mikudagur 21. august 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 21. august 1991
Skibskredittfondurin
Bangin fyri, at Skálafjall
varð skrædladur
Fondurin átti 92 milliónir í skipinum og tað var óráðiligt at lata
skipa liggja mannleyst á Skála.áðrenn tvingsilssøluna, sigur
Jógvan Páll Lassen, sakfórari.
Svartkjaftatrolarin Skála-
fjall verður ikki seldur á
tvingsilssølu fyrr enn 31.
oktober. Men longu i
seinastu viku valdi
skibskredittfondurin, sum
er stórsti veðhavari í
skipinum við 92 milli-
ónum, at flyta skipið til
Danmarkar.
Í seinastu viku kom
manning úr Danmark, og
nú er seinasti svartkjafta-
trolarin hjá føroyingum
fluttur av landinum.
Varnir
—Tå so stór virðir liggja
við kei, skipið hevur virði
av umleið 100 milliónum,
so tordi skibskreditt-
fondurin ikki at taka
risikoina at lata skipið
liggja uttan vaktarhald,
sígur Jógvan Páll Lassen,
sum er sakførari hjá
Skibskredittfonden.
--Hóast fyrrverandi
eigararnir føra fram, at
vakt var umborð, so kendu
vit okkum íkki tryggar,
serliga tá vit vita, at skip
Síða 3
fyrr í Føroyum eru
skrædlaði, áðrenn tving-
silssølu. hetta sigi eg uttan
at nevna ngvn, sigur
Jógvan Páll Lassen.
Eisini er tað munandi
bíligari hjá einum skipi at
liggja í havn uttanlanda,
enn í Føroyum. Serliga tå
vit hugsa um keipening og
streym, sigur Jógvan Páll
Jógvan Páll Lassen, sakférari:
"Skálafjall var ov dýrt skip at liggja
mannleyst“.
Lassen.
--Skálafjall hevur ikki
verið í dokk í tvey ár.
Reiðaríið hevur heldur
ikki klára at rinda rent-
urnar, sum eru uppå 2,5
prosent og Skibskreditt-
fondurin kendi seg ikki
Skålafjall før av
landinum, ti
skibskredittfondurin
roknaði við, at skipið
varð skrædlað,
áðrenn tað fór á
tvingsilssølu.
tryggan at lata eitt so dyrt
vinnutól liggja mannleyst
á Skála, sigur Jógvan Páll
Lassen.
Faroe Íslands
Frá álítandi keldum veit
Sosialurin at siga, at tá
farmaskipið Faroe Islands,
sum var skrásett í
Hattarvík, fór á
tvingsilssølu, lá tað eina
drúgva tíð í Hvalvík. Tá
var hópin at kostnaðar-
miklum lutum stolið úr
skipinum. Í dag er ein
politisak um hetta mál.
jústinus
Sveinanrógv fyri
maskinarbeidarar
Hesir næmingar hava tikið
sveinaprógv sum maskin-
arbeiðarar á Tekniska
skúla í Havn. Standandi
frá vinstru: Arni Carlsen,
Toftir, lærupláss: Tórs-
havnar Skipasmiðja. Karl
Fríði Hansen, Tvgroyri:
lærupláss P/F Drelnes,
Øravik. Ola Hans Hansen,
Fuglafjørdur: læruplåss
P/F Kåri Johannesen,
Kambsdalur.
Regin Åki Hansen,
Kvívík: lærupláss LV-
Maskinstødin, Kollafjør6-
ur. Terji Holm Jacobsen,
Tórshavn: lærupláss
Térshavnar Skipasmiðja.
John R. Johannesen:
læruplåss LV-maskinstød-
in 'Kollafjørdor.- Gunleif
Mikkelsen, Tórshavn:
lærupláss Tórshavnar
Skipasmiðja. Niels Juel
Olsen: lærupláss Tórs-
havnar Skipasmiðja.
Sverri Poulsen, Saltang-
ará: lærupláss Mekanik,
Saltangará. Sverri Skorá
Kalbak: lærupláss Wenzel
Petersen, Tórshavn og
Grímur Wang, Tórshavn:
lærupláss Tórshavnar
Skipasmiðja.
jústinus