Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 150 — 20. august 1991 Løgmadur harmast Gorbatjov: Demokratisku i kreftimar nu einasta vonin Sovjettiski stjórnarleiðarin Gorbatjov vard tidliga månamorgunin fråkoyrdur við eitt hernaðarkvett. Tað eru ortodoksir heykar í kommunistaflokkinum, sum hava tikid valdid i landinum. Teir hava lyst Sovjet í undantaksstødu i eitt hålvt ár. Enn er Gvist, hvat fer at henda i landinum, men leidarin í Ruslandi, Jeltzin, hevur mótmælt kvettinum og hevur heitt á fólkið at fara í aðalverkfall. Tað er greitt, at tað fær ikki bara avleiðingar fyri fólkið í Sovjet, at Gorbatjov er koyrdur frå. Eisini fyri restina av heiminum kann hendingin fåa avleidingar. Ur øllum Mikhail Gorbatjov frå- koyrdur, medan hann var i summarfri å Krim Síða 7 londum koma viðmerk- ingar til stjórnarskiftið, og í vesturheiminum verður tosað um eina sanna van- lukku fyri royndirnar at fáa fólkaræðið á aftur føt- ur í landinum. Sosialurin hevur biðið Atla Dam, løgmann um eina við- merking til hendingina. Hann sigur: -Tað er sera harmiligt at frætta, at Gorbatjov for- seti, ið sjálvur var byrjað- ur demokratisku gongdina í Sovjet, nú er feldur á 6- demokratiskan og ólóglig- an hátt. Tað er ikki minni harmiligt, at altjóða politikarin og statsmadurin Gorbatjov, ið gjørdi so nógv til at fáa enda á kalda krignum, nú er forðaður í at virka fyri linna og friði millum eystur og vestur. Atli Dam sigur víðari, at vit mugu vóna, at tær demokratisku kreftir, sum takkað verið politikki Gorbatjov hava blómað um alt Sovjet, eru so mik- ið sterkar, at tær megna at forða fyri at vent verður aftur ul gamla kommunis- Atli Dam, løgmadur vónar, at tær demokratisku kreftirnar í Sovjet vinna tíska harðræðið og kalda kríggið. (Sí oddagrein) jan