týsdagur 20. august 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
stigini eftir í Vági
Leygardagsdysturin í í Vági millum VB og GÍ var javnur, og hóast
vágbingar fingu sigurin, heyði ein Javnleikur helst verið rættasta
myndin av dystinum sum heild. Málið var ársins hepnasta, tá
gótumálverjin misti eitt skotlinnlegg millum fingrarnar í málið
VB-GÍ 1-0 (0-0)
1-0 Jan Allan Miller
>Ketan er ikki sterkari enn
veikasta liðið< sigur eitt
kent orðatak, og hetta
kann samstundis vera
myndin av Gl-lidnum,
sum leygardagin mátti bíta
enn ein Ósigur í seg og
fara norðuraftur úr Vági
uttan mál og stig.
Og veikasta liðið hesa-
ferð var málverjin Peter
Straagaard Holm, sum
einsamallur má taka alla
ábyrgd á seg fyri málið, ið
avgjørdi dystin til fyri-
muns fyri VB.
Misti bóltin
millum fingrarnar
Einir tiggju minuttir
vóru spældir av seinna
hálvleiki, tá tað kom.
Jan Allan Miller
gjørdist púra leysur
frammi í høgru síðu, og
kom aftur ímóti mállinjuni
sendi hann bóltin inn móti
málinum. Av tí at vinkulin
var so spískur, var ilt at
gera av, hvørt talan var um
skot ella innlegg, men
endin varð so tann, at
Peter Straagaard Holm
mist bóltin millum fingr-
arnar og inn í málið, tá
hann toygdi seg upp eftir
honum og skuldi taka
hann niður.
Hetta serstakliga hepna
málið gjørdist tað einasta í
dystinum, sum harvið var
enn eitt stig á leiðini hjá
GÍ niður í óvissuna, ið
ræður niðaralaga á stiga-
talvuni.
Fyrsti heimasigurin
Samstundis sum GÍ-liðið
helst er tað frægasta, ið
vitjað hevur Vágseiðið,
skuldi hetta gerast fyrsti
heimasigurin hjá VB í ár.
Dysturin var annars
javnur og gjøgnumgang-
andi vælspældur. Gøtu-
menn åttu midjuna at kalla
alla tidina, men tå tann
bladungi Magni Mohr i
seinna hálvleiki varð
settur til at mansuppdekka
navnan Jarnskor — og tað
gjørdi hann so sanniliga til
lítar — varð minni styrki í
GÍ- -miðjuni.
Men kjansirnir í dyst-
inum fullu báðar vegir, og
báðir partar kundu upp til
fleiri ferðir avgjørt dystin
til egnan fyrimun, hóast
tað mest rættvísa helst
hevði verið at liðini býttu
stigini ímillum sín.
Besti maður á vellinum
var uttan iva VB-
málverjin Bjarni Johansen,
sum í mun til starvsfelagan
í hinum endanum spældi
ein feilfrían dyst, har hann
hegnisliga tók sær av øll-
um ti, gøtumenn sendu
móti VB-målinum, um tað
so vóru skot ella royndir
vid høvdinum.
Við fleiri góðum bjarg-
ingum fekk hann hildið út-
javningini burturi, so VB-
sigurin ongantíð varð so
álvarsliga hóttur, at hepna
leiðslan kom í vanda.
Men soleiðis er fótbólt-
ur: Umframt gott eyga fyri
spælinum, góðan form og
alt møguligt annað, má
hepni eisini til, og onkun-
tíð spellur tað so eisini at
avgera dystirnar.
Spenningur komin í to
in í 3. deild:
Eðismenn hava tíkið
stríðið upp við HB
Eiðismenn og Páll Guð
laugsson ætla sær í 2.
deild. Tað hava vit sæð á
stigatalvuni leingi, og vit
fingu tað staðfest enn
einaferð, tá teir vunnu tor-
føra útidystin í Runavík-
Teir fingu bert tað mál-
ið, sum Jógvan Sólsker
gjerdi tíðliga í 1. hálvleiki,
men ivi var ongantíð um,
hvar stigini fóru at havna.
Eiðismenn tykjast sann-
førandi og fyltir av spæli-
hugi, og nú síggja teir við
spenningi fram móti
heimadystinum komandi
leygardag móti oddalið-
num HB. EB er favorittur
at vinna henda dystin,
verður menn eftir styrk-
ini, liðini vístu sunnudag-
in.
Tað gongur ut yvir aðru
rød, tá fólkatrot verður í 1.
deild. Tað sóu vit á HB
liðnum, sum hitti B68 í
Gundadali. T.d. saknað-
ust Sámal Erik Hentze og
Eyðun Samuelsen, sum
hjálptu til í 1. deild móti
B68.
Hinvegin hava tofta-
menn eftir heldur trilvan-
di fyrru hålvu rættiliga
tikið dyk á seg. Teir
vunnu uppiborið 2-0 við
málum, sum toppskjúttin
í deildini, Petur Gaard-
lykke, og Oddmar Andre-
assen gjørdu.
Skal nakað annað lið
enn EB og HB metast at
hava meguleika fyri upp-
flyting, so er tað B36. Teir
vunnu annað vikuskiftið á
rað við tennistelum. Hesa-
ferð gekk tað út yvir
tverámenn á Sevmýri. Og
tað tykist einki mark vera
fyri málsókninum hjá
Herálvi Hansen. Aftur
hesaferð fekk hann trý
mál. Hini gjørdu Jón
Hardley, Ingi Jacobsen og
Vinjard Guttesen.
Tverámenn komu niður
um niðurflytingarlinjuna
og skulu ansa sær. Fólkið
átti at verið nóg gott at
hildið liðið í 3. deild. Verð-
ur talan um niðurflyting,
kemur tað illa við hjá 1.
deild, tí tað er ov stórt lop
hjá eykaleikarunum til 1.
deild at fáa dystarvenjing
í 4. deild.
Nr. 150 — 20. august 1991
Hepni avgjørdi í hvussu
er dystin í Vági, so VB nú
er á fimta plássi, meðan
GÍ framvegis liggur beint
omanfyri niðurflytingar-
strikuna á áttanda plássi.
(hj.)
Hepni málskjúttin í Vági
leygardagin, Jan Allan
Miller, roynir seg her
við saksasparki, her um-
girdur av gøtumonn-
unum Magna Jarnskor,
Jóan Paula Olsen og
Anton Skoradal. Mynd:
Arni Johansen
Tað vóru klaksvíkingar,
sum trýstu TB niður um
strikuna. Teir greiddu
javnleik 0-0 móti ÍF, sum
tykist hava trupult við at
fóta sær eftir summar-
steðgin. Odd Eliassen var
á ÍFliðnum. Hann hevði
onkran stóran meguleika,
men Manni Hegnesen,
sum vardi klaksvíksmálið,
greiddi sínar skyldur.
Í hinum endanum var
um reppið, at Jákup Oluf
á Lakjuni fekk avgjørt
klaksvíkingum til fyri-
munar. KÍ hevur nógv
betri málúrteku enn TB,
og hetta kann í síðsta
enda vera bjargingar-
plankin. Men enn eru
langt í frá allar súðir syft-
ar.
Fram er bornlið, og AB
skal eisini ansa sær.
Grannauppgerðin teirra
millum á Argjum varð út-
sett til í gjárkveldið.
Hetta varð avrátt tí B36,
sum er sett at dema dyst-
in, ikki hevði dómara tek-
an í vikuskiftinum. Frá-
líkt at greiðar avtalur
fáast í lag slíkum viðvíkj-
andi. Einki er so forargi-
ligt sum at lið klæða um
og hita upp — og so kemur
eingin dómari.
-nn-