Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lesarabrøv „ Mr. 151 — 21. august 1991 Havi einki stolið! Sum nevnt í lesarabrævi her í blaðnum fyrr, so hev- ur mikið rok staðist av smoltstødini Aarsteð í Funningi, og virkið hevur higartil bert mett mót- steðu frá bygdarráðnum. Tað seinasta sum ein hevur hoyrt gingið sum rótasúpan um stóran part av økinum, sum hon er bygd á, frá sjálvum bygdaráðsformanninum, Andor Sivertsen. Nógv eru tey, sum trúgva, at so er. Men undirritaði sum eigur ekið, ið smoltsteðin er bygd á, fari hervið at prógva, at so er ikki. Nakað eftir at útskift- ingin var liðug í Funningi, hetta var antin í 1982 ella 1983. Tá kom Andor Si- vertsen til mín, og spurdi, um markið millum mítt og hansara stykki kundi set- ast eðrvísi, tí stykkini um- skaraðust. Eg helt, at um Andor Sivertsen hevði gleði av at markið bleiv broytt, hevði eg einki ímóti tí. Hann bað meg seta markið, men eg helt, at tá hann kom til mín og bað um at markið varð broytt, so vildi eg at hann skuldi broyta markið sjálvur. Síðani broytti hann markið, og meir hendi ikki ta ferðina. Her kann skoytast uppí, at tað var áðrenn nakrir tankar komu fram um at gera smoltsteðina. A vári 1986 fóru vit so undir at gera smoltstød- ina. tá skuldi eitt hús byggjast ovast á økinum til ta teknisku útgerðina. Bygginevndin hjá kom- mununi kom á staðið at seta húsið av, men vildi ikki gera tað, tí markið var ógreitt. Vit fingu tí Andor Sivertsen aftur á staðið, og setti hann markið einaferð aftrat. Hetta kunnu limirnir í bygginevndini prógva, tí teir settu húsið av, sum síðani varð bygt. Ég eri ógvuliga harmur um at verða lagdur undir at hava stolið nakað frá nekrum, og vil ikki hava tað liggjandi á mær. Eg haldi tað vera ljótt av Andor Sivertsen, at koma til mín fyri at fáa markið broytt, og síðani at leggja meg undir tjóva- ri. Vónandi kunnu hesar reglur verða við til at gera tað greitt fyri funnings- fólki, og ellum ødrum sum hava frætt um stuldurin, at eg einki havi stolið frá Andor Sivertsen, tí tað var hann sum setti markið — enntá tvær ferðir. Eg hoyrist aftur. Martin Højsted, Funningur ÉT Tá ið kynsbótin kom til Føroya Fyrr i tíðini bøttu føroy- ingar sjóstúku og brøkur og onnur pløgg. Trolara- menn bøttu trol. I seinni tíð hava vit eisini bøtt slangur til bil og súklu (hóast tey málbeklaðu kalla tað at lappa), og nú tykist tað beinleiðis at vera móti hjá ungdómi- num at ganga í bettum (fyri ikki at siga óbettum) spjarrum. Men so hendi tað einaferð í upphavi málreinsingarinnar, at fer- oyingar eisini fóru at beta tankar. Tað ókristiliga prestakríggið í sekstandu eld bleiv kallað trúbótin, t.e. vit bettu trúnna, tá ið Luther fór í hernað móti pávanum. Síðan hava vit gingið í einari bettari trúgv, og vit mugu vóna, at beturnar halda og ikki loysna frá aftur, so at vit trúarliga verða sum hesi nútíðar ungu, sum ganga so rivin og skredd, at tað er ein óbótalig skomm. Gamalt var eisini at beta súpanina við beinum og eðrum, sum saft og væl til. Lagaligir prísir! 3 rúmlig komur eru tók beinan vegin, og til umleið 1. maí 1991. (Summarmánaðirnar eru tey „tiltaksrúma hjá tilhaldshúsinum SKANSANUM. ) Góðir badi- og matgerdarmøguleikar! Ynskist ein góður morgunmatur áðr- enn farið verður frá húsum, ber hetta Telefon 1 3243 ella 1 2242 kraft var í. Nú síggi eg í Dimma- lætting (18. juli), at vit eis- ini eru farin undir at bøta kynið. — Hvussu ber hetta nú til, hugsaði eg. Vit neyðars syndarar eru annaðhvert av kallkyni ella kvennkyni, og tað kann vera ymiskt, sum vit umsita henda grundliggj- andi eginleika, men at kynið kann bøtast, tað var ikki til at forstanda. Eg hugsaði fyrst, at tað snúi seg um okkurt kirurgiskt, tí eg havi fyri kortum sæð ein film í sjónvarpinum um ein sorgarbundnan mann, sum var farin at leita sær heilsubót fyri im- potens (»støduloysi«, sum teir siga å setrinum), og teir bretsku læknarnir framdu beinleiðis undur- verk, tá tað galt um at fáa bett um kynslimin, sum av onkrari orsek var fallin í fátt. Tað var meir enn so, at tað eydnaðist hesum bretsku kynsbetarum at fáa gamla at kvaklast, fyri ikki at siga ressast, so at vónin um eitt bett kynslív vaks í stórum. Tað var hugtakandi at sígja, hvussu kona tann limlam- na freddist, tá hon sá, at kynsbótin gjørdi, at nú var bót á borðið í hjúna- lagnum, sum annars ikki hevði boðist betur. >Hetta var sonn sálarbót<, segði konan við tárum. Eg fekk eisini tann ill- gruna, at talan kundi verða um at verða revsað- ur fyri okkurt kynsligt. Okkara bleð, sum duga at skyna á góðum og illum og stórum og smáum, skriva ofta um onkran, sum »hevur víst fyri særa úti á vegnum, og hesir vegvísarar verða so tiknir av politinum og fáa... kynsbót, helt eg. Men nei, so var ikki. Ella kanska, hugsaði eg, var ein kynsbót tann fyri- byrgingarbótin, sum ær- nar ganga við á rassinum, tí bóndin ikki vil, at tær skulu hava nakað kynslív tann veturin. Seinni, meðan eg las greinina, varnaðist eg, at her als ikki var talan um brekað ella ónæriligt kall- kyn ella um familjuplan- legging fyri seyð. Talan var um at beta kynið hjá laksi. — Ikki eiti á djóra- vinir, hugsaði eg, — teir vilja nú geva teimum neyðars laksunum eitt sindur av kynsligari kom- pensatión aftur fyri tor- turin í teimum yvirfyltu ringunum, aftur fyri lýs- nar og alla alievjuna yvir- hevur. Men gakk. Ikki var tað alskur til táknutar med- skapningar, sum lá aftan fyri ætlanirnar um kyns- bót við Áir. Ætlanin var at beta um ættina, um slagið. — Men, hugsaði eg, — orðið >kyn< merkir ikki »ætt« ella »slag« á før- oyskum. Í tí niðursetandi orðatakinum um >kynið sum í kettu« er heilt greitt, at her hevur orðið týdningin „lyndi, mura«. Rætt er tað, at orðið »kyn« í íslendskum og í fornum og burturdeyðum málum hvur/hevu havt týdningin: ætt, men ikki á nútíðar foroyskum. So vítt sum greinin um kynsbeting er fatilig, skal hetta nýggja orðið hava týdningin: at beta um slagið, ættina, stovnin. So kann orðið »kynsbøting« ikki brúkast. Arbeiðið má heldur kallast slagrekt, úrvalsaling, ættarstýring, stovnsmenning ella okk- urt er í hvussu er 50% skeivt, tí útvikling kann vera bæði til tað verra og tað betra, meðan menning bara er positiv). Sum vit síggja, er orðið >kynsbót< púra óbrúkiligt til tað ætlada innihaldið. Tað er harafturat sera skaðiligt, tí tað skeiklar tann tydningin av »kyni«, sum frammanundan lá 100% fastur. Tað er ikki betandi hond, sum gróður- setur sovorðið illgresi. Málsligir skurðir og høgg av hesum slagnum eru líka so betandi og stimbr- andi, sum tað hevði verið fyri áðurnevnda hjúnalag, um teir bretsku læknarnir bara skóru tann kúrandi limin av og bóðu konuna fáa sær ein íslendskan í staðin. Málverji Jógvan við Keldu, Kappingin er hørå — og fer at okjast Føroysku tdnadarfyritøkurnar noyðast at øka í stórum arbeiði við marknadarrøkt, marknaðarkanningum, sølumøguleikum og profilering kanningum av av idnadarfyritøkum og tdnadarvørum á út- lendsku marknadunum. Hetta sigur Jógvan vid Keldu í sam- band við, at Arne Risbæk Kristiansen, stjóri á fyritokuni Limes Consulting, A/S er á Foroyavitjan fyri fjórðu ferð í ár. Tað verður í nógv sterri mun enn higartil neyðugt komandi 10 árini at hugsa um dygga kostnaðarlækk- ing á hverji ídnaðar- og framleiðslukrónu. Neyðugt verður at økja í stórum arbeiði við mark- naðarrekt, marknaðar- kanningum, kanningum av sølumøguleikum og profilering av ídnaðarfyri- tøkum og ídnaðarverum á útlendskum marknaðum er fyritreyt fyri menning. Hægri eginkapitalur slepst ikki undan, ein dygg stýring, gjegn- umferd ráðgeving og ein nógv hollari vitan um bæði teir vit kappast við og teir vit skulu selja til. Avegis-amboð eru tok Feroyingar hava í dag ávegisamboð til alt hetta, tað verið seg við Menning- arstovuni, Hagdeildini, foroysku umboðsstovun- um uttanlands, fíggjar- og peningastovnum, grann- skodarafyritøkum, leg- frødingum o.0. sum gene- relt kunnu geva tel og aðr- ar upplýsingar, og sum í ávísan mun hava tíð og fólkanegd at geva ráð. Tó hava hesir stovnar avmarkaða tíð og fólka- nøgd at geva gjøgnumfør- da ráðgeving til hverja einstaka fyritøku sær á ellum ekjum. Tað er tí av ómetaliga stórum týdningi, at fyri- tekur so tíðliga sum til- ber, fáa eina dygga ráð- geving á ådurnevndu økj- um. Fleiri felog í Feroyum hava í dag samstarv við donsku ráðgevingarfyri- tekuna Limes Consulting A/S í Keypmannahavn, ið hevur 25 ár á baki við ráð- geving í Danmark og í út- londum, bæði innan alment og privat virkis- eki. Nú býðst aftur eitt høvi P/F Mercant i Klaksvik hevur í 3 ár umboðað hesa fyritøku í Føroyum, og Jógvan við Keldu stjóri á Mercant upplýsir, at Arne Risbæk Kristiansen stjóri og ánari av Limes Con- sulting A/S aftur vitjar føroyskar fyritøkur í viku 34 (hesari vikuni) — frá 19. til 23. august. Hetta er 4. ferð hansara til Føroya í ár.