hósdagur 22. august 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Virðing aftur
fyri tinginum!
Í DAG kemur so tingið saman
aftur. Á skránni er umrøda av
ólavsgkurgðu løgmans. Hetta
er fyrstu ferð, at vit fáa eitt
veruligt orðaskifti — ein dia-
log í løgtinginum millum and-
støðu og samgongu um stød-
una í landinum og um politikk-
in hjá landsins stýri. Hetta
verður sum so fysta aðalorða-
skifti, síðani hetta landsstýrið
varð skipað.
NÓGV hevur verið skrivað og
sagt um hesa rødu longu. Vi
hava hoyrt andstødupolitikar-
ar í útvarpinum, sum hava
sagt seg vera rættiliga ónggd-
ar við røduna, tí hon innihelt
ongan veruligan politikk, ong-
ar framtíðarætlanir, ongar
hugsjónir. Hon var meira at
meta við eina turra og gene-
rella frágreiðing um tað, sum
farið er fram hesa seinastu
tíðina. Vit hava so eisini sæð
tingmenn úr samgonguni hav-
ast harðliga at rødu løgmans í
málgagninum hjá Fólkaflokki-
num. Áhugavert verður nú at
SA 0 eg
hoyra bæði samgongumenn
og andstøduna viðgera hesa
rødu. Vit fara kanska at fræt-
ta, um samgongutingmenn
eru nøgdir við rikna politikkin
— og hvat teir vænta sær av
samgonguni i komandi setu.
Nú er tað so, at sjålvkritikkur
eisini er sunnur, um so er, at
hann hevur til endamål at
verða uppbyggjandi og ikki
bara niðurbrótandi.
BÆÐI løgmaður og tingfor-
maðurin hava boðað frá stórri
samvinnu og meiri rúmd fyri
eini demokratiskari manna-
gongd í tinginum í hesi setuni.
Løgmaður hevur boðið til fjøl-
táttaða samvinnu, og tingfor-
maðurin hevur lagt arbeiðið í
tinginum soleiðis til rættis, at
teir einstøku tingmenninir fáa
betri møguleikar at gera vart
við síni sjónarmið. Hetta kann
bert vera at fegnast um.
UMFRAMT hetta aðalorða-
skiftið um løgmansrøduna fáa
vit so eisini eitt aðalorðaskifti
um fíggjarlógina, og lands-
stýriskvinnan í skúlamálum
hevur haraftrat boðað frá enn
einum aðalorðaskifti á tingi
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith - | Útgevari: Pit Sosialurin
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Uppseting: P/t Sosiakurin
Prent: Pí Pressan 1981
um skúlaviðurskifti. Ja, tað
byrjar at líkjast nøkrum, tá
heili trý aðalorðaskifti eru sett
á skránna hjá okkara fólka-
valda løgtingi. Tað er soleiðis
tað eigur at vera: dialogur —
orðaskifti aftur og aftur um
allar samfelagsspurningar.
Allar meiningar skulu sleppa
framat — øll góð hugskot um,
hvussu vit bøta um støðuna í
landinum — mugu koma fram
í dagsins ljós.
MEGNA løgmaður og tingfor-
maðurin at liva upp til ynski
teirra um størri samvinnu og
um eitt breiðari og sakligari
orðaskifti á tingi, tá má sanni-
liga sigast, at nógv er vunnið.
Kanska tíð kann eggja fólki í
stórri mun at taka lut í tí so
týðandi almenna orðaskifti-
num. Tað er nevniliga so sum
so við virðingini fyri okkara
politikarum í hesum kreppu-
tíðum. Ein meira demokratisk
viðgerð á løgtingi krevur so
sanniliga eisini nakað av okk-
ara tingmonnum. Teir verða
noyddir at kenna størri
ábyrgd fyri sínum arbeiði.
Hetta er ikki bara nakað teir
eru valdir til at røkja 4. hvort
Telefon:
11820 Teletax: me
år, tå val er. Teir eru settir har
fyri eitt fýra ára skeið. Og við
valinum fylgir ábyrgdin væl
og virðiliga at kunna seg við
flest øll samfelagsvidurskifti
og alla tidina at vera ein livan-
di og gevandi partur í orða-
skiftinum, sum tingið er for-
um fyri.
SKULU fólk aftur fáa virðing
fyri tinginum og tingmonnum,
so eru hesi landsins fólka-
valdu so sanniliga eisini sjálvir
noyddir til at bóta um um-
dømi sítt. Og her eru krøvini
til at kunna seg við samfelags-
viðurskifti og at vera virkin í
orðaskiftinum altavgerandi.
Jú, tað setir so sanniliga krøv
til tey fólk, sum vilja sleppa á
ting. Tað eru hesi krøv, sum
Palleba ynskir tingmenn at
uppfylla. Við orðunum hjá
bæði løgmanni og tingfor-
manninum og við tí sann-
roynd, at vit í komandi ting-
seta fara at síggja nógv nýggj
andlit á tingi, skuldu verið
vónir fyri, at virðingin fyri okk-
ara fólkavaldu og stýrandi aft-
ur kann koma í eina hægri
legu.
”
Oyggjatíðindi skriva í
gjár um ábyrgdina av
kreppuni landið er komið
í. Blaðið skrivar, at eingin
torir at taka ábyrgd. Øl
koyra ábyrgdina yvir á
onnur:
»Hetta er stødan í landi-
num i dag. Hvørki polit-
ikarin, bankarnir ella
vinnukvid vilja við-
ganga at teir gjørdust
púra ørir í høvdinum
miðskeiðis í åttatiårun-
um, tá knappliga so
nógvir pengar vóru í
samfelagnum.
Bankarnir hava ong-
antíð verið kendir fyri
at taka ábyrgd av egn-
um mistekum, og teir
fara neyvan at taka
ábyrgdina fyri stersta
brelaran í nýggjari fer-
oyskari segu, tá teir
knappliga nærum noyd-
du fólk at taka lán. Nú
síggja teir botn í skrini-
num, og renna niðan í
fútarættin, at fáa teir,
at koyra fólk á húsa-
gang. Spurningurin er
bara um (td, áðrenn
tann fyrsti banki boðar
frá dundrandi undir
skoti á egna roknskapi.
I Noregi koyra í dag all-
ir teir stóru bankarnir
við einum so stórum
undirskoti, at tað hóttir
landið, og bankarnir eru
ikki menn fyri at taka
ábyrgd av hesum. Vert
er at leggja til merkis,
at tann stóra uppgongd-
in í Noregi var eini tvey
ár undan henni í Feroy-
um.
Vinnukvið hugsar
bert um seg sjálut, og
sítt egna besta. Hetta er
kanska einki skeivt í, ti
soleiðis er kapitalist-
iska samfelagsskipanin
bygd upp. Men tað
heuði ikki verið burtur-
við, at teir av og á hugs-
aðu um samfelagið, og
ikki bara seg sjálvar.
Vinnukvið tekur
sjálvandi onga ábyrgd
av nekrum eðrum enn
sær sjålvum, sjålvt um
tad kanska hevdi kunn-
að hjálpt teimum í
longdini, at teir hildu
aftur, tá nógvir pengar
eru í samfelagnum.
Politikarar í Føroyum
hava í flest ellum forum
ongar ábyrgdarkenslur,
og hetta sæst serlig í
teimum ferum, har po-
litikari er beinleiðis
virkin í vinnulvinum,
ella er nær tengdur at
einum banka.
Skeivt er kanska at
krevja at allir politikar-
ar skulu lata vera við at
vera beinleiðis uppú
vinnukvi ella bankum,
meðan teir sita á tingi,
men hetta skuldi í ollum
frum verið eitt krav hjá
landsstýrismonnum.
Men so er ikki, og
verður neyvan við ti
manning sum har situr í
dag, og tá hugsa vit
bæði um løgting og
landsstyri«.
A varðhaldi
Í vikuni varð ein frem-
mandur trolari tikin
fyri at hava fiskað
ólógliga inni á føroy-
skum eki. Talan var
um eitt bretskt skip,
sum tó hevur bæði
spanskt reiðarí og
spanska manning.
Skiparin hevur við-
gingið seg sekan og
avgjørt at gjalda bót-
ina og harvið lata mál-
ið fara uttan um rætt-
in
Hendingin eigur ikki
at fara í gloymibókina.
Hon eigur tvertur
ímóti at vera eitt álv-
arsligt varskó til okk-
ara vaktarskip um at
ansa sera væl eftir tí,
sum fyrigongur við
fiskimarkið. Tað er
eingin loyna, at eitt
nú tann spanski fiski-
flotin, sum er ein av
heimsins sterstu, er
sera svangur, og at
hann hevur brúk fyri
hverjum sterti hann
kann fáa. Eisini fiski
um okkara leiir. Við
hesi seinastu hending-
ini í huga, kunnu vit
rokna við, at talan er
ikki bara um ein-
gangshending, men at
vandi er fyri, at út-
lendsk fiskiskip gera
sær dælt av, at vit eru
lítil tjóð, sum ikki í
eins stóran mun og
aðrir eru ferir fyri at
fylgja við ellum tí,
sum fyrigongur úti við
fiskimarkið. Hetta
verður ikki sagt, fyri
at minka um umdemið
hjá okkara vaktartæn-
astu, sum ger eitt gott
arbeiði.
Hendingin í vikuni
eigur at skerpa vakt-
artænastuna á
umredda eki. Vit hava
ikki ráð til at lata
tann stóra spanska
fiskiflotan fara við tí
syndri av fiski, sum
annars er til okkara
egnu skip.