Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 frið Ein 23 ára gamal maður, ið starvast hjá einum felag, ið flytir frakt til flogvgllin og av flogvøllinum, fór við lættum hjartað úr dómhús- inum í gjár. Føroya Rættur hevði dømt mannin at sita í sjey dagar fyri at hava koyrt bil, hóast hann einki koyrikort hevði; men teir tríggir landsrættard6m- ararnir vóru mildari í síni meting. Málið snúði seg um koyring á innigyrda flog- vallarøkinum í Vágum. Tann åkærdi, ið hevdi mist koyrikortið, fór við ødrum bilførara á fløgvøllin við flogfrakt; talan var um ein avloysara, ið bert skuldi koyra hendan dagin, og sum ikki hevði rætt at fara inn á flogvallargkið; ein- ans tann ákærdi hevði samleikaprógvið, sum krevst hjá gðrum enn ferðafólki fyri at sleppa inn á gkið. Tískil koyrdi hann bilin til portrið á gyrðingini, meðan ákærdi koyrdi teir 15 metrarnar yvir til flog- farið við einum pakka, ið var Ov tungur at bera. Eft- irsíðan koyrdi hann aftur til portrið, har bilførarin tók við aftur. Eins og í Føroya Rætti greiddi tann ákærdi í landsrættinum frá, at hann helt, at ferðslulóg- in var ikki galdandi á øk- inum orsakað av teimum serligu umstødunum. Magnus Møller, åkæri, førdi fram, at hetta var ikki bøtuflaki fyri lógar- brotinum. Hann helt, at ferðslan inni á gkinum hóast alt var so mikið munandi, at tað átti at verið eyðgivið, at ferðslu- lógin var galdandi, hóast gyrðingina. Harumframt vísti hann til eina reglu- gerð, sum eftirsíðan er komin í gildi, og sum m.a. staðfestir hesi viðurskifti. Føroya Rættur segði i sínum dómi, at eingin ivi var um, at ferðslulógin var galdandi á gkinum, og vísti heldur ikki náði, tí maðurin helt seg ikki vita betur. Maðurin varð tískil dømdur at sita í sjey dagar. Landsrætturin segði í dóminum í gjár, at hann er samdur við Føroya Rætti i, at ferðslulógin er galdandi å økinum, og stadfesti ti, at madurin hevdi gjørt seg Nr. 150 — 20. august 1991 Hóast flogvøllurin er innigyrdur og serligt samleikaprågv krevst fyri at sleppa inn á øk- ið, so er fersðlulógin eisini galdandi her , ÚR RÆTTINUM Slapn undan at sita sekan í broti á grein 58 í ferðslulógini, ið bannar fólki, ið hava mist koyri- kortið, at koyra bil. Hin- vegin helt landsrætturin, at umstødurnar vóru so ser- ligar, at ákærdi átti at sleppa undan at sita. Tískil varð dómurin staðfestur, men hesa ferð í treytaðum líki í eitt ár; harumframt skuldi maðurin gjalda eina eykabót upp á 500 krónur. Í tí skili fór maðurin, ið hevur fingið kortið aftur, úr dómhúsinum, haðani hann skuldi inn um gyrð- ingina á flogvøllinum. Hesa ferð við boarding passi, eftirsum hann skuldi út at ferðast. ówh Måting eftirfarandi Allur ivi í ferðmátingum verður góðskrivaður bilfóraranum Ein meðalferð uppá 112,6 kilometrar um tíman hevði við sær, at bilfgrari í Føroya Rætti var dømdur at missa koyrikortið í Í gjár var málið aftur fyri, hesa ferð fyri lands- rættinum. Tann dømdi kravdi at vera fridømdur við tílvísing til, at ferð- mátingin ikki við vissu kundi sigast at vera eft- irfarandi. Hartil er mun- urin millum teir 112,6 kilometrarnar og 110, sum hevur kortmiss við sær ov tepur. I rættinum var ført fram, at tað, løgreglan hevur hildið seg til, tá hon gjørdi ferðmátingina, ikki er eitt ávíst punkt, men ein heilur vegur. Politisturin, sum hevði gjør kanningina, greiddi í rættinum frá, at kanningin varð gjørd eftir forskrift- ini. Harumframt var tað SO, segði politisturin, at bilførarar fáa breiðan marginal til sín frama, tá måtingarnar vera gjørdar: tíðin verður longd og LIMES Consulting A/S Gevur ráð í: ÚTFLUTNINGI - FÍGGING - MARKNAÐAR- KANNING - MARKNADARRØKT - EF - EYST- UREUROPA -STARVSFÓLKAVALI & ØDR- UM. Ídnaðar- og sølu- fyritøkur Almennar fyritøkur Arne Risbæk Kristiansen — stjóri á ráð- gevarafyritøkuni LIMES CONSULTING, vitjar aftur føroyskar fyritøkur i viku 34 (19.- 23. august.) Avtalað tid og fáið upp- lysingar hjå: LIMES CONSULTING A/S Bredegade 36 - 126 København K Tlf. 033 14 28 08 - Fax. 033 14 28 32 PF. MERCANT Á Garðavegi 40 - 700 Klaksvík Tlf. 5 7600 - Fax. 5 7294 Tvangsauktion over Opdrætsanlæg m.v. Torsdag den 22. aug. 1991 kl. 10.20 afholdes pá fogedrettens kontor C. Pløyensgøta 1, Tórshavn efter begær- ing af advokat Poul Hansen, Áarvegur 1, Tórshavn pá vegne en pant- og ud- lægshaver, tvangsauktion (AS 316/91) over laksa- og silaalistød tilhørende P/F Streymfiskur, Nesvík. „3 alibur 30 x 30 m« Nærmere oplysninger om auktionsgen- standene og auktionsvilkårene kan fås ved henvendelse til ovennævnte advo- kat. Færøernes fogedret Alex Elisiussen, fm. strekkið stytt í samband við máting og útrokning. Hesa frágreiðing góðtók landsrætturin, ið staðfesti dómin i Føroya Rætti. Rætturin hevur ådur dømt fólk at missa kortið við minni marginali, og eisini hesir dómar eru vorðnir staðfestir í landsrættinum. ówh Tit ringja Sosialurin, tlf. 11820 — vit skriva