hósdagur 22. august 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fór at ferðast til Sicilia:
Gøtutonleikari I try ár
- Bein* sum eg skuldi fara heim aftur til Føroya,
hitti eg av tilvild nakrar gótutónleikarar. Teir
spurdu meg, um eg ikki heyði hug at koma at
spæla við teimum.
I trý ár livdu Sámal Ravnsfjall og bretsku
vinfólk hansara av tí mati og peningi, sum tey
fingu fyri at spæla á gøtuni - og av teim
fruktum, ið vuksu tær ymsu árstíðirnar.
- Fyrsta, ið hendi mær á
hesi ferð, var, at onkur
stjól passið og pengarnar
hjá mær - tíggju túsund
krónur. Men so var eg jú
lika væl fyri sum hini, so
eg legði ikki so nógv í tað.
Verri var, at eg ikki hevði
pass, tá vit vóru komin á
Capri - tí løgreglan kom
eftir okkum í heilum. Har
var ikki loyvt at spæla á
gøtuni.
- Onkuntíð brúktu hand-
ilsmenninir å gøtuni okk-
um sum "agn" at lokka
viðskiftafólk til sín, og so
fingu vit matvørur aftur-
fyri.
- Í Týsklandi lógu vit
veðurfastir til einaferð
fram ímóti vári, tí diesel-
oljan í bussinum frysti.
Einki annað var at gera
enn at lívbjarga sær sum
frægast og fara út á gøtuna
at spæla sær pening saman
- um tað so frysti 25 stig.
Vit spældu í eitt korter, og
so inn á næstu kaffistovu
at keypa sær ein kaffi-
munn. Vit máttu halda væl
tvørtur um koppin fyri at
fáa hita í aftur fingrarnar -
og so út aftur at spæla.
Sámal Ravnsfjall og
blues-bólkur hansara
spældu á Tórshavnar Jazz,
Fólka og Blues Festival í
ár. Henda langa ferðin hjá
honum niðri á Meginland-
inum var frá 1983 til 1986:
Vildi fáa Sól
Eg hevði verið til skips í
nøkur ár. Nú hevði eg
verið við rækjubáti uppi
við Svalbard. Eftir tað helt
eg beina leið til Keyp-
mannahavnar og ætlaði
mær víðari suðureftir -
helst til Portugals. Nú
kundi vera nóg mikið við
polarmyrkri - nú vildi eg
fáa eitt sindur av sól.
Eg fór inn á fyrstu
ferðamannastovu, eg sá á
Ráðhúsplássinum. Ætlaði
einki ávíst - vildi bara av-
stað dagin eftir. Men eing-
ir ferðaseðlar vóru eftir til
Portugals - bara til Sicilia.
So eg og ein vinkona hildu
leiðina til Sicilia - skuldu
vera har í tvær vikur.
Hesir dagar vóru sera
deydligir. Vit sóu stásilig-
ar býir, gamlar bygningar
- og nýggj diskotek! Og
ferðafólk og aftur ferða-
fólk. Eg troyttaðist av at
bara liggja á strondini og
stara at týskarum og frans-
monnum - tú sást ikki
nógv av Sicilia.
Hitti tónleikarar
Kveldið fyri, sum vit
skuldu fara heimaftur, sá
eg try fólk við tveimum
børnum og gittarum. Eg
kom á prát við tey, og
spurdu tey meg, hvaðani
eg var. Tey vóru bretar og
høvdu búð í Hetlandi í
tvey ár, so tey vistu um
Føroyar.
Eg fór inn i bussin hjá
teimum at djamma. So
spurdu tey meg, um eg
ikki hevði hug at koma við
teimum at spæla.
So eg fór beina leið inn
á flogfelagið og avlýsti
túrin heimaftur. Men vin-
kona mín fór heim - hon
mátti aftur til arbeiðis og
hevði ikki hug at spæla úti
á gøtuni.
Misti pass og pengar
Eg varð bara tveittur út í
hetta. Kendi einki til hettar
yrkið og visti einki um,
hvat ið henda fór. Í fyrst-
ani átti eg ikki so frægt
sum ein soviposa. Vit
búðu í bussinum og svóvu
úti.
Men eg var væl fyri, tí
eg hevði verið leingi til
skips og átti nógvan pen-
ing á bók. So eg fekk
sendandi tíggju túsund
krónur úr Føroyum.
Men einaferð vildi so
illani til, at eg gloymdi
taskuna hjá mær eftir inni
í bussinum. Tá ið eg so
kom inn aftur í hann, lá
taskan har, men eingir
pengar - og einki pass!
Nú átti eg bara ein sovi-
posa og gittara. Men hini
áttu einki, so eg var ikki
verri fyri enn tey. Fyri at
siga sum er, so legði eg
ikki so nógv í hettar.
Skógvarnar gloymdi eg
eftir á eini strond - men tá
ið hini gingu sk'óleys, so
gjørdi eg tað eisini.
Ég fekk so eitt fyribils-
pass, ið galt í ein mánað.
Fylgdi bara við
Ég visti púrt einki um
hetta lívið sum gøtut6n-
leikari, men bretarnir
høvdu roynt hettar fyrr.
Tey høvdu verið úti á
landavegnum í eini seks ár
- m.a. í Fraklandi - so hjá
mær var bara at fylgja við,
spæla rættar akkordir og
syngja.
Við í ferðalagnum vóru
eini ensk hjún, tveir smá-
dreingir og ein maður úr
Trinidad. Tey høvdu øll
bústað í Onglandi, og
smádreingirnir fingu priv-
atundirvísing frá foreldr-
unum. Tey fingu tilfar av
og á frá bretsku skúla-
myndugleikunum. Smá-
dreingirnir tosaðu bæði
flótandi enskt og italskt.
Nýtt sum "agn"
Vit búsettust niðri í ein-
um dali - Nekropolis Pan-
telica. Eg minnist, at grav-
ir vóru dygst uppi undir
homrunum, so at tey
deyðu skuldu hava gott út-
sýni oman í dalin. Einki
fólk var niðri við ánna, so
har búsettust vit. Og so
fóru vit við bussinum út á
bygdirnar at spæla.
Fast var, at handilsfólk-
ið hevði útimarknað nakr-
ar dagar í viku. Tá plagdu
vit at spæla fyri tomatir,
Nr. 152 — 22. august 1991
ost og aðrar matvørur - og
tað hendi seg meir enn so,
at handilsmenninir brúktu
okkum sum "agn" at lokka
viðskiftafólk til sín - og so
fingu vit mat afturfyri.
"Sonare John
Lenni!"
I teim størru byunum
spældu vit m.a. å matstov-
um. Fólkið í Italia er betri
at spæla fyri enn norður-
}
lendingar - lívligt fólk, og
væl dámdi teimum. Javn-
an fingu vit áheitanir um
at spæla Beatles-løg - "So-
nare! Sonare John Lenni!"
(Syngið John Lennon).
Ein sang, teim dámdu sera
væl, var "I's Now or Ne-
ver" hjá Elvis Presley:
"Sonare O Sole Mio in
englese!"
Ofíast spældu vit løg
eftir Beatles og Bob Dy-
lan, og Russel úr Trinidad
Sámal fekk prógv fyri,
at tað ber til at
lívbjarga sær, bert tú
spælir eitt sindur upp
á gittara.
Mynd: Kalmar
hevði Reggae-tónleikin í
skjáttuni, so vit høvdu eis-
ini Bob Marley á skránni.
Hjá okkum ráddi um at
syngja og spæla hart - tí
fólk rópar nógv har niðri,
so hjá gøtuténleikarum