týsdagur 20. august 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 20. august 1991
1. deild: MB-KÍ 1-2 (1-2)
1-0: Birgir Jerg. (7. min.)
1-1: Todi Jónsson (12 min.)
1-2: Allan Mørk. (24. min.)
Klaksvikingar ríða á aldu-
kambinum, og teir megna
væl at halda sær ovast å
honum. Hetta stadfestu
teir enn einaferð, tå mið-
vingar á egnum velli fyri
triðju ferð á rað í ár taptu.
Hóast tepra sigurin, so
var ongantíð ivi um, hvat
var betra liðið. Ikki endi-
liga tí KÍ vísti nógv meiri
poleraðan leik og tað tek-
niska snildi, sum teir ofta
verða mettir at megna.
Allir sum ein
Stridsviljin hevur ofta
verið sagdur at vera býur í
Ruslandi hjá KÍ'arunum.
Tað kann ikki sigast við
steði í Miðvágsdystinum.
Stríðsviljin og hugburður-
in ein fyri allar og allir fyri
ein lýsti av hverjum
manni. Miðvingar fingu
avmált knappa egna hál-
vu at flyta bóltin á, men
so var miðvíst lagt trýst
á, og bólthaldarin eltur til
talan sum oftast bleiv um
strongda avlevering.
Og tá so tak var fingið á
bóltinum var ofta talan
„
um skjótt, einfalt og væl
skipað kontraspæl. Ein
ella tvær neyðugar avle-
veringar á miðvellinum,
har Jan Joensen, Todi og
alt betri leikandi Beinur
Vóru, og so vóru Olgar og
Arnold sendir avstað. Teir
fingu eingi mál, mest tí
Jens Christian í málinum
annan hálvleik stóð frálíkt
eftir heldur veikan fyrra
hálvleik. M.a. bjargaði
hann brotssparkinum,
sum Allan royndi at pla-
cera.
Tað vóru annars mið-
vingar, sum komu á odda.
Birgir tók við, har hann
slepti í Sumba, og hóast
Skotið eftir í álopsspæl í
vinstru ikki var serliga
harligt, so rakk nýggi lið-
formaðurin, Jákup Mikk-
elsen tí ikki.
Sereyðkenni
Útjavningin var sereyð-
kenni hjá Toda: Eftir mið-
ásini sneiðir hann við
nógvari ferð og í fullari
javnvág tríggjar verju-
leikarar og smekkar so til.
Hann endurtók leiklutin
stutt eftir, men tá tók aft-
asti verjuleikarin beinini.
Sambært nýggju reglun-
um reytt kort, sum kortini
LI
var gult, tå tað kom úr
lummanum.
Sigursmálið hjá Allani
var hálv gáva frá Jens
Christiani: Staddur 25
Allan Mørkøre í
hornatókum við Suna
Jacobsen og Eyðun
Christiansen. Allan
skjeyt sigursmálið fyri
KÍ. Mynd: Eyðfinn
Guttesen
metrar frá málinum roynir
landsliðsleikarin seg við
skoti. Målverjin tykist
hava tak á bóltinum, sum
álíkavæl rullar inn.
Gott korter inni í 2.
hálvleiki fær Allan megu-
leikan at styrkja um
sjálvsálitið, tá brotsspark
verður framt móti Arn-
oldi, tað miseydnast, og
eftir gjøgnumbrot og skot
á stólpan verður Allan tik-
in út.
Eftir brotssparkið
trýsti MB eina letu fyri
útjavning, men uttan nak-
að úrslit.
Hópurin er breiður hjá
KÍ, og tað tykist ikki
nerva stórvegis, at lands-
liðsleikari verður tikin út,
og at miðvallarstrategur-
in, Trúgvi Poulsen, sat
skaddur uttanfyri. ØØr-
vísi tykist vera hjá MB. Í
alt ov stóran mun hvílur
ábyrgdin á fáum herðum,
m.a. á Jens Eriki, sum
prógvaði, at formurin er
góður, bæði tá tað ræður
um at byggja upp og varð-
veita bóltin. Royndirnar á
mál vóru fáar, ma. tí
Fyrri málskjúttin hjá
KÍ, Todi Jónsson, her
umgirdur av MB-
verjuspælarum, fekk
enn einaferð eitt mál
eftir solotúr. Mynd:
Eyðfinn Guttesen
Petur Ove væl megnaði at
byrgja fyri.
-nn-