mikudagur 21. august 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Syndabukkar
og
akademikarar
»ALMENNIR grunnar verða styrdir
og drenaðir av sosialistum, sum
leska hvør annan í mentanarligari
nalvaskodan. Føroyskt mål og
mentan eru beiti hjá nøkrum
heimfødingum, sum ikki eiga ans
ella flog«. Hetta eru nøkur av orð-
unum í oddagrein í Dagblaðnum
mánadagin og sum vit endurgeva í
teiginum — Hini blødini skriva —
her á síðu 2 í dag. Tey skulu so eis-
ini fáa eina viðmerking her.
SUM so er einki nýtt í hesum. Hetta
er sama talan, sum hevur verið í
Dagblaðnum øll hesi seinastu 10-15
árini, har ein av fremstu akademik-
arunum í landinum sjálvur dittar
sær at leggja allar aðrar sokallaðar
akademikarar og fólk í ávísum al-
mennum størvum undir líkt og
ólíkt. Hverja ferð tað leikar á í landi-
num ella tá einvísa politiska propa-
gandamaskinan skal fóðrast, skulu
finnast syndabukkar millum hesi
fólk. Setningar sum „vit hava ikki
ráð til eina mentanarliga yvirstætt á
Rossatrødni, ið livir avbyrgd frá ar-
beiðandi yvirstættini á skipum og
virkjum okkara« skera væl og virði-
liga út í papp endamálið og ætlan-
EN sosigaley
ina við hesi skriving. Tað eru ikki
fyrst og fremst tað hesi fólk takast
við, sum funnist verður at, men tað
eru fólkini sjálvi, persónarnir, sum
Dagblaðið hevur so ilt av og er úti
eftir. Øll verða tey koyrd í ein sekk
undir heitinum sosialistar — hóat
tað at mong teirra uttan iv eisini
hoyra heima í Fólkaflokkinum. Ja,
hvat munnu tey siga til hesa útspill-
ing í egna L'adi teirra aftur og aftur!
HVÍ ikki halda seg til tann eina
spurningin, sum nomið verður við í
oddagreinini, nevniliga í hesum føri
málið og tað arbeiði, sum verður
gjørt á Setrinum og aðrastaðni í
hesum sambandi! Hví tengja mál-
spurningin saman við spurningi-
num um búskaparligu kreppuna,
hví hongja ávísar stættir út og siga,
at hesi fólk liva uppá nass, at tey
eru ein mentanarlig yvirstætt, at
tey liva avbyrgd frá arbeiðandi und-
irstættini osfr., um ætlanin er at fáa
eitt orðaskifti um málið, um mål-
stovnr, um teldunýtslu, um orðalist-
ar osfr. Tað hava vit brúk fyri, og
eingin ivi er um, at tað finnast yms-
ar meiningar um, hvussu vit eiga at
bera okkum at, tá tað snýr seg um
målrøkt. Tað eru tey, sum eru
énøgd og ósamd við målrøktarar-
nar á Debesartrød, men tað eru eis-
ini tey, sum leggja stóran týdning í
teirra avrik.
HVÍ forða fyri einum sakligum og
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pí Pressan 1981
gevandi orðaskifti við at seta kílar í
alt fyri eitt — kílar, sum hetta at
gera tað til ein spurning um yvir-
stætt mótvegis undirstætt, um sosi-
alistar móti øllum ødrum, um aka-
demikarar mótvegis Palleba! Svarið
er eittans, nevniliga, at fólkafloks-
málgagnið er ikki hugað fyri at fáa
ein sakligt og breitt orðaskifti um
nakran samfelagsspurning yvirhøv-
ur. Ti tað hevur sjålvt patent uppá
tad rætta svarid: nevnilig at aka-
demikarar og sosialistar eru orsøk-
in til alt tað, sum gongur tann
skeiva vegin í samfelagnum. So ein-
falt er tað. Men einki nýtt er í hes-
um. Hetta er sama endurtøkan,
sum vit hava sæð í blaðnum ár um
ár. Eru tað ikki akademikarar, sum
skulu hongjast út, so eru tað lista-
fólk, rithøvundar 0.1. Øll vita vit,
hvussu illa júst Dagblaðið er farið
við hesum "6lkum. Og hetta hevur
so lítið og einki havt at gera við tað,
sum hesi fólk takast við. Útspilling-
in hevur bert skula tænt tí eina
endamálinum, at vera ein týðandi
partur av tí politiska virkseminum
hjá blaðstjóranum, sum sær sosia-
listar og trøll fyri sær allastaðni.
AT akademikarar eru ráðaríkir og
átufrekir mentanarligir búravnar
hava vit so enn einaferð fingið at
vita í Dagblaðnum. Vit fáa so eisini
at vita, at allir almennir grunnar
verða stýrdir og drenaðir av sosia-
listum. Tað hevði kanska verið eitt
Bústaður: Argjavegur 26
Telefon:
Argir
11820
gott hugskot hjá Dagblaðsstjóra-
num at tikið upp spurningin við
teimum almennu grunnunum, har
hansara egnu partamenn fáa stuðul!
av einum og gðrum slag. ikki
munnu teir fara at teljast so fár. Og
nú tá hann tekur patent uppá alt,
sum hevur við vinnulívið at gera,
kundi hann hóskandi svarað spurn-
inginum, í hvgnn mun almennir
grunnar — sum eitt nú lata stuðul til
vinnulívsfólk — verða styrdir og
drenaðir av fólkafloksmonnum!
Hetta hevur neyvan nakran áhuga.
TAÐ einasta, sum málgagnið hjá
Fólkaflokkinum hevur áhuga fyri, er
at seta ilt millum ymsar stættir í
samfelagnum, millum fólk við yms-
um áskoðanum o.l. At hetta hevur
eydnast blaðnum í ávísan mun eru
mong prógv um. Men herfyri komu
so nýggj »signal« úr erva í Fólka-
flokkinum. Tey sýntust at vera klár
og greið boð um, at flokkurin ikki
ætlaði sær at legja navn til tær
mongu útspillingar, sum nú aftur
eru at síggja í málgagninum. Tær
beru kávalótir heldur onkur! Henda
seinasta oddagrein nevnir íkki
nøvn, men brúkar sosialista- og
akademiskaraspjaldið í staðin.
Samgongan er enn ung. Um henni
verður lív lagað alt skeiðið út vil tíð-
in so vísa. Tíðin fer eisini at vísa, um
útspillarin í Dagblaðnum kemur at
hava nakra ávirkan í hesi sam-
gonguni!
Tingið saman
Í morgin kemur tingið
saman aftur. Til um-
Dagblaðið og
akademikarar
Dagblaðið, hetta politiska
málgagnið hjá Fólka-
flokkinum, hevur sum ikki
einaferð fingið ilt av aka-
demikarum, listafólki og
eðrum føroyingum í åvis-
um almennum stervum.
Vit skulu her endurgeva
brot úr hesi oddagrein,
sum ikki er undirskrivað
og tí uttan iva er blað-
stjórans:
»Føroysku fjølmidlarnir
royna at strevast fyri at
halda gerandismåli okk-
ara í toluligum skapi.
Við at brúka kreftir fær
ein meir kreftir. Men
mangan sakna vit máls-
lig íbirting frá teimum,
sum lítið og einki annað
havast at, enn fáa al-
menna løn fyri at rekja
og menna feroyska
tungu- og skriftmálið,
so tað kann laga seg til
nýggjar avbjóðingar og
stand ímóti komandi
ágangi.
Vit eiga eitt Fróð-
skaparsetur við so-
neundum Målstovni og
Feroyamálsdeild, sum
kostar milliónir hvert ár
at reka. Frálæra í foroy-
skum máli og bkment-
um fer fram har, so
skúlaverk og ungdómur
okkara fáa líkinda lær-
arakreftir í móðurmáli-
num.
Almennir stovnar og
fjølmidlar fáa sendandi
eitt samanlagt A4-ark,
neunt Orðafar, av og á.
Vit eru ómetaliga takk-
som fyri hesa vegleið-
ing. Men ikki bjargar
hon móðurmáli okkara
undan at kódna undir
mentanarliga skriðu-
lopinum uttaneftir.
Hetta fámenta fólk hev-
ur fyri neyðini eina tíð-
arhóskandi Feroyska
og Dansk-Føroyska
orðabók. Nú má vera
well við hondskrivaðum
orðalistum í arkiveskj-
um á dustløgdum hyll-
um. Nú mugu teldurnar
takast í nýtslu og fólkið
fødast við orðafellum og
vendingum, sum kunnu
bjarga málinum undan
at verða ryggbrotið á
gerandisdagsins
mannamunni, meðan
professarar og heiðurs-
doktarar dyrka sína
akademisku fáfongd.
Bókmentir okkara eru
politiseraðar, so tær
einki listarligt virði
eiga. Almennir grunnar
verða stýrdir og drenað-
ir av sosialistum, sum
leska hvennannan í
mentanarligari nalva-
skoðan. Feroyskt mál
og mentan eru beiti hjá
nøkrum heimfødingum,
sum ikki einga ans ella
flog. Teir hava brúkt
sínar kreftir og skatta-
pening »jogvans« at
grava og reiðrast i, til
egna nalvaskoðan.
Hendir ikki stórbroyt-
ing, verður komandi
ættarlið gjort fremmant
í egnum landi og noyð-
ist út í heimin at vinna
sær fødina, uttan máls-
liga ella mentanarliga
heimafylgju.
So latum okkum
hoyra og síggja nakað
væl meir enn higartil frá
teimum, sum brúka
skattapening Feroya
fólks til at dusa sær í
sum uppblástir mentan-
arpávar, ið einki sum
helst atlit hava við
málsliga svelturin hjá
fjøldini. Vit hava ikki
ráð til eina mentanar-
liga yvirstætt á Rossa-
treðni, ið livir avbyrgd
frá arbeiðandi undir
stættini á skipum og
virkjum okkara.
Henda fjøld noyðist
nú út í verðina at vinn
sær feðina og fyri skatt-
in, meðan akademikar-
arnir sita fastir heima á
Rossatreðni sum ráa-
rikir og åtufrekir ment-
anarligir búrauvnar.a
rødu er ólavseskureðan
hjá legmanni og so
framlega. Sambært út-
talilsunum frá bæði
legmanni og tingfor-
manninum her í Sosi-
alinum í seinastuni
kunnu vit vænta okk-
um eina tingsetu, sum
verður eðrvísi enn tær
undanfarnu. Nú skulu
málini ikki skundast
igjøgnum, nú verða
ólavsekureða og fígg-
jarlóg vidgjørt hver
sær, og nú fer dialog-
urin millum samgongu
og andsteðu at verða
virdur meira. Fáur
man ivast í, at hetta
er einasta gongda leið-
in, tá hugsað verður
um óskilið ið rátt hev-
ur á tingi í nógv ár,
har lítir skil hevur ver-
ið í tingarbeiðinum
sum so. Eitt eru orð,
annað veruleiki. Nú
verður so spennandi
at síggja, um góðu
orðini frá tveimum av
landsins hægstu
monnum fara at síggj-
ast aftur í verki. Givið
er at hetta málið um
sterri samvinnu í
tinginum, um sterri
virðing fyri dialogi-
num, eisini fer at
verða tikið upp í við-
gerðini av løgmans-
røduni. Vit hava so
her i blaðnum roynt at
greida spurningar og
leggja teir fram til
tjak. Áhugavert verð-
ur at hoyra, hvat ting-
menn hava at siga til
hesar spurningar.
Helst fer útvarpið at
senda viðgerðina av
Olavsøkurøduni. Nógv-
ir nýggir tingmenn
sleppa at royna seg
fyri fyrstu ferð, og tað
verður ikki minni
áhugavert.
DOK KEDE VER TO SS BÆN NO NS OS
————F—————