Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 151 — 21. august 1991 Nú gongur framá hjá Jens Martin Knudsen >Nú venji eg heilar tvær ferðir um dagin« »Enn er avsettid ikki ordiliga í lagi, men eg arbeiði við tí,< sigur landsliðsmálverjin, sum endaði á B8 herfyri, tá hann fekk búkilsku og ringa influensu í senn. Nú er vektin eisini farin at ganga rætta vegin, so kanska verður ikki so leingi, til formurin aftur er har.« Tað mundi koma sum ein skelkur fyri tey landsliðs- áhugaðu, tá Sosialurin herfyri kundi bera tey harmiligu tíðindi, at lands- liðsmálverjin Jens Martin Knudsen vegna sjúku var endaður á B8 á Lands- sjúkrahúsinum. Men hóast stýðan var álvarslig, er maðurin longu fyri langt síðani komin á fótur aftur, og nú drívir hann á við at venja sum ongantíð fyrr. Fyri viku síðani varð hann útskrivaður, og tveir dagar eftir tað var hann longu at síggja til venjing- ar hjá NSI. Tikid fýra kilo uppá Kortini er enn nakað eftir á mál, áðrenn hann kann rokna við at verða ordiliga klárur, eftir at hann av sjúkuni misti 11 kilo, so vektin dalaði úr 74 niður á 63 kilo. »Longu nú havi eg tikið fýra kilo uppá, so vektin er komin upp á 67 kilo,< sigur Jens Martin. >Men eg skal helst hava hann uppá 72-73 kilo.< Tá Sosialurin fyri góðari viku síðani skrivaði fyrru ferð um sjúka málverjan, varð sagt, at læknarnir ikki rættiliga kundu vísa á, hvør orsøkin var til tann nógva fepurhitan og stóra vektmissin, men síðani halda teir seg hava funnið nøkunlunda útav, hvat hevur verið galið. Fleiri sjúkur í senn Tað vísir seg, at umframt at hava fingið ammoniak niður í seg í dagliga arbeiðinum, tá ein slanga fór, fekk Jens Martin eisini búksjúku og ringa influensu, ið vóru óheft at hvørjum øðrum, so sigast må, at hann fekk nærum allar Egyptalands plågur nidur yvir seg i einum. >Nú havi eg tað fint, so einki annað er at gera enn at royna at venja so nógv sum gjørligt,« sigur mál- verjin. >Tað geri eg so tvær ferðir um dagin, og má so komandi tíðin koma at avgera, hvussu langa tíð eg skal hava, áðrenn eg eri nóg væl fyri at fara á vøll- Síða 9 in — bæði sum málverji hjá NSI og á landsliðnum.< Gongur væl, verður hann møguliga at siggja i målinum, tå KI og NSI hittast i Klaksvík sunnudagin. >Men eydnast tað ikki, so hava vit annars ein góðan málmann í Trygva Mortensen, sum hevur klárað seg væl í teimum báðum dystunum, hann hevur vart málið.< Við aftur landslidnum Tá landsliðið fyrst í komandi viku skal niður til Haslev at spæla móti sælendskum úrvalsliði, verður Jens einum Martin við á ferðini, hóast tað enn ikki er greitt, um hann skal spæla vid, ella Skal Jens Martin hava landsliðskjansin aftur skjótt, má hann gera nakað við tað sjálvur, nú sjúka tók formin og 11 kilo av vektini frá honum. Men tað er hann eisini fult greiður yvir, og hesa vikuna venur hann heilar tvær ferðir um dagin, so hann finnur stevið aftur sum skjótast. um hann má bíða eitt sindur enn. >Bæði í NSÍ og á lands- liðnum skulu venjararnir taka avgerð, um teir kunnu brúka meg, so hesar kom- andi dagarnar skal eg kannast og metast av teim- um. Men sjálvur bæði vóni og vænti eg at koma væl fyri meg innan stutta tíð,< sigur Jens Martin Knudsen at enda við Sosialin. bj. ————————|$.€h&%&8&>——>8——l————o—m—e—-[—wm————=>"————————e€———…—++ Vidvikjandi EM-dystunum i Landskrona: Ferdam øguleikarnir „um sundið sera góðir Atgongumerki til teir tríggjar EM -dystirnar í heyst móti Norðurírlandi, Danmark og Jugo- slavia eru nú at fáa bæði í F óroyahúsinum í Keypmannahavn og á Kunningarstovuni í Havn Nú bert tríggjar vikur eru, til Føroyar skulu spæla EM-dyst móti Norður- írlandi í Landskrona 11. september, roynir Fót- bóltssambandið at kunn- gera sum frægast um at- gongumerkjasøluna. Sølan byrjadi nevniliga herfyri, og fåast atgongu- merkini bædi i Keyp- Atgongumerki til teir triggjar EM-dystirnar i heyst eru nu at fåa i Føroyahusinum i Keyp- mannahavn og å Kunn- ingarstovuni i Havn. Mynd: Keld Navntoft mannahavn og Havn — åvikavist i Føroyahåsinum og å Kunnungarstovuni. Góðir møgulelkar Enn ljóðar ikki frá nøkr- um beinleiðis ferðamggu- leikum úr Føroyum til Landskrona, men eru fólk fyrst komin til Danmarkar, eru sera góðir ferbamøgu- leikar um sundið — ikki færri enn 20 ferðir um dagin sigla ferjurnar Dana Scarlett og Superflex ímillum Keypmannahavn og Landskrona við einum tíma millumbili. Ferðin yvirum við ferju tekur ein tíma. Koyrdur til dyrnar Í sambandi við dystirnar skipar Feroyahúsið fyri busstúrum úr Keypmanna- havn til Landskrona ldr- ottsplats, har dystirnir verða spældir, so gjørligt er at verða koyrdur bók- stavliga til dyrnar. Hesar ferðir eru vælumtóktar, so best er at tryggja sær pláss í góðari tíð. Teir tríggir dystirnir verða annars spældir hesar tíðir: Føroyar-Nordur- írland 11. september kl. 19, Føroyar Danmark 25. september kl. 19.30 og Føroyar-Jugoslavia 16. oktober kl. 19. hi