týsdagur 20. august 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 20. august 1991
Síða 11
Harradystur
TB og B 36 skiftu stigini sinamillum i einum sera jøvnum og spennandi
branddysti å Sevmyri, og harvid snåvadi TB i FM-kapprenningini, har
B 36 er best fyri
Åskodararnir å Sevmyri
fingu ein rættiligan harra-
dyst at siggja, tå tåverandi
oddalidini TB og B 36
tørnadu saman. Tad er
sjåldsamt at siggja dyst i
Føroyum, har markering-
arnar eru so tættar kring
allan vøllin heilan dyst.
Hart og sidiligt
Tær tøttu markeringarnar -
saman vid eyðskilda fjåltr-
inum - høvdu vid vid sær,
at flótandi fótbóltsspæl
bert vóru glottar, hóast
bæði liðini høvdu viljan til
tess. Tad, sum dysturin
vantadi leikliga, fingu
åskodararnir so sanniliga i
spenningi og intensiteti:
kraft og vilji var frå byrjan
til enda lagt í hvønn ein-
asta nærdyst. H6ast hetta,
so var dysturin sera sidi-
liga leiktur og væl dømdur
av Kim Eidesgaard.
B 36 legdi best fyri.
Birgir Dimon hevdi sera
ilt vid at fylgja vid ti 6-
trúliga væl upplagda Kára
Maradona Reynheim, so
John Rødgaard hevði úr at
gera við at leggja uppí, -
so mikið, at hann var í
seinna lagi fleiri ferðir, og
einu ferðina mátti hann
honum ólíkt leggja navn
til eitt gult kort.
Reynheim í essinum
Ólagið í TB-verjuni av
hesum gav eina veruliga
gjøgnumspæling, tå Berg-
ur Magnussen ótarnaður
slapp at dribla inni teig-
inum og spæla Reynheim,
id vildi hava brotsspark
fyri taklingina, ið forðaði
skoti hansara. Uttan at
verjan fekk stórt betur tak
á Reynheim fótaði TB sær
og fyrri hálvleikur gekk
javnt á við TB-yvirvág
seinastu tíggju minuttir-
nar, men Egin Høgnesen í
B 36-målinum kom
imillum tær meir og minni
sannfør-andi royndirnar
frå Gullokk Svalbard,
Boga Johannesen og Ola
Johannesen, meðan
avlevering frá Tórfinni
Mortensen úr høgru síðu
slapp at fara órgrd
tvørturum málteigin. Í hin-
um endanum tók Rolf
Christiansen eina frálíka
frísparksroynd frá B 36 og
hevði løtu seinni eina
fantom-bjarging av einum
Gullfoss-skoti eftir Reyn-
heim-dribling.
Foreringar
Hóast TB legði hart út í
seinna hálvleiki, fekk B
36 málkjans eftir fimm
minuttum. John Rødgaard
endurtók kynstur eftir
Karl Arna Egholm, B 36,
við at fuska við avlev-
ering, og Kári Reynheim
streyk avstað við bóltin-
um, men meðan Egin
Høgnesen kom ímillum,
áðrenn Bogi Johannesen
fekk nakað burturúr forer-
ingini, stútaði Bergur
Magnussen frálíka inn-
leggið frá Reynheim upp-
um. Minuttin eftir leikaði
á í hinum endanum, men
B 36-málverjin tók fyrst
eitt skot frá Óla Johanne-
sen og vísti síðani frálíku
evni síni at fara út, tá hann
tveitti seg fyri føturnar á
einum púra leysum Boga
Johannesen; harumframt
sendi Tórður Holm eitt
stút dygst omanfyri tvør-
stongina eftir horna.
Bergur Magnusssen (6-
væntad vid frå byrjan) var
eisini í fokus í bestu B 36-
royndini. Hann fær bóltin
av TB, ið skal fáa álop í
lag, driblar tvørturum til
høgru og spælir síðani
Kára Reynheim í vinstru
síðu, men Rolf Christian-
sen fekk vart fyri, tá
Reynheim roynir seg frá
málteigarhorninum. Hann,
ið iðraði seg mest, var
Jákup Símun Simonsen, ið
var blankafríur í høgru
síðu, bæði tá Bergur og tá
Kári slepti bóltinum, men
bønir hansara vóru ikki
hoyrdar av hansara egnu.
Stóð at koppa
Sigandi fyri dystin var
tað, at hann mest at kalla
var spældur ímillum brots-
teigarnar. Tað plagar at
vera einstýðandi við keði-
ligan dyst, men so var als
ikki. Lidini bæði eins og
áskoðararnir vistu, at
fyrsta målid kundi vera
avgerandi fyri dystin, so
tað var spenningur í sær
sjálvum, at bólturin nærk-
aðist brotsteiginum, og
sjálvt minstu og minst
tilvildarligu møgulcikarnir
fingu åskodarar at kikka
eftir ondini. Men TB
spældi ov einståttad i-
gjøgnum i høgru sidu
(Gullokk/Tórfinn) til tess
at tæga sterku B 36-verj-
una sundur.
B 36 fekk trýst TB nak-
að frá sær, tá korter var
farið, men seinasta kort-
erið varð bert roynt at
halda tørn fyri ógvuslig-
um TB-trýsti; Oluf Mort-
ensen (frålikan dyst) hevði
eisini betri tak á Kára
Reynheim, sum eisini
hevði minni stuðul frå tí
meiri varna midvøllinum.
Tá knapt hálvur tími var
farin royndi TB-venajrin
seg við at seta Henrik
Thomsen inn, men Dánjal
Petur Johansen kgvdi
hann eins væl og hann
Bergur Magnussen í
skotroynd, sum John
Rødgaard roynir at
blokera, meðan Bent
Albinus og Birgir
Dimon hyggja at.
Mynd: Arne Johansen
hevði køvt
hannesen.
Urslitid í lagi
Sum leikur fór, var årslitid
í lagi. Men sum stigatalv-
an er háttað, hevði B 36
meiri orsøk fyri at vera
nøgt við úrslitið. Hvert
havnalidid fer at standa
undir nervatrýstinum er
óvist, men B 36-verjan er
hamskift frá at vera ein
tann mest ótrygga í land-
inum til ta sterkastu.
Hvussu gjarna B 36 vil
sleppa undan at fáa tað at
vita, so er tað trupult at
síggja stórri favoritt til
FM-heitið, hóast vegurin
er langur.
Boga Jo-
ówh
Stóðan, 1. deild menn
11
11
11
11
11
11
11
11
11
11
hi DO CL) da 5 5 OU ON SN 00
24-19
17-10
18-13
12-13
14-11
23-19
11-10
19-19
9-15
11-28
li UV 9 BÍ ID LA Í ID (áð jo
ØRUM BALLI
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn, afholdes
Torsdag den 12. sept. 1991 kl. 09.00
tvangsauktion (AS 280/91) over matr.
nr. 125 W Klaksvik tilhørende Thomas
Jacobsen, Klaksvik.
Auktionen er begæret af advokat Påll
Nielsen, Advokatvirkið, Tórshavn, tlf.
12171 på vegne en pant- og udlægshav-
er.
Ejendommen er et kontor/beboelses
hs på en 504 m2 stor grund. Det be
byggede areal udgør ca. 120 m2 i 2
etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen
nemsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 15.08. 1991
Alex Elisiussen,
fm.