mikudagur 21. august 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
23. kappsiglingin
verður sunnudagin |
Sunnudagin kl. 15 verður
árliga kappsiglingin, sum
Lions Club Eysturoy skip-
ar fyri, á Skålafjørdinum.
Hetta er 23. ferðin, at
skipað verður fyri hesi
kappsigling, ið plagar at
hava stak góða undirtøku
— millum 20 og 30 bátar. I
fjør var undirtøkan stórri
enn vanligt, tá 31 bátar
vóru við. Allir komu á
mál, men ein varð koll-
dømdur, tí hann ikki sigldi
rætt um málið.
Í fjór vóru tað Anker og
Jóan Pauli Hansen av
Strondum, sum umborð á
>Teistanum< vunnu sigl-
ingina. Báturin >Nósi< lá
annars á odda meginpartin
av teininum — 300 metrar
frammanfyri tann næsta, tá
tað var uppá tað mesta —
men misti byrðin, tá hann
kom afturundir Gjaranes á
hálvum teininum, og end-
aði so í staðin millum aft-
astu bátarnar.
Ættin avgerandi
Sum vera man, so er tað
ættin sunnudagin, ið skal
gera av, hvussu siglt verð-
ur, og eru leiðirnar tvinnar
at velja ímillum. Annað-
hvgrt sigla bátarnir úr
Runavík inn á Skála, ella
av Skála út til Runavikar.
Málið eru tvær flaggboy-
ur, sum siglast skal ímill-
um. Koma bátar á mál,
men ikki millum boyurnar,
førir tað kolldøming við
sær.
Eins og í fjør er ætlanin
at byrja við føstum starti,
sum fyri fyrstu ferð varð
royndur í fjør við góðum
úrslitið.
Stutt skotbrá
Stutt tid er til sunnudag-
in, so ikki kann sigast, at
áhugaði fáa stórvegis skot-
brá, hóast luttakararnir
vanliga ikki plaga at venja
tað stóra frammanundan.
Tey, ið ætla sær við
hesaferð, skulu boða frá
hjá Símuni Rasmussen á
Strondum, tlf. 47165 — og
tað skal helst vera skjótast
gjørligt.
Treytin, ið sett verður
luttakandi bátum, er at teir
annadhvørt skulu vera 4-
ella 6-mannafør, og at
seglið ikki er stórri enn
hálvansjeynda fermetur til
støddar.
Aftanå siglingina fåa
luttakararnir sum vanligt
pannukøkur og kaffi, um-
framt at steyp verda hand-
að vinnarunum.
Eisini verdur seldur ein
lutasedil, sum gevur
møguleika fyri at vinna
eina frystiboks, høgrokada
vid føroyskum mati. Inn-
tøkurnar frå lutasedlinum
fara til útgávu av Eystur-
oyarsøgu.
hj.
>Nósi< úr Havn var
ein av teimum 31 bát-
unum, ið vóru við til
Skálafjarðarkappsigl-
ingina í fjór. Hann lá
langt fremstur megin-
partin av teinum, men
misti byrðin, tá hann
kom afturundir Gjara-
nes. So tað gjørdist í
staðin >Teisitin< av
Strondum, ið vann.
Mynd: Hilmar Jan
BE
Nr. 151 — 21. august 1991
Sukkla 30 kilometrar
1 vgardagin kl. 16 skipar
Torshavnar Siikklufelag
fyri føroyameistarakapp-
ing í 30 kilometra súkkl-
ing.
Teinurin, ið súkklaður
verður, er hesin: Byrjað
verður á Norðara Ring-
vegi, og so verður hildið
fram eftir Sundsvegnum,
Oluvugøtu, Vegnum
Langa, Hvítanesvegi og
síðani at enda eftir Eystara
Ringvegi, har eisini mál
og startur eru.
Heiðursmerki úr ávika-
vist gulli, silvuri og
Fýra av súkklarunum í
Tórskavnar Súkklufel-
ag, ið óivað verða
millum tey luttakandi í
føroyameistarakapp-
ingini i 30 kilometra
súkkling leygardagin.
Mynd: Absalon Hansen
bronsu verða latin trimum
teimum bestu súkklarun-
um.
Av tí at súkklingin er
longu leygardagin, er til-
meldingarfreistin sett at
vera hósdagin, og kann
verða meldað til hjá Jó-
hann Brend tlf. 11614,
Eyðuni Bærentsen tlf.
15229 og Magnusi Jórgen-
sen tlf. 17351.
Treytirnar fyri luttøku
eru, at tey luttakandi eru
limir í Tórshavnar
Súkklufelag ella einum
felag undir ÍSF, at súkklað
verður í súkkluhjálmi og
at luttakaragjald uppá 20
krónur verður latið, tá lut-
takaranummarið verður
givið. Aldursmarkið er 14
ár.
Tit ringja
tíf. 11820
— vit skriva