Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 152 — 22. august 1991 GE Sd 50513 UN MN Bergur Wardum framman fyri dómhúsinum, har F ør- oya Rættur heldur til. - Rætturin er inhabilur í hes- um málinum, sigur Bergur Wardum. Men dómarin er ósamdur Bergur Wardum: Føroya Rættur er inhabilur Mánadagin skuldi Føroya Rættur taka stóðu til, hvørt Menningargrunnur- in hevði krav upp á pen- ing hjá Bergi Wardum, Tórshavn. - Tað fer rætturin eis- ini at gera á tí grundar- lagi, sum fyriliggur, segði Hans Mosbæk, dómarafulltrúi. Í hesum lá ein aftur- vísing av einum mótmæli frá Bergi Wardum. Hesin hevði í skrivi gjørt vart vid, at hann góðtók ikki, at Føroya Rættur tekur stóðu í hesum máli. - Føroya Rættur er in- habilur, ti fyrrverandi stjórin á Menningar- grunninum Martin Djur- huus hevur áður starvast sum skrivstovufólk í dómhúsinum, sigur Berg- ur Wardum. Harumframt vísti Bergur Wardum í skrivi sínum á, at sorinskrivarin áður hevur verið til taks fyri óneyðugum rættar- málum við tí endamáli at bjarga æruni hjá føroysku sakførarastættini yvir- høvir og Sigurdi Joensen serliga; Bergur Wardum sigur, at hesi rættarmål hava havt ålvarsligar av- leiðingar fyri hann. Við sær í rættin hevdi Hans Mosbæk ein úr- skurð, ið segði, at mót- mælið frá Bergi Wardum ikki var tíkið til eftir- tektar. Kári D. Petersen, advokatur fyri Menning- argrunnin, mótmælti, at mótmælið hjá Bergi Wardum varð lagt til grund fyri dómsviðgerð- ini, tí í svarskrivi sínum í málinum hevði Bergur Wardum hildið seg til málið sjálvt; tað mátti metast sum ábending um, at hann einki hevði at fýlast at mannagongdini. Hetta mótmæli tók rætt- urin til eftirtektar. - So rými eg, segði Bergur Wardum, og tað fekk dómarafulltrúan at gera ákærda greitt, at hann so ikki kundi for- svara síni áhugamál undir viðgerðini. - Royndimz; siga mær, at tað ger hvørki til ella frá, um eg eri til staðar í Føroya Rætti, svaraði Bergur Wardum og setti seg á áhoyraraplássini eftir stutt at hava gjørt síni sjónarmið í málinum „galdandi. Bergur Wardum hevur eftirsíðan kært úrskurðin hjá Føroya Rætti til landsrættin. ówh Á donskum Tak...! Umframt at áleggja vitnum og pørtum at tosa satt, sum rættar- gangslógin ásetur, hava landsrættardóm- ararnir heitt á partar og vitni um at tosa danskt. >Hvis De vil være sá elskværdig...<, sum teir taka til. - Jeg skal prøve så godt jeg kan, svaradi eitt vitni å råmandi gøtudonskum nú ein dagin. Og tað fór óivað at ganga nóg væl, helt formaðurin. - Tað fer helst at ganga betri at skilja hvønn annan, um tú tosar danskt, heldur enn vit fara at tosa føroyskt, viðmerkti hann. …å donskum, for- stås! Síða 7 Sólarklárt? Partafelagsstjóri noyðist at gjalda persónliga, tí hann ikki skrivliga hevur mótmælt, at rokningar eru sendar til hansara heldur enn til veika partafelagið >Eg gjaldi ikki, tí tað er partafelagið, sum hevur keypt, og tað visti tú væl«, segði stjórin í ein- um partafelag, sum hevur ríkið eina s6lstød. Talan var um solarium-rør og sólkrem fyri reiðiliga 14.000 krónur. Góðar orsøkir >Tað eigur tú at gera, tí eg gjørdi tær greitt, at var tað ikki tú persón- liga, sum keypti, fekst tú einki, tí eg var greiður yvir, at partafelagið var sera veikt<, svaraði heil- sølumadurin, ið hevði selt, og gjørdi vart við, at hann tískil hevði stíl- að allar rokningar eft- irsíðan til mannin per- sónliga á hansara privatu adressu. Advokatur seljarans vísti á, at partafelagið hevdi havt undirskot øll trý árini, tað var til, og stjórin váttaði eisini meir og minni greitt, at um tað mundið, talan var um, hevði fingið at vita, at felagið var ikki gjald- fórt. Bara út frá hesum mátti stjórin vera greiður yvir, at hann kundi íkki keypa uttan at koma at hefta persónliga. Visti um P/ Brúnkistjórin hevði skot- ið málið inn fyri lands- rættin eftir at Føroya Rættur hevði givið selj- aranum viðhald og dømt mannin at gjalda. Advokatur hansara vísti á, at seljarin var púra greiður yvir, at tal- an var um eitt partafelag, og hevði ikki í rættinum skjalprógvað, at hann hevði treytað sær, at handilin var við stjóran persónliga. >Man kann ikki plikta fólk at gjalda bert við knappliga at skriva rokningar til tey persónliga í staðin fyri sum frammanundan til navnið á sólstøðini<, segði advokaturin, ið vísti á, at stjórin fleiri ferðir hevði mótmælt munnliga. Seljarin sannførdi landsrættin um, at hann var púra greiður yvir, at talan var um eitt parta- felag, ið stóð sera illa í tí. Tískil hevði hann munnliga treytað sær, at stjórin hefti persónliga og sendi eisini rokningar samsvarandi hesum. Einki mótmæli Landsrætturin helt, at hesum var høpi í, hóast eingin skrivlig avtala var millum partarnar. Tískil, helt landsrætturin, at próvbyrðan var fallin á sólstjóran: hevði hann eftir at hava fingið fleiri rokningar persónliga skrivliga gjørt seljaran varugan við, at parta- felagið var rætti móttak- arin? Tað hevði hann havt ríkiliga id til... Tað hevði hann ikki, og tískil staðfesti lands- rætturin dómin í Føroya Rætti. Eftir at hava tapt hetta málið um Ssól-rér og -krem mátti maðurin smyrja seg við eini eyka- útreiðslu uppá 3500 krónur til mótpartin fyri málskostnað umframt sjálvt málskravið. ówh FÚTIN BÍÐAR. Fút- in bíðaði í gjár fram- vegis eftir svarið frá reiðarínum hjá London- skrásetta garnaskipinum Port King. Skipið, ið hevur spanskt reidarf og spanska manning, varð tíðliga mánamorgunin tikið av Tjaldrinum, tí hann fiskaði ólógliga. Fútin hevur skotið upp, at skiparin fær eina bót upp á 100.000 krónur og at hald verður lagt á reiðskap og veiðu; virði á hesum er mett til ávika- vist 70.700 og 302.300 krónur. Skipið lá framvegis við molan í Havn í gjár, og har verður tað í hvussu er liggjandi til svar er komið. ówh