mála myndir á plattar. Hesir verða so seldir um jóltíðir. Allir plattarnir eru hondmálaðir, og hetta ar- beiðið ætli eg mær at halda fram við so leingi eg orki. Eg máli 300 plattar á hvgrjum ári, sigur Poulina Joensen. Meðan vit sita og práta kemur ein kvinna um miðjan aldur og spyr: "Er tað tygum sum mála jólaplattarnar. Eg eigi teir allar og dámi teir væl". Abstrakt Poulina hevur eisini roynt seg vid abstraktum målningum, men hon fellur aftur å nåttåru- lýsingarnar. Poulina hevur eisini arbeitt við linolium- skurðum, men hesir eru ikki við á framsýningini í Lítluvík hesuferð. Poulina var gift við Bernhard Brim, hann doyði í 1969, hann var ættaður úr bygdini við "Eg eri optimist og royni at síggja tað ljósa í lívinum, eg finni altíð onkran glotta = fyri framman“, sigur Poulina Joensen Gjógv og hvørja ferð Poulina vitjar har, so tekur hon blýantin fram. Á framsýningini er ein sera vekur mynd, sum lýsir umhvørvid fram í gjøg- num dalin við Gjógv. Orð: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov