hósdagur 22. august 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 152 — 22. august 1991
vit til madrass). So vit
skiftust um at sova - og so
upp at ganga fyri at halda
seg heitan.
Dagin eftir vórðu vit
koyrdir til Fremmandapol-
ud. Teir hóttu við at
koyra okkum til markið og
vísa okkum úr landinum.
Men hóast alt fingu vit
uppihaldsloyvi - vit høvdu
jú einki gjørt annað enn at
sungið.
Hildu vetur í
Týsklandi
Men nú var líðið so
langt út á heystið - og vit
høvdu hóast alt hugsað um
at hildið leiðina upp til
Týsklands og spælt um
jóltíðir. Eg, Charlie og
Russel fóru so til Týsk-
lands, og Francis fór við
dreingjunum til Grikka-
lands at halda vetur. Har
var jú heitari.
Nógvastaðnis í Týsk-
landi var sera gott at spæla
- einahelst í Suðurtýsk-
landi. Onkuntíð vóru vit í
Ruhr-økinum, men har
dåmdi mær einki.
I Tysklandi var nógv lív
á gøtuni: einmans-bólkar,
málarar, eldslúkarar, si-
goynarar og sirkus av yms-
um slag. Mong teirra
vunnu sítt dagliga breyð á
gøtuni. So kappingin var
mangan hørd - og tú skuldi
vera tíðliga á veg, skuldi tú
fáa tey bestu plássini.
Veðurfastir
Beint fyri jól komu vit
til Stuttgart. Tá høvdu vit
spælt í Mainz, Karlsruhe
og har um leiðir. Jólaaftan
fór Russel til Onglands at
vitja skyldfólk, so eg og
Charlie vóru einsamallir
eftir.
Um nýggjársleitið ætl-
aðu vit okkum til Portugals
at halda vetur. Men nú
frysti 25 stig - og av tí
sama frysti dieseloljan í
bussinum, so vit fingu ikki
flutt hann. Enntá vínið
frysti!
Higartil høvdu vit gingið
berføttir, men nú bar ikki
til longur. Í fyrstani máttu
vit so vakurt búgva í buss-
inum . Men so hittu vit
fólk, ið buðu okkum at
búgva í íbúð teirra. Frálíkt
at koma inn í sentralhita.
Hóast 25 kuldastig var
eingin bøn: vit máttu so
vakurt út at spæla, tí ongar
pengar høvdu vit. Vit
plagdu at spæla í eitt korter
ísenn, og so inn á onkra
kaffistovu. Ráddi um at
halda væl tvørtur um kaffi-
koppin, so tú fekst hita í
aftur fingrarnar. Og so út
aftur at spæla.
Brúktu tit so ikki vinningin
til kaffi?
Nei - tí kaffistovurnar
vóru bíligar. Spældu vit í
tíggju minuttir, plagdu vit
at fáa okkurt um 20 mark-
ar, og ein koppur av kaffi
kostaði bert 60 pfennig.
Vit plagdu eisini at fara
við toki út á bygdirnar.
Vit vórðu verandi í
Týsklandi, til komið var
út í mai mánað.
Livligari fólk í Italia
Sum heild var nógv meir
lív í fólki í Italia enn í
Týsklandi. Tú fekst líka
nógvan pening har - og
nógv meiri stuttleika. Fólk
livdi við. Í Týsklandi
spældi tú av neyð - har var
tað eitt keðiligt arbeiði,
sigur Sámal Ravnsfjall.
Tá ið teir komu niður
aftur til Italia, stjól onkur
gittaran hjá Sámali. Tá
tímdi hann ikki meir, men
lænti sær gittara at spæla
seg heim fyri. Kom síðani
aftur til Føroya - fór fyrst
til skips og hevur síðani
arbeitt sum urtagarðsmað-
ur. ð
- Tá ið eg var yngri,
hugsaði eg mangan
um at fara ein slíkan
túr - men hesin
møguleikin kom av
tilvili, sigur Såmal
Ravnsfjall.
Mynd: Kalmar
Musikkskúlin hevur hjålpt
Nógv av teim ungu, sum spæla
í dag, eru ótrúliga góð.
Musikkskúlin og
Jazzstevnan
hava hjálpt væl í so máta, sigur
Sámal Ravnsfjall.
Sámal Ravnsfjall er ætt-
aður úr Miðvági. Hann
var millum tey 12, sum
ikki fingu studentsprógv
í 1975, av ti at tey høvdu
skrivað uppgávur sínar
til prévtøkuna á føroysk-
um. Hann greidir frå:
- Vit vistu um avleið-
ingarnar frammanundan,
og nøkur, ið høvdu ætlað
sær at skrivað á føroysk-
um, trektu í land. Men
vit vóru 12, ið hildu fast
við hesa avgerð - og tí-
skil fingu vit einki
prógv. Men vit angraðu
hetta ongantíð. Eisini
fingu vit at vita, at hetta
fór ikki at fáa avleiðing-
ar, um vit skuldu lesa
víðari. Vit sluppu inn á
universitetini kortini.
Mangir av hesum stud-
entum hava toppstørv i
dag.
Málstríðið í Hoydøl-
um fekk týdning fyri
meg. Eg så, at vit høvdu
ikki frælsi til at brúka -
okkara egna mál á før-
oyskum skúla (Lands-
stýrið fíggjar jú Stud-
entaskúlan). Almenna
frágreiðingin var, at ov
fáir censorar vóru tøkir
til føroyska próvtgku.
Men árið eftir stóð ikki á
at fáa censorar! So hettar
hevur verið undanførsla.
Fór til skips
Eg var til skips í nøkur
år - fyrst vid Kuba-båt-
unum. Vit sigldu åt til
oljuboripallarnar i Norð-
sjónum. Síðani róði eg út
frá Keflavík eitt skifti
og var undir Grønlandi
við toskagørnum.
Tá ið eg var heima,
plagdi eg at spæla til
dans. Vit høvdu orkestur
har Vesturi og spældu
oftast i Sørvågi. Ténleik-
urin var tann frå seksti-
og sjeyti-årunum: Bob
Dylan, Rolling Stones,
Beatles o.t. Annars fóru
Absurdy Fair og = bólk-
arnir í Havnini tíðliga
undir at spæla tónleik
eftir Deep Purple o.g.
Hinir bólkarnir spældu
meira slagarar.
Um 8 - 10 ára aldur
høvdu vit kjallarabólk og
spældu tónleik eftir El-
vis Presley, Beatles o.ø.
Tá - miðskeiðis í seksti-
árunum vóru sera nógvir
kjallarabólkar, og dans-
urin var mangan góður.
El-útgerð høvdu vit ikki
altíð. Tá ið vit so fingu
áhuga fyri hesum, sluppu
vit at brúka útgerðina hjá
teim "eldru" bólkunum.
Teir høvdu verið til skips
og høvdu råd til útgerð.
Hon stóð í Dansistovuni.
Bólkar úr Havn
Onkuntíð vitjaðu havn-
arbólkarnir Faroe Boys,
Cream Crackers o.a. har
Vestri. Tå i tidini var
Flower-Power - tónleik-
urin nógv frammi. Beiggi
mín, ið var fimm ár
eldri, plagdi at keypa
plátur við Jetro Tull, Ji-
mi Hendrix 0.ø.
A Kostdeildini i Hoy-
dølum vóru vit nakrir,
sum spældu. Vit plagdu
at hava tiltøk å jélum og
spæla til sjónleikir har-
uppi. Eg minnist, at vit
spældu í Kollafirði og á
Landssjúkrahúsinum til
okkurt høvi.
Eg fór á Hægri Hand-
ilsskúla í 1979. Tá fór eg
at spæla í Jazz-klubban-
um - nú spældu vit meira
Blues.
Tú fekst nógv meira in-
Spiratión, tá ið tú komst
til Havnar. Her vóru
fleiri og betri tónleikar-
ar, og alt tónleikarlívið
var meiri samlað. Eg kom
í samband við nógvar
tónleikarar hesa tíðina.
Dámar væl
fólkatónleik
Sámal hevur spælt til
dans saman við Knarvum
síðani 1977. Á Tórshavn-
ar Jazz, Fólka og Blues
Festival í ár spældi hann
saman við blues-bólki
sínum, og í fjør var hann
á Stevnuni saman við
Niels Midjord. Eisini
hevur hann spælt fólka-
tónleik saman við Ronnie
Nielsen.
- Mær dámar sera væl
at spæla fólkatónleik.
Góður kontrastur til tað
elektriska, sigur hann.
Munnharpu lærdi hann
at spæla tey ár, hann var
gøtuténleikari. Russel úr
Trinidad lærdi hann
kynstrið. Sámal hevur
blást munnharpu á onkr-
um føroyskum bandi -
m.a. á Amnsesty-band-
inum.
Musikkskúlin
hevur hjálpt
- Nógv av teim ungu,
ið spæla, eru ótrúliga
góð. Musikkskúlin og
Jazzstevnan - og tað
jazzskeiðið, sum er í tí
sambandi - hava hjálpt
nógv í so máta, sigur
Sámal.
Eisini er rytmiskur
tónleikur nógv meir góð-
kendur nú enn fyrsta, eg
minnist. Tá helt fólk, at
hetta mundi bert fara at
halda á eitt skifti og so
hvørva aftur.
Og víst er "Fúr Elise"
eitt vakurt stykki - men
nógv annað er til. Tón-
leikur er ein partur av
heildini. Hann skal eisini
vísa gleði, sorg og angur.
Men hinvegin er vent -
eisini millum eldri fólk.
Nú eru eisini nógv, sum
eru vaksin upp við rocki
og jazzi og tava fingið
tað inn í blóðið.
Nógvum dámar eisini
Beatles nú - fólk, ið ikki
kundu torga teir áður!
Hinvegin dámar teimum
ikki tann tónleikin, sum
er frammi nú! So tað vís-
ir seg, sum skalt tú bíða
eini tjúgu til tríati ár,
sigur Sámal.
Honum dámar væl, at
Bládýpið er komið.
- Har spælir tú tað, tú
hevur á skránni - um so
fólki dámar tað ella ikki.
Hetta er einasta stað, tú
kanst gera tað. Í dans-
inum fært tú pening fyri
at spæla tað, fólki dámar.
Men tað hevur sína
sjarmu, sigur Sámal
Ravnsfjall.
5