Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: Pt Sosialurin Prent: P/F Pressan 1981 Teiefon: 11820 Hóttan móti heimsfriðinum TÍÐINDINI um at sovjettiski leiðar- in Gorbatjov er frákoyrdur við eitt hernaðarkvett tíðliga mánamorgun- in komu uttan iva heilt óvart á fólk flest. Hóast vandin fyri einum kvetti alla tíðina hevur verið til stað- ar, so var Gorbatjov nú komin so mikið áleiðis við sínum Glasnost- politikki, at eingin ella fáur hevði roknað við, at hann varð koyrdur frá júst nú. Eisini tí at hjálp'n úr vesturheiminum til tann neyðstad- da sovjettiska búskapin er treytað av, at landið heldur fram við demo- kratiseringini. SAMBÆRT alheims tíðindastovun- um, so søgdu fyrstu tidindini úr Moskva, at sovjettiski leiðarin varð vorðin sjúkur og tí hevði lagt starv- ið sum landsins hægsti maður frá sær. Varamaður hansara hevði tikið við og landið lýst í undantaksstødu í eitt hálvt ár. Seinni tíðindi siga so, at talan er um eitt veruligt hernaðar- kvett, og at Gorbatjov er handtikin og settur fastur. Tað frættist eisini, at tað eru fleiri av teimum gomlu og heykakendu kommunistunum, sum standa aftanfyri kvettið. FYRI okkum øll í vesturheiminum, sum hava fegnast um broytingarnar í hesum stóra og fólkaríka landi, er hernaðarkvettið eitt vónbrot. Fyri stjórnirnar í vesturheiminum er hendingin ein kíli í allar royndirnar at skapa ein friðarligan heim. Fyri íbúgvarnar í Sovjetsamveldinum er kvettið ein vanlukka. Við hesum kvettinum er land teirra sett 50 ár ella meira aftur í tíðina. Og fyri íbúgvarnar í teimum baltisku lond- unum, sum vónað hava at fáa frælsi og sjálvstýri, koma tíðindini sum ein bumba. Ein kann bara ímynda sær, hvat har fer at henda, Nú kom- munistiskir heykar hava tikið valdið í Kreml! TAÐ er eingin ivi um, at hernaðar- kvettið í Kreml mánamorgunin er ein hóttan móti gllum heimsfriði- num. Hóast tað enn var langt á mál hjá Gorbatjov og demokratiserings- politikki hansara, so var skjøtil sett- ur á, og hetta stóra landið, sum ann- ars varð stýrt við harðari hond, varð við at gerast meira og meira opið og demokratiskt. Tað, sum hendi bæði innlendis og á altjóða stødi, var rætt og slætt so mikið kollvelt- andi, at hetta ávirkaði allan heimin. Øll fegnaðust vit um henda nýggja leiðaran og øll settu vit vónina til hansara. Men kanska mong av okk- um hugsaðu, at hetta var ov gott til at vera sætt. Fyrr ella seinni fór hetta at fáa ein bráðan enda! Og júst soleiðis sær tað nú út til. SUM eitt av heimsins sterkastu tjóðum hernaðarliga sæð er Sovjet- samveldið við nýggju leiðarunum ein hóttan móti heimsfriðinum. Hetta eru helst tær metingar, sum hernaðarligir ovastar gera sær bæði í USA og í Nato í hesi stund. Allar tær mongu avtalurnar um avvápn- að koma bráddliga at standa í óvis- suni. Gitt verður um, hvat nýggju heykarnir í Kreml kunnu finna uppá. Gitt verður um, hvat fólkið í landinum, sum nú sá onkran glotta fyri framman, sigur til at verða tveitt aftur í midøldina aftur! Spurn- ingurin um borgarakriggj spøkir altid i slikum føri, men hvat kunnu sovjetbúgvar gera móti teirri stóru krigsmaskinuni, sum heykarnir nú kunnu gera brúk av í eitt hålvt ár fyribils, nú landið er lýst í undan- taksstødu! HOAST flestu av okkum eru skelk- að og vónbrotin, so finnast uttan iva tey í okkara parti av heiminum, sum fegnast um tað, sum hent er. Tað eru tey mongu, sum liva av at hava fíggindamyndir. Kommunist- iska figgindamyndin hevur hildið liv í mongum fólkum í vesturheimi- num tað verið seg politikarum ella hernaðarfólki. Tað skal heldur ikki undra ein, um partar av vápna- ídnaðinum og heykar í vesturheimi- num fegnast um kvettið í Sovjet- samveldinum. Við hesum sær vápnaídnaðurin meguleikan at fáa framleiðslutólini Á gongd aftur eftir steðgin nú í fleiri ár. VIT eiga at meta støðuna í Sovjet- samveldinum sera álvarsliga. Bæði fyri heimsfriðin og fyri teir mongu borgararnar í hesum landinum. Her kann alt henda, men av royndum vita vit, at hervaldið og kommunist- isku heykarnir saman við KGB altíð hava megnað at berja niður alla mótstøðu við harðari hond. So verður helst eisini nú. Spurningurin er tá, um vesturheimurin er førur fyri at gera nakað! ENN er ov tíðliga at gera sær met- ingar av, hvat vesturheimurin er før- ur fyri at gera. Men eingin ivi er um, at gll heimsins eygu og oyru eru vend móti Sovjetsamveldinum i hesum døgum. Hvussu hetta land- ið, sum búskaparliga er við at fara á heysin, skal klára seg — møguliga nú uttan hjálp úr vesturheiminum — er tann stóri spurningurin. At borg- ararnir hava latið seg trælka undir tí kommunistiska jarnhælinum í so mong ár er so eitt. Men fáa teir ikki mat og drekka og aðrar vørur, hava teir lítið annað at velja enn at gera uppreistur móti landsins stýri. Tað er tann vandin, sum nú lúrir og sump kann hótta sjálvan heimsfriðin. Og hver veit, tað er kanska slíkan upp- reistur, sum nýggju heykarnir í Kreml hava brúk fyri — fyri nú bein- anvegin at vísa teimum ymsu repu- blikkunum og umheiminum, at tað eru teir sum stýra og bestemma. Teir fara uttan himpr at knúsa ein- hvønn uppreistur. Spurningurin er tå, hvat vesturheimurin fer at gera. Vit fåa at siggja. Í skúla! | $F (0 Í I] vv : = <> X Vw I hesum døgum byrjar - Dimma og umhugsni Dimmalættingin skrivar i oddagrein hósdagin um élavsøkurødu løgmans, sum tað heldur lítið um. Blaðið heldur fyri, at rød- an var orðarík. Lættliga verður farið um, hvussu trupulleikarnir í samfelag- num eru íkomnir skrivar blaðið, sum heldur, at løg- maður átti heldur at roynt at víðka vinnuræsirnar og roynt at fyribyrgja víðkan av neyðini. Dimma skrivar: »Longu meðan okkum untust tey gullárini, vit á sinni høvdu, tá ið fólk okkara heuði ovmikid lønandi arbeiði bæði á sjógvi og landi, so at vit noyddust at taka fólk uttanifrá til at starvast aftrat okkum sjálvum, so mistu vit yvirhevur spektina fyri vinnuinn- tøkunum og lótu pen- ingin fara fyri vág og vind, so at landsins figgjarjavni fór fyri einki og milliardskuldir komu í staðin. Just tá id nvilig var av peningi vóru møgu- leikar fyri at binda um heilan fingur hjá bæði fólkinum og tess táver- andi — javnadar-lands- styri. I Dimmalætting, sum tå var andstødu- blad, var just undir riku tíðini vist á, at figgjar- vånir Føroya skiftast mangan og at tí var júst ríkmannatíðin før fyri at tryggja ímóti ringari tíðum við at íbirta ar- beiðsloysisgrunn, so sum øll onnur norður- lendsk samfeløg áður høvdu fingið i lag. Sambandsflokkurin á Legtingi tók undir við hesi áheitan og setti fram uppskot til stovn- an av einum arbeiðs- loysisgrunni. Men und- irtøku fekk hann onga frá eðrum múgvandi partaflokkum, eina minst Javnaðarflokki- num sum tá heuði sterstu ávirkan í landi- num. Varð tá tikið undir við Sambandinum, høvdu vit nú átt ein peningagrunn, nóg sterkur til at meta ar- beisðloysinum, meðan nú landsins trupla figgj- arsteða noyðist at gera hetta úr grunnum, upp- runaliga ætlaðir heilt ødrum endamáli. Gloymskir eru feroy- sku veljararnir, men enn meira gloymskir politikkarar teirra, sum nýta verju teirra fátæku sum skelti, og um sitan- di landsstýri, skipað av Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, heldur fram, sum tað higartil hevur gjørt, so fer helst at ganga av skriðuni skjótt.a skúlagongdin aftur kring landið. Mong eru tey bern, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð. Hetta er stór- hending fyri tey. Við hesum verður eitt týð- andi steði lagt undir framtíð teirra. Einans 7 ára gomul er ymiskt, hvussu hesi bernini klára seg eitt nú í ferðsluni, tá tey fara í skúla og skulu heimaftur. Í hesum sambandi hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd sent skriv til øll blødini, har heitt verður á tey vaksnu um at hava hesi bernini í huga- num, eitt nú tá koyrt verður framvið skúl- um. Hesa áheitan vilja vit heldur enn fegnir lata víðari til lesarar okkara. Vælsignaðir havið eyguni við tykk- um, tá it koyra. Vísið varsemi og tol, tá tit koyra í bygdum eki. Ein tann týdningar- mesti lærusetningurin, tá tú tekur koyrikort- ið, er, at tú til eina og hverja tíð skal koyra eftir umsteðunum. Og tá bernini fara aftur í skúla eiga vit so sanniliga eisini at koyra eftir umsteðun- um tvs. alla tíðina leggja okkum í geyma at vera ansin í ferðslu- ni, har meguleiki er fyri at skúlabern eru stedd.