leygardagur 17. august 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 149 — 17. august 1991
Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival:
So var henda
stevnan av
Tað stóra Navnið" á hesari Jazzstevnuni megnaði ikki
rættiliga at fáa lív í áhoyrararnar. Betur eydnaðist Sivuca,
James og The Holmes Brothers í so máta.
Føroya Jazz, Fólka og
Blues Festival er av á
hesum sinni. Fyri áttandu
ferð eydnaðist at samla
fólk í Norðurlandahúsin-
um at hoyra heimskendar
jazztónleikarar spæla.
Minnist meg rætt,
plagdi meiri fólk at vera
í Norðurlandahúsinum
hesar stevnudagarnar tey
undanfarnu árini. Spari-
tíðir, allarhelst. Onkur
hevur eisini fýlst á
skránna - "hon var ikki,
sum hon plagdi at vera".
Kanska vóru hesi nøvn
ikki so kend her á landi.
Vanabundin eru vit.
Sven-Bertil
nakað slættur
Fólk tykist vera vón-
svikið av "Tí stóra Navn-
inum” í ár. Kanska tí vit
eru forvand við pláturnar
hjá honum - spældar inn,
tá ið hann var í besta
aldri. Sovorðnir menn
eldast jú eisini.
Nógv hevur verið tosað -
og eisini skrivað! - um
klæðir hansara. Riggar
smoking til vísusang-
ella riggar tað ikki? var
aktuellur tónleikaspurn-
ingur hesa vikuna. Tá ið
klæðini hava mest at siga,
sigur tað kanska nakað
um konsertina.
Men kanska hava
klæðini meir at siga, enn
tú gevur tær far um. Tí
øll konsertin var nakað
smoking-kend. Hettar var
mestsum ov vakurt - og
eitt sindur tannleyst.
Einki plúmm í. Onkuntíð
hevur meiri lív verið í
Sven-Bertili - og onkun-
tíð mundi Fritjof gera
meir burturúr, tá ið hann
fór eftir Carmencitu.
Syngur seg sjálvt
Sviar hava ein stóran
fyrimun, tá ið ræður um
at syngja - og tað er mál-
ið. Svenskt syngur seg
sjálvt. Hettar hevur altíð
verið fyrimunurin hjá eitt
nú Sven-Bertili. So skjótt
hann hevur verið at hoyrt
í Utvarpinum og aðra-
staðni, hevur fólk lurtað
Aftan á, at Sivuca
hevði spælt, tordi
neyvan nakar at tosa
vanvirðisliga um
"Jularbo-Steinway".
automatiskt - bara av tí
vakra klangi, ið málið
hevur.
Men teir skulu eisini
ansa sær. Tí lítið skal
til, áðrenn tosingarlag
teirra bara verður vakurt
- og deydligt og = einki-
sigandi.
Kanska stendur Sven-
Bertil - sum sviar siga -
"pá rutinens brant". Men
í hasum yrkinum - búgva
i London og ferdast um
allan heim - er fimtisjey
ikki ungur aldur. Og
maðurin er framvegis
sera, sera dugnaligur.
Soleiðis kann
harmonika ljoda
Um Sivuca kundi tú
bara illgita frammanund-
an - alt frá einum Carl
Jularbo faldaðan við
tíggju til ein tekniskan
Harmoniku-Tarzan. Men
líka mikið, hvussu tú
gitti, so var hetta ikki
tað, tú hevði væntað.
Hettar var nógvar ferðir
betri.
Sivuca mundi geva
flestóllum heilt aðra fat-
an av, hvat ið harmonika
i grundini er, og hvussu
harmonikutónleikur kann
ljóða. Ein teirra, ið dugir
alt - og nakað væl aftrat.
Harmoniku-Tarzan ella
Harmoniku-Pavarotti, nú
vit sita og spæla okkum
við orðini.
Bólkurin hjá honum var
sanniliga ikki vánaligur.
Virituosar um ein háls
allir samlir - spældu sær
á pallinum, vóru í góðum
lag og fingu tað at ljóða,
sum var tað einki fyri.
Tað er musikkur!
Sama er forrestin at
siga um Tómas R. Einars-
sonar Kvartett.
Sivuca "hevði sæð hesar
smáu oyggjar á kortinum,
tá ið hann var smådrong-
ur, og hevði longu tá sett
sær fyri at komið henda-
vegin". Segði hann. Ájú -
okkurt skuldi hann jú
siga (Lógvabrestir).
James setti lív í
Sjáldan verður tú í
ringum lag, tá ið tú
hoyrir James. Ella rætt-
ari - ongantíð. Hann hev-
ur serlig evnir at samla
fólk. At sita í nánd og
GEVUR RÁÐ /:
ÚTFLUTNINGI -
UM.
hjá:
LIMES
Consulting A/S
FÍGGING - MARKNAÐAR-
KANNING - MARKNADARRØKT - EF - EYST-
UREUROPA - STARVSFÓLKAVALI # ØDR-
Ídnaðar- og sølu-
fyritøkur
Almennar fyritøkur
Arne Risbæk Kristiansen — stjóri á ráð-
gevarafyritøkuni TIMES CONSULTING,
vitjar aftur føroyskar fyritøkur i viku 34 (19.-
23. august). Avtalad tid og fåid upplysingar
TIMES CONSULTING A/S
Bredegade 36 - 126 København K
Ti. 033 14 28 08 - Fax. 033 14 28 32
PF. MERCANT
A Gardavegi 40 - 700 Klaksvik
TI. 5 7600 - Fax. 5 7294
Skrivstovufólk
Føroya Arbeiðarafelag sekir eftir einum
skrivstovufólki at byrja 15. september.
Umsøkjarar ið hava kunnleika til enskt
og edv hava fyrimun.
Eisini skal umsøkjarin hava åhuga fyri
felagsarbeiði.
Umsóknir við meguligum prógvum
verða at senda til skrivstovuna skjótast
gjørligt.
Í Føroya Arbeidarafelag
Postboks 56
110 Tórshavn
—M
hugsa um okkurt annað,
tá ið hann fer í gongd,
ber illani til. Um tað so
er Norðurlandahúsið
sjálvt, so hevur tað hug
at liva við. Fólk stóð eis-
ini samanstúgvað - og
tey, sum ikki sluppu inn
í Klingruna, dansaðu har
úti. Tí mátti Odense Jazz
Kollegium (sum spældi
samstundis í Dansisalin-
um) vakurt lata sær
lynda, at teir ið spældu,
vóru fleiri enn tey, ið
lýddu á.
At The Holmes Broth-
ers høvdu bergtikið fólk,
var týðiligt at sjá eftir
konsertina. Rytma, so tað
munaði. Sama sigst um
The Doky Brothers, men
har var ljóðið vist út av
lagi vánaligt.
Yvirhgvur hevur fólk
verið væl nøgt við kon-
sertirnar.
I gjårkvøldid var so
seinasta konsertin å hesari
Jazzstevnuni, men tå var
bladid longu farid til
prentingar.