hósdagur 22. august 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 22. august 1991
ræður um at stinga burtur-
úr. Ongar snildir, men
nógva orku.
Onkuntíð fóru Charlie -
eingilslmaðurin - og eldri
drongurin út tveireinir at
spæla. Charlie hevði eina
mandolin og nakrar
heimagjørdar dukkur, so
hann kundi spæla dukku-
sjónleik. Hann hevði
dukkurnar spraklandi á
fótunum og spældi mand-
olin samstundis, og sonur-
in spældi maracas. Hetta
plagdi at dáma børnunum
so mikið væl, at tey fingu
foreldrini at steðga á - og á
tann hatt vunnu teir sær
sera nógvan pening.
"Farið út á Capri“
Vit vóru á Sicilia í
tríggjar mánaðir. Síðani
koyrdu vit uppeftir at vitja
fólk, sum bretarnir kendu.
Av og á steðgaðu vit og
spældu til bensin og livs-
ins uppihald. I Sovento
spurdi fólk okkum, hví vit
ikki fóru út á Capri at
spæla - "Har er bara ríkt
fólk og nógvur peningur at
vinna".
So eg og Russel báðir
fóru út at lodda dýpið.
Inni í havnini lá hópur
av dýrum stuttleikabátum.
Vit hildu beina leið niðan
á torgið og fóru at spæla.
Men í hálvum sangi kom
ein politistur og tók okk-
um við á politistødina. Har
fingu vit greið boð: Á
Capri var ikki loyvt at
spæla á gøtuni.
Men onkur visti um eina
barr, sum vit kundu fara
inn á og spæla. Har sótu
vit alla náttina. Fram móti
morgni fóru vit spælandi
út frá barrini. Tá tók politi-
ið okkum fyri húsaófrið.
Tá ið nakrir av italiumonn-
unum mótmæltu hesum,
tók Politiið bara teir við!
Á Politistgðini fingu vit
eina rimmar skortfleingju,
sum eg ikki skilti. Vit
vórðu sleptir út aftur, men
gittararnir tiknir frá okk-
um. Teir skuldu vit fáa
aftur um dagin.
Vit løgdu okkum so at
sova úti á berajól (sovi-
posar høvdu vit við okk-
um). Myrkt var, so ikki
vistu vit av, at vit løgdu
okkum mitt í gardin i ein-
um gistingarhusi. Um
morgunin vaknaðu vit, við
at fólk gekk um okkum.
Tiknir einaferð enn
Vit fingu gittararnar aft-
ur og hildu leiðina oman á
kaiina. Tá kom politibilur
eftir okkum - í ýlandi ferð
og við ljósi og lúðri frá.
Tá ið Russel spurdi pol-
itistarnar, um teir høvdu
sæð "Miami Vice", vórðu
teir ógviliga erpnir!
Vit vórðu so tiknir við á
eina aðra politistød - men
einasta teir vildu okkum,
var at fáa greiði á, hví teir
á hinari politistødini
høvdu tikid okkum!
Teir spurdu okkum, hvat
vit spældu - "Kunnu vit
ikki sleppa at lurta?"
"Men vit kunnu ikki
spæla her inni!"
Jú - komið bara út á
gongina."
Vit eftirlíkaðu trivu í eitt
Beatles-lag: "Here Í stand
with Head in Hand, Tur-
nin' my Face to the Wall".
Vóru ikki meir enn lidnir,
tá ið ein politiovasti kom
framvið - ikki illur, men
óður - og spurði, hvat vit
hildu okkum vera - hettar
var eingin dansistova!
"Men hinir søgdu…"
royndu vit at greiða frá -
men tá hgvdu hinir pol-
itistarnir longu slept sær
til rýmingar. Teir vistu,
hvat ið fór at henda.
Politiovastin var ikki
blíður. "Documenti! Docu-
menti!" geylaði hann. Eg
hevði bara fyribilspassið,
ið var galdandi í ein mán-
að - og nú vóru tríggir
liðnir!
Politiovastin tók passið
og gjørdi tað til flúgvara -
"Hetta kanst tú brúka tað
til!" So gav hann mær
eina skortfleingju og bað
meg fara til næstu sendi-
stovu og tað beinanveg.
Men nú fingu vit feril av
paranoia - her var ikki ver-
andi. So vit fóru oman á
kaiina at bíða eftir ferjuni.
Fólk spurdi okkum, um vit
ikki kundu spæla fyri
teimum.
"Ikki talingur um!"
Svaraðu vit.
Men tey søgdu, at loyvt
var at spæla fyri einki,
meðan bíðað varð eftir
ferjuni - vit skuldu fáa
peningin í reyvalumman.
Væl gekst. Men vit fóru
ongantíð aftur út á Capri.
Hjá gótutónleik-
aranum krevst, at
hann hoyrist
burturúr, sigur
Sámal.
Fekk nýtt pass
Vit koyrdu síðani norður
ímóti Rom. Ensku hjúnini
kendu tyskarar, ið høvdu
eina barr vid Laga di Vici.
Í Rom fekk eg danskt
pass. Men so vart tú í EEC
og hevði tískil uppi-
haldsloyvi. Mangan kundi
eg hava trupulleikar av
føroyskum passi, tí mynd-
ugleikarnir vistu ikki altíð,
hvat tað var.
Vit ferðaðust í Italia og
komu at kenna nógv fólk.
Vit spældu m.a. á veitslum
og til fødingardagar hjá
privatfólki. Vidhvørt fór
eg út einar tvær vikur og
spældi einsamallur. Neyð-
ugt var, at hvør fór í sítt
heraðshorn av og á - tí vit
livdu so tætt saman, at
skjótt var at fáa ganir av
hvørjum ødrum.
Fólk hefti seg
við føroyskt
Spældi tú ongan føroyskan
tónleik harniðri?
Jú - eg spældi onkuntíð
sangir hjá Kára P. - men
sang mest á enskum. Ann-
ars hefti fólk seg altíð við
málið, tá ið eg sang á
enskum - tey hildu meg
vera hálending. Tað hendi
seg eisini, at onkur, ið
hevði verið í Føroyum,
bað meg syngja okkurt
føroyskt.
Nidri å Sicilia spurdi
fólk í heilum, hvadani eg
var. Tímdi ikki altíð at
greiða frá - tí tey vistu
einki um Føroyar kortini.
So eg smekkadi til og
segði, at eg var íri. Á Sici-
lia er gott at vera íri, tí tey
eru so katólsk. Bara tú
segði, at tú komst onkun-
staðni frá, vóru tey nøgd.
Einaferð, vit spældu í
inum.
Eftirsum bretarnir bert
ólu grønmeti, so gjørdi eg
tað eisini hetta tíðarbilið.
Men eisini royndi eg at
greiða teimum frá, at í
Føroyum veksur lítið - og
eta vit ikki grind, fisk O.a.,
er lil møguleiki at liva.
Hetta høvdu tey slettis
ikki hugsað um! Mangan
halda hesi fólkini, at "hesi
djórini eru so fitt - mugu
sleppa at liva." Men ikki
hugsa tey um, at hvalurin
livir væl í havinum, til
hann doyr - høsnarungin
hevur einki liv!
Tiknir i Rom
Rom er skitin byur - og
øgiliga heitur å sumri. Og
Schweits, vórðu vit boðin
inn til ein musikklærara.
Hann hevði onkuntíð
spælt saman við John
Thickei, so tískil átti hann
plátu við honum - og
Kristiani Blak!
Annars gjørdi eg ikki so
nógv burtur úr, at eg var
føroyingur. Royndi at
greida teimum frå, hvar
Føroyar eru - og frå ti
góða og ringa við land-
nógv fólk. Vit plagdu at
spæla um kvøldarnar og
savnaðu heilt fitt av ung-
fólki. Um dagin var ikki
hugsingur um at spæla -
alt ov heitt.
Nógvastaðni í Rom var
ikki loyvt at spæla. Men
vit spældu kortini - til pol-
itiið kom og steðgaði okk-
um.
So bíðaðu vit, til pol-
itistarnir vóru farnir aftur
Í Rom spældu tey
oftast um kvøldarnar,
ti ov heitt var um
dagin.
um eina sýn. Hildu, at teir
mundu fara at vera burturi
i okkurt um eitt korter.
Fimm minuttir gingu - og
so komu teir aftur!
Men vit áttu ongan pen-
ing, so vit tóku kjansin
enn einaferð . Og hesaferð
vórðu vit tíknir inn á pol-
itistødina og skuldu sita í
geglinum fyri nåttina. Inni
í geglinum lá eitt landa-
strok og svav - men teir
blakaðu hann út og okkum
inn.
Eina vinfløsku høvdu
vit í taskuni. Um vit kundu
sleppa at taka hana inn við
Mangan vórðu Sámal
og vinfólk hansara
biðin at spæla á
privatum veitslum.
í geglið? Ikki talingur um.
Men um vit so kundu
drekka hana, áðrenn vit
fóru inn? Jú, tá var í fín-
asta lagi!
Eina grótbrík høvdu vit
at liggja á (avisir høvdu