Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Uppsetan av vindmyllum Nr. 150 — 20. august 1991 og setan av stjóra Eitt og annað um orskap — Herfyri kundi tú lesa í blødunum at SEV-stjórin metir tað vera ørskapur at seta upp vindmyllur i Før- oyum. — Tað má hann sjálvandi hava loyvi at halda, eins væl og eg má hava loyvi at halda, at ein hin stersti erskapur, ið nakrantíð er framdur í segu okkara var at seta hann sum SEV-stjóra. Fad tykist sum áframt fleiri eru samd í hesum sjónarmiði. Vindmyllu-tilbiðið frá Vestas er helst skilagott og kanska best av øll- um: Tað tykist sum arro- ganta aftursvarið frá SEV-stjóranum av álvara hevur vakt Palleba. Mítt erskapssjónarmið er m.a. grundað á hesa sannroynd: Tá farið varð undir at sorla Eiðisvatn og turr- leggja áir og lekir í Sunda- lagnum vóru vit nakrir, ið royndu at steðga hesum erskapi, men sum kunn- ugt til fánýtis. Tað hjálpti heldur ikki at vísa á, at royndur lutur er, at allar kostnaðarmetanir, ið SEV leggur fram mugu faldast við 3 fyri at hepi skal vera í teimum tá av tornar. So varð eisini við hesari út- bygging (»Eidi l<). Hon varð mett at kosta uml. 200 mió. kr., tá farið varð undir hana, og seinastu al- mennu telini vit vita um — frá Nordisk Invester- ingsbank í 1989 — siga at kostnaðurin tá var farin uppum tær 600 mió. kr. Endaliga kostnaðin kenni eg ikki, men við rentum, fer kostnaðurin helst at toga móti teimum 650 mió. kr. ella meira. Spurn- ingurin er nú bert: Hvus- su ofta skal barnið — tvs. umboðsnevnd SEV's — brenna seg áðrenn tað ræðist eldin? Orkunýtsla okkara (olja, bensin, elorka) er millum tær hægstu í heiminum roknað pr. íbúgva. Saman- lagt svarar árliga nýtslan til uml. 250.000 tons av olju (elorkan og bensin til akfør er tå »umroknad« til olju). Hetta eru tel, ið kanska ikki sig so nógv, men vit byrja vónandi at hóma er- skapin í Eiðis-útbygging- ini, tá upplýst verður, at tað vit hava fingið aftur fyri hesar 6/700 mió. kr. svarar til einans uml 0,8% (20 GWh) av samladu orkunytsluni. Bert okkara hebee dede 0 da 0 akfør nyta t.d. 8 ferdir so nógva orku sum Eiðis- verkið framleiðis. (Her vil kanska onkur >SEV-fan< mótmæla og siga at el er ein góðskað »orkuvøra« og at eg tí má falda ey 0,8 prosentini við 2,5 fyri at sammetingin skal vera rett. Kanska, men SEV selur jú i dag >slógvið<É frå góðskingini sum fjarhita fyri sama kostnað sum olj- an, so tel míni eru hóast alt á beinari leið). Á einum SEV-umboðs- nevndarfundi eg luttók í fyri nekrum árum síðani, brigslaði ein umboðslimur mær, at eg so harðliga mótmælti utbyggingar- ætlanum SEV's. »Her koma vit frá bygd«, segði hann, »og SEV rindar all- ar ferda-utreidslur okkara, og har afturat fåa vit bædi fínan degurða og dagpen- ing, og tá er tað óheviskt at finnast at nevndini og fyrisitingini!<. — Er tað at undrast yvir, at vit hava millum heimsins dýrastu elorku? Nú fer SEV í gongd við at turrleggja áirnar á vest- ursíðuni av Funningsfirði. Kosta hvat kosta vil — hesar áir skulu flytast í Eiðisvatn. Vatn til vinnu- lívið og fólkið kring fjorð- in kemur í aðru reð — javnvágurin í sjálvum fjørdinum í tridju. Sagt er at SEV hevur »lovad« bygdaráðunum í Funningi og Elduvík at um á stend- ur, so skal fólkið har fáa vatn frá SEV, so tostin verður svalaður. Eingin mukkar! Útbyggingin skal kanska geva okkum 0,3% av samlaðu orkunýt- slu okkara. Vit eru seinir á sjóvar- fallinum, men nú mugu vit royna at síggja tær verkætlanir og tey tiltøk vit ætla okkum at fremja út frá einum heildarsjón- armiði, annars endar alt í einum syrgiligum hurli- vasa. Tað er eisini full komuliga ábyrgdarleyst av SEV-stjóranum at krógva seg aftanfyri ein- ari 6-7 ára gamlari yving- arsamari játtan („Eiði 3«) — enn meira tí henda játt- anin varð grundað á heilt onnur tel fyri »Eidi 1< enn tey ið í dag eru veruleiki. Tormóður Dahl Galematias! Nú SEV-stjórin Klæmint Weihe er farin at tosa um »Galematias« í sambandi við vindmyllur i Føroyum, er ovboðið. Tað er bara fantastiskt, at tú, harra SEV-stjóri og ráðgevi hjá SEV — at tú kemur tær, at úttala teg, á ein tílíkan hátt, og so at tos um reinan erskap og Galematias v.m. Nakst at spyrja — men hvat heldur SEV-stjørin so um ein administrati- ónsbygning, sum kostaði 27 mill. kr. — lagt á herð- arnar á einum fólki stórt umleið 47.000 sálir. Um vit sammeta við donsk viðurskifti, og taka fólkatalið har, sum er 110 ferðir so nógv sum í Fer- oyum, so vildi hesin nú so nógv umreddi SEV-bygn- ingurin kostað einar 3 mill. kr. Hvat heldur tú danir hevdu hildið um tað? Umframt tað byggiøkid, sum SEV ognadi sær frammanundan, og sum nú als ikki ætlast bygt á, ið kostaði føroyska borg- aranum 10 mill. kr. Hetta svarar aftur til 1,1 milli- ard kr. Hesi tel tilsamans blíva so 4,1 milliard kr., vordid sum! Segði nakar Galematias? Ein skriv- stovubygning. Er hetta ikki akkurat prisurin Storabeltsbrugv- in kemur at kosta? Ein kostnaður vit i Føroyum, við okkara fólkagrundar- lagi og tær, sum SEV-- stjóra og ráðgevara, kri- tikkleyst nýta til at keypa ein skrivstovubygning fyri — flott, stórt, fantas- tiskt. Tað er ikki at undrast yvir, at vit, við slíkari ráð- geving — nú í mong ár hava hoyrt jammur og tannagríslan ljóða frá SEV. At vandalisma og reinur erskapur hevur flotið í kjalarvatninum frá hesum interkommunala felags- skapi, er ein syrgiligur veruleiki bæði fyri okkara áir og okkara vetn, og ikki minst fyri landskassan, hevur hetta alt verði ein jammur, fyri ikki at tala um Palleba, ið skal gjalda okursprís fyri ikki at sita í myrkri. Tað er heilt greitt, at tað er sunt við kapping, eisini á hesum økjunum. At SEV-stjórin ikki vil finna seg í, at fáa kapping frá donskum vindmyllu- felag er eyðsæð. Og tá hes- ir so ditta sær at bjóða ein prís, sum liggur um tað hálva av prísinum, sum SEV selur streymin fyri, og hettar uttan at fremja herverk og vandalismu á okkara náttúru — tá er tað einki undrunnarvert, at hesin maður letur sum stungin grísur. Tað sær út, sum vit á Feroya landi eru rikin inn í eina tíaraldu, ið er ógvu- liga vandamikil og sum ber brá av eini stórari skriðu — og hvar nekur av okkara, áður so vælkoyr- „andi virkjum eru at líkna við kaos, og eins og skrið- an er áleiðis beint á blá- man. Skilið er tað sama við eðrum felags-stórfyri- tokum, eitt nú heilsuverki okkara — stýrd av tveim- um sera dýrum dreingj- um. Hettar eru landsins ráð- andi menn, av erfaring, vitandi um, hvat SEV við- víkur, og eru vist eisini so smátt við at finna út av, hvat heilsuverkinum við- víkur, og munnu teir øtast saman við tí partinum av fólki, sum fylgir við sam- felagsliga. Øtast yvir og ræðast hesar Galematias- politikarar — næstan bar- lagda erskapin. Viðvíkjandi SEV, so hevur hetta staðið uppá í so nógv ár, at ikki átti at borið til, at farið við eðr- um stovnum so eins vit- leyst. Tað er bara heilt ótrú- ligt, — ja næstan sum tá fólk skuldu fara til gongu á sinni til Mykinesar — var tað nakar ið segði »fantastar«. — So er alt sagt. Sum skilið er, mátti ver- ið betri hjá stovnsleiðar- um sum hesum, at gjørt vart við seg sum minst. Men ber tað til? Ber tað til, at hetta vitloysi skal standa við, uttan at landsstýrið tekur sær um reiggj og sigur hartil og ikki longur — Skilja vit ikki petti av nekrum. Ørskapurin í hesum landi má steðgast — og tað beinanvegin. Í eini tíð har myndug- leikar kring allan heim alt meiri stuðla teimum fríaru marknaðarkreftunum, skuldi tað eisini verið sjálvsagt, at eitt nú SEV- monopolið verður brotið og at landsins ráðandi menn i skrift og talu studl- aðu eini vindmyllufyri- tøku, sum bjóðar okkum bíligari orku — hetta sum hevur stersta týdning fyri meiniga feroyingin og virkini. Havandi í huga, at nú á døgum er el-orka nytt til alt, vit í dagligdegnum nýta, má hetta vera eitt krav. Ásannast má, at SEV er ein so ógvusligur og hep- isleysur kleppur, at onga- staðni á klótuni finnur henda fyritøka sín líka. Tað ber til — er sagt, at fáa skil á aftur, um langt er gingið av leið. So vísið, — at tað ber til, eisini við kollektivari stýr- isábyrgd. Ørkymlad P.S. Tvørligt er at skyna å, um friur marknadarpoli- tikkur og monopol skulu flættast saman, og ein undrast á, hvar fólkastýr- ið og demokratiið er í hes- um samanhangi. Og ein kann ikki bara sær fyri at ivast í, um menn sjálvir, duga at skyna á hesum vavgreyti.