mikudagur 21. august 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 21. august 1991
Hvalbi
I SNSjalurin .
ar Óðir
— kæra d0maran
»Dømingin í dystinum KÍ-Royn leygardagin í Klaksvík var so
høpisleys, at tað er ófatiligt, at Arthur Ellingsgaard sleppur at
dóma dystir í vaksnamannadeildini,< sigur Johan Petur Olgar-
son, Royn, ið sjálvur er royndur dómari í 1. deildarfótbólti
Áskoðararnir í Klaksvík
leygardagin, sum hugdu at
dystinum millum 2. deild-
arliðini hjá KI og Royn,
tykjast hava upplivað ein
ødrvisi dyst, enn tey eru
von við.
I hvussu er benda
nógvar munligar frásagnir
frá dystinum á, at hann eitt
nú varð dømdur á ein heilt
serstakan hátt.
Hetta sást eisini á tí,
Sosialurin í gjár visti at
siga frá hesum dysti.
Her skulu í stuttum
verða endurgivin nøkur
brot úr dystarfråsøgnini:
>...Royn verjan setir
rangstødufellu, sum
linjuverji, Roynleikarar
og kanska eisini klaks-
víkingar halda eydnast.
Men ikki dómarin, og so
er lagamanni hjá Allani
Joensen at trilla til 3-0
...Tað er annars einki at
liggja omaná, at bæði
liðini vóru stak illa nógd
við leiðsluna av dyst-
inum hjá svartklædda
manninum.« (endurgev-
ing endað)
Kundi endað gørvísi
Tað er eingin loyna, at
tað serliga eru hvalbingar,
sum gera vart við seg og
sína ónggd:
»Dømingin var undir alt
lágmark, og orsøkin til, at
vit nú fara at kæra dómar-
an frá dystinum í Klaks-
vík, er ikki úrslitið, men
tað høpisloysid, dømingin
var merkt av allan vegin i-
gjøgnum,« sigur ein av
Royn-spælarunum, Johan
Petur Olgarson, ið sjálvur
er aktivur dómari i vaksna-
mannadeildunum — gjarna
í 1. deild. >Vit hava mun-
liga vent okkum til FSF,
sum hevur biðið okkum
koma við skrivligari frá-
greiðing, og hana fara vit
so at skriva í morgin (í
dag, bløm.).<
Fingu mál kolldømt
Tad, sum hvalbingarnir
serliga eru ónggdir um,
var kolldømingin av
einum måli, teir fingu, tå
stødan var 1-0 til KÍ.
»Vit javnadu út, men
démarin dømdi fyri rang-
stóðu, hóast ikki færri enn
tveir Kl'arar stóðu inni á
sjálvari málstrikuni og
dekkaðu upp,< sigur Johan
Petur Olgason. >Ein og
hvør kundi siga sær sjálv-
um, at her var fullkomu-
liga 6gjørligt, at nakar
spælari kundi vera rang-
staddur á nakran sum helst
hátt. Men tað vóru so
sanniliga ikki bara vit, ið
rystu við høvdinum, hóast
Kl'ararnir vóru fegnir um,
at málið varð kolldømt.«
Johan Petur vísir á, at
hóast dysturin endaði 4-0
til KÍ, so kann ein bert
hugsa sær til, hvgrja vend
eitt útjavnandi mál í hesi
støduni kundi havt við
sær.
>Vit góðtaka sjálvandi
tapið, tí 4-0 kann eingin
dómari gera eitt úrslit til,
soleiðis uttan víðari,<
sigur hann. >Men dómaran
og dømingina kunnu vit
bara als ikki góðtaka.<
Sambært hvalbingum er
dómarin, Arthur Ellings-
gaard, heldur ikki serliga
kunnugur við nýggju regl-
urnar, FIFA hevur latið
gera.
>Um so málverjarnir
lógu flatir í luftini fyri at
bjarga og so máttu toyggja
seg einaferð aftrat fyri at
fáa hildið bóltinum, dømdi
hann konsekvent óbein-
leiðis fríspark, hóast vit
báðir undan dystinum
høvdu tosað saman um
júst hesar nýggju
reglurnar,< sigur Johan
Petur. »So tað sær ikki út
til, at maðurin kann hava
stórvegis skil fyri døm-
ing.«
Vildi ikki hyggja
at linjuverjanum
Eitt annað dómi, sum
verður nevnt — stóð eisini í
Sosialinum í gjár — er tað
triðja málið, KI fekk í
dystinum.
»Vit gjørdu rangstødu-
fellu, sum eisini riggadi, ti
spældi maðurin kom at
verða langt innanfyri
okkum,< greiðir Johan
Petur frá. >Hetta sá linju-
verjin, og hann veittraði
eisini fyri tí, men tað rørdi
ikki dómaran, ið læt spæl-
ið ganga víðari og gjørdi
dóm linjuverjans til einkis,
hóast hesin stóð væl fyri,
og tað annars kundi
síggjast av einum og
hvørjum, at her var talan
um greiða rangstødu og
einki annað.“
Johan Petur fór beinan-
vegin til dómaran, og bað
hann spyrja linjuverjan,
hvat hesin hevði veittrað
fyri. Men hann dómarin
avvísti, at linjuverjin yvir-
høvur hevði veittrað, hóast
hann sambært Johan
Peturi hevði staðið góða
løtu við flagginum uppi.
»Eg bað dómaran triggj-
ar ferðir fara yvir og
spyrja linjuverjan, men
hann tvíhelt um, at
linjuverjin ikki hevði
veittrad, og at har var
einki at spyrja hann um,<
sigur Johan Petur.
Spældi »sjavs«
við kortunum
Ikki tykist nóg mikið
vera við, at Arthur Ellings-
gaard í vanligu dómunum
gjøgnum dystin gjørdi
brølarar. Hvalbingar hava
eisini hug at viðmerkja tey
átta (8!) gulu kortini, ið
givin vóru í dystinum
Teir siga, at talan í allar
mátar var um ein sidiliga
spældan dyst, uttan nakað
hart spæl, men at dómarin
kortini býtti kortini út til
høgru og sum
spældi hann sum
Johan Petur Olgason tekur
til.
Hvørja ferð spælararnir
søgdu nakað sum helst,
fingu teir gula kortid, eins
og kortini eisini vórðu
givin við løgnum grund-
gevingum:
»Sjålvur var eg ov
seinur til eina heilt vanliga
takling úti á miðjum vølli,
sum sjálvandi var til eitt
fríspark,< sigur Johan
Petur. >Men ikki var nóg
mikið við tí. Eg fekk gula
kortið, tí eg skuldi havt
vinsiru,
»SJavs«,
brúkt sokalladu neyð-
bremsuna.<
Rúgvusmikil kæra
Óivað verður tað ein
rúgvusmikil kæra, Royn
fer at senda um dómaran
og dømingina í Klaksvík,
hóast teir ikki við tí vilja
hava, at úrslitið av
dystinum skal broytast.
>Vit duga ikki at síggja
nakað høpi i, at ein so-
vorðin dómari skal sleppa
at dóma týðandi dystir í
vaksnamannadeildunum,«
sigur Johan Petur Olgar-
son. »Og um menn ikki
vilja trúgva ti, vit hava at
bera fram, so kunnu teir
bara seta mannin at døma
ein toppdyst il. deild og
so sjålvir koma at hyggja
at, hvussu tað sær út. Tá
fáa teir so í hvussu er sjón
fyri søgn.«
Kæran frá verður sum
sagt skrivað í dag, og sum
skjótast send Fótbóltssam-
bandinum.
hj.
Arthur Ellingsgaard:
>Dysturin er
dømdur — so
er alt sagt!«
Sosialurin vendi sær fyrra-
partin í gjár til dómaran
frå umrødda dysti í Klaks-
vik, Arthur Ellingsgaard
av Eidi, og spurdi hann
um, hvat hann sigur til
kæruna frå Royn.
>Teir mugu gjarna hótta
við eini kæru, um tað er
tað, teir vilja,< sigur hann.
»Eg ætli mær einki serligt
at svara til tað, og hatta
mugu teir um. Dysturin er
bæði spældur og dømdur,
og so er ikki meira at siga
um tað. Og fyri tað kundi
KI vunnið enn meira enn
hasi 4-0, sum endaliga úr-
slitið varð.<
Dómari í mong ár
Arthur Ellingsgaard
vísir á, at hann hevur
verið dómari í mong ár,
og at hetta er fjórða árið,
at hann dømir, síðani hann
tók dómaraprógv.
>Tað undrar meg bara
ikki, at eitt lið, sum heldur
seg hava vunnið áðrenn
dystin, fær hug at koma
øllum møguligum kærum,
tå tad ikki visir seg at
rigga å vøllinum,« sigur
hann. »Væl kann tad vera,
at eg havi gjørt onkran
feil, men tad er einki at
øsa seg upp um soleidis.
Hatta mugu hvalbingarnir
sjålvir um.<
Einki meira at gera
Hann sigur seg annars
ikki hava hug at gera
nakra viðmerking til tíð-
indini um, at Royn ætlar
at kæra døming hansara í
dystinum KI-Royn.
>Sum sagt, so er dyst-
urin spældur og dømdur,
so har er einki meira at
gera vid tað,< sigur Arthur
Ellingsgaard at enda í
stuttu viðmerking síni til
Sosialin.
hj.