týsdagur 20. august 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 20. august 1991
Laksastuldur
Tveir tiknir
Politiið hevur sokallaðar laksapatruljur úti hesa tíðina
Hósdagin í seinastu viku
tók politiið í Havn tveir
mans, sum ólógliga
veiddu laks. Teirra lóg-
arbrot var, at teir krøktu, í
staðin fyri at veiða laksin
við húki, flugu ella
onkrum góðrum, sum
laksurin bítur á.
Vakthavandi á politi-
stødini í Havn sigur, at
tilik mål enda altíð í
rættinum og revsingin er
bót.
Við Leynavatn hevur
Silaveidufelag Føroya sett
vaktarmenn alt sam-
døgnid. Hetta er neyðugt,
ti ólóglig veiða eftir laksi
hevur verið vanlig við
Leynavatn í mong ár.
Hetta er eisini neyðugt
fyri at arbeiðið hjá Síla-
veiðufelagnum, at sleppa
laksi út, skal vera åvøkst.
Orættvist
Ein kelda sigur vid
Sosialin, at lóggávan um
laksaveidiu er ikki heilt
rættvís. Hon fevnir
nevniliga um allar áir.
-Síðan smoltstødirnar
eru komnar, er laksur
komin í áir, sum ikki hava
havt laks, tað menn vita
um. Í fleiri av hesum áum
hevur verið ørgrynni av
sílum, men hesi eru íkki
til longur, tí
smoltstødirnar dálka so
illa, at einki kann liva fast
í áunum.
Laksurin sum fæst í
hesum áum hesa tíðina
bítur ikki á húk, einasti
møguleiki fyri at hendur
kann fáast á honum er at
krøkja hann, sigur kelda.
-Smoltstødirnar sleppa
eisini vanskaptan og
sjúkan laks í åirnar. Hetta
veit eg fyri vist. Tað sum
kemur undan av hesum
kemur aftur til somu áir.
Síl vóru í hesum áunum
fyrr og høvdu tær til
fastan bústað. Nú eru tey
oydd av dálking, so er
spurningurin, um tað er so
stórt lógarbrot at krøkja
laksin, sum annars ikki
hoyrir heima í hesum
áum, sigur keldan við
Sosialin.
jústinus
Stratus liggur enn
Risatangaskipiød fer helst avstað í morgin
Stóra tangaskipið Stratus
liggur framvegis á redini í
Nólsoyarfirði. Ein supp-
lybátur hjá Maersk er
komin úr Aberdeen við
neyðugu útgerðini til at
reinsa motorin og við
nýggjari smyrjiolju.
Supplybáturin ella hjálp-
arskipið hevur 50 tons av
smyrjiolju við sær, eisini
hevur hann 10 tons av
reinsievni.
Spilloljan verður flutt
aftur til Bretlands, har hon
verður reinsað.
Skeiv olja
Stratus var á veg til
Kanada úr Sullom Voe í
Hetlandi, tá maskin-
sjefurin gjørdist varudug
vid, at smirjioljan ikki var
i lagi, motorurin gekk
heitur.
Hann gjørdist varugur
vid hetta, tå Stratiur var
staddur einar 25 fjórðingar
eystanfyri Føroyar. Hann
og skiparin gjørdu bein-
anvegin av at steðga
maskinuni og bida eftir
hjålp.
Stutt eftir kom ein
sleipibåpur ú Hetlandi og
hann sleipadi liberiska
skrásetta skipið í Nóls-
oyarfjørd.
Tað var ongantíð vandi
fyri, at skipið ikki fekk
Hjálparskipið hjá
Maersk tekur
spillioljuna við aftur
til Bretlands. Mynd:
Kalmar
hjálpt sær sjálvum. Skuldi
tað komið ov nær landi, so
høvdu teir kunna sett
maskinuna i gongd aftur
sjålvt um smyrjioljan ikki
var heilt í lagi.
Stratus fer avstað aftur
antin í dag ella í morgin.
jústinus
Men viðalundin fekk ikki frið
og politiið hevur einki at
ganga eftir
Fólk, sum hildu vikuskifti
í Havn vórðu sera fridalig.
Vakthavandi á politi-
stóðini sigur, at bert
okkurt smávegis er
skrivað í døgnrapportina.
Onkur rútur varð brotin
og Vidalundin er ikki
sloppin heilt snikkaleys
gjøgnum vikuskifti.
Ferdslufordingar eru
settar upp í Vidalundini.
Hesar eru gjørdar ur vidi,
sum er vaksin i Vida-
lundini og tær sóu sera
snotisligar úr.
Men um
vórðu
sundurskrúvaðar.
Vakthavandi
vikuskifti
hesar
á poli-
ustødini i Havn sigur, at
teir i løtuni einki spor
hava at ganga eftir. Men
tað eru ivaleyst knallert-
koyrarar sum eru upprunin
til herverkið.
Stjólu lastbil
Um vikiskiftid varð ein
lastbilur stolin í Havn.
Bilurin var afturfunnin i
Kollfjardardali. Tað vórðu
unglingar undir 18 ár, sum
høvdu tikið bilin og teir
høvdu sjálvsagt ikki
koyrikoyrt. Dreingirnir
vórðu ávirkaðir av
rúsdrekka.
jústinus