Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 152 — 22. august 1991 Fyrsti skåladagur Í vikuni hava 675 børn kring landið havt sín fyrsta skúladag í 1. flokki Í Venjingarskúlanum í Havn byrjaðu 48 næming- ar, í Eysturskúlanum 23, Kommunuskúlanum 26, Santa Frans skúla 48, og í Hoyvíkar skúla 39 næm- ingar í 1. flokki í ár. Tað margháttliga er, at í teimum báðum størstu skúlunum í Havnini byrj- aðu fægstir næmingar. Arnold Abrahamsen á Landsskúlafyrisitingimni sigur, at hetta kemst av, at lítið og einki ungfólk býr í miðbýnum í Havn longur - tiansheldur nøkur børn. Men vid tad at Santa Frans skúli er privatur skúli og sermerktur á sin hått, melda n6gv foreldur børn sini inn f hann. Eina adra orsøk sigur Arnold Abrahamsen vera, at barnatalið minkar. Eitt nú eru teir eldstu flokkar- nir í Eysturskúlanum nógv stórri enn teir yngru. Taka vit alt landið, eru um 100 næmingar fleiri í 7. flokki enn í 1. Í ár ganga í alt 7360 børn í skúla. Arnold Abr- ahamsen sigur, at okkurt árið hevur samlaða næm- ingatalið verið um 9000. Mundi íkki sloppið í skúla Tað var um reppið, at ein genta slapp ikki í skúla í ár. 48 børn vóru meldað inn Hesi børnini skulu i skúla fyri fyrstu ferð. Her lurta tey eftir Hera Jensen, skúla- stjóra á Venjingar- skúlanum, sum ynskir teimum alt tað besta. Tey skulu ganga í Ytra skúla ella Gula- skúla, sum hann eisini er neyndur. Mynd Kalmar í 1. flokk á Venjingarskúl- anum í ár. Tað er eisini markið - 24 næmingar í hvgrjum flokki. Men ein genta varð meldað inn ov seint - og tann dagin, 1. flokkarnir skuldu byrja, var ikki pláss fyri henni! Lukkutíð fyri hana meldaði onkur avboð (tey vóru flutt ár býnum) - so skúlastjórin kundi ringja heim og boða gentuni frá, at pláss var fyri henni kortini. Heri Jensen, skúlastjóri á Venjingarskúlanum, sig- ur, at hetta er ongantíð komið fyri áður. - Okkurt árið hevur hent seg, at ov nógvir næming- ar eru meldaðir inn. Men aloftast hava vit vitað av hesum í góðari tíð, so at vit hava kunnað flutt teir oman í Kommunuskúlan. - Hesin næmingurin varð meldaður inn so mik- ið seint, at torført var at gera nakað við støduna. Trupulleikin var, at gentan býr úti á Norðasta horni, Durita, Rani og Búi, sum øll ganga í sama flokki í Gulaskúla, hava øll sama føding- ardag, 8. mars. -Hetta er sjáldsamt og havi eg ikki upplívað fyrr, at trý børn, sum byrja í 1. flokki, øll hava sama fødingardag sig- ur flokslærari teirra Eyðálv Dimon. Mynd Jan og seks onnur børn har úti fóru í 1. flokk samstundis. Keðiligt hevði verið hjá henni at farið einsamøll oman í Kommunuskúlan at gingið, tá ið øll granna- børnini fóru í Venjingar- skúlan - slíkt hevur nógv at siga hjá børnum - og eingin næmingur í Venj- ingarskúlanum hevði hug at flyta skúla. - Sjálvandi kundi hon byrjað í Kommunuskúl- anum og flutt í Venjingar- skúlan í 2. flokki -men nú gjørdist hetta tíbetur ikki neyðugt, sigur Heri Jens- en. I ár eru øll tey børn, sum fóru í 1. flokk í Venj- ingarskúlanum, fødd í 1984 - Lv.s. eingin er farin í skúla "eitt ár ov tidliga”. Børnini i 1 B á Venji- ngarskúlanum hava funnið sær plássini í skúlastovuni í Gula- skúla. Flokslærarin Eyðálvur Dimon gev- ur teimum tær fyrstu skúlabókurnar. For- eldrini vóru eisini til steðar henda merkis- dagin. Mynd Kalmar - Hetta er eisini eftir lógini. Um serligar grundir eru, kunnu bømini sleppa í skúla eitt sindur fyrr - men vanliga verður kravt, at tey fylla sjey tað kalendaraår, tey fara í skúla, sigur Heri Jensen. o