hósdagur 22. august 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 22. august 1991
verð
- Ungfólk eigur so avgjørt at fara út í
verðina, um hugurin er til tess,
sigur Sámal Ravnsfjall
Tú hugsaði ongantíð um at
fáast við annað arbeiði
enn at spæla á gøtuni hesi
árini, tú vart burtri?
Nei. Onkuntíð arbeiddi
eg í barrini tjá týsku vin-
fólkum okkara í Rom. Eg
fekk uppihald og mat, men
onga løn.
Hesi árini var eg ongan-
tíð skrásettur í Italia -
tímdi ikki at fáast við tað.
Men hettar var innan fyri
EEC, so eingin trupulleiki
var í so máta.
Sum vera man var dýrari
ut liva í Týsklandi enn í I-
Ja, nógv dýrari.
ingradu tit, at tit vóru
farnir ul Tysklands?
Nei - tað var ein uppliving
koruni. So fekst tú eisini
betri innlit i, hvørjar trup-
ulleikar dálkingin í Europa
hevur við sær. Nógva
staðni í Rhín-ánni er ikki
loyvt at svimja. Javnan
hoyrdist í útvarpinum í
Ruhr-gkinum, at fólk mátti
halda seg inni fyri "smog".
Av okkara egnu dálking
kunnu vit ikki anda luftina
niður í okkum!
Hugsa um umhvørvid
Men hinvegin er fólkið
eisini meiri tilvitandi um
dálkingina og roynir at
liva eftir tí. Eitt nú høvdu
tey handlar, har tú kundi
lata inn silvurpappír. Hetta
hugsa vit lítið um í Føroy-
um - og italska fólkið enn
minni.
Eisini høvdu tey rudd-
ingardagar, tá ið fólk setti
ymiskt út á getuna, tey
ikki brúktu. So kundu onn-
ur koma og hyggja at tí og
taka tað við sær.
Hetta var um tað mund-
ið, tá ið tvungið varð at
hava katalysator á bilum í
Týsklandi - og føroyingar
skiftu út innbúgvið annað
hvørt ár, og brenni-
stødirnar vóru á tremur!
A Sicilia eru tey eftir-
bátar í so máta og dálka
náttúruna illani við plast-
ikk-posum 0.Ø.
Norðuritalia líkist
Týsklandi
Munurin millum Týsk- '
land og Norðuritalia er
ikki so stórur. Hettar er
ídnaðargki, og fólkið er
býarfólk. Tú sært eisini
nógv ljóshært fólk har
norðuri í landinum
Hinvegin er munurin
millum Suður- og Norður-
italia stórur. Fólkið har
norðuri í landinum heldur
lítið um tey har suðuri - og
serliga um tey á Sicilia.
"Har er bara mafia", plaga
tey at taka til. Hon virkar
vist ikki har norðuri.
A Sicilia tosa tey italska
dialekt. Alskyns tjóðir
hava hertikið oynna mill-
um ár og dag - víkingarnir
komu hagar úr Russlandi,
og stutt er til Afrika. Tí er
fólkið á oynni blandað, og
eitt nú er fólkið í Italia
ikki so rasistiskt ímóti
nekarum.
Merktu tit nakað til Maf-
iuna?
Nei, púrt einki. Allar-
helst vóru vit alt ov smá.
Eystantil á Sicilia helt fólk
fast uppá, at Mafian var
hinumegin á oynni. Men
tað er ósatt. Hon er eisini
eystanfyri.
Men fyri at siga sum er,
so var eg ikki fyri nókrum
keðiligum hendingum á
hesari ferðini - sá ikki so
frægt sum bardaga! Tað
var heilt vanligt í dans-
inum í Sørvågi.
Einaferð - hetta hevur
verið onkuntíð í 1985 -
hitti eg italiumann, sum
hevði búð i Stockholm.
Hann helt tad vera løgid,
at tad bar til hjå Olof Pal-
me at ganga einsamallur å
gøtuni.! Hetta var årid
fyri, at hann vard myrdur.
I Italia standa våpnadir
politistar við hvønn banka,
og i hvørjum bili eru
tjúkkar ketur á róðrinum.
Fyri at lýsa munin mill-
um fólkið í Italia og í
Týsklandi kann eg greiða
frá roynd, ið okkurt blað
gjørdi í so máta:
Teir settu útvarpstól á
ymsar strendur bæði í
Týsklandi og Italia. I Italia
vóru tey stolin, tá ið fimm
minuttir vóru gingnir, men
í Týsklandi vórðu tey
standandi. Týskarar hava
jú í sær, at "Ordnung muss
sein".
Ein onnur roynd var, at
onkur skuldi látast at
smella á gøtuni. Italiu-
menn vóru skjótir at
hjálpa, men týskarar gingu
uttanum.
Yvirhøvur er lættari at
koma í prát við fólk í Ital-
ia enn í Týsklandi.
Ber til at liva bíliga
Hvat lærdi henda ferðin
teg?
Fyrst og freiast um
dálkingina. Haraftrat livn-
aði tað upp aftur, ið eg
hevði lært av máli, og
nógv nýtt lærdi eg.
Eg gekk ikki á forn-
minnissavn har niðri . Jú -
eg var inni í kirkjuni hjá
Frans av Asissi. Men ann-
ars er Italia eitt stórt forn-
minnissavn, alt sum tad er.
Eg lærdi eisini, at tad
ber til at livbjarga sær,
um tå so bert spælir eitt
sindur upp á gittara, og tað
styrkir sjálvsálitið.
Tann materielli tørvurin
minkar eisini sera nógv.
Vit keyptu brúkt klæðir á
marknaðinum, og annars
livdu vit av teim fruktum,
sum komu tær ymsu árs-
tíðirnar (hetta var har suð-
uri á landinum). Fisk
fekst tú ikki inni í landin-
um, men summastaðni
vuksu olivug, fikutrø og
rossaber vilt - og eisini var
frukt og grønmeti sera bíl-
igt at keypa. T.d. kostaði
cin posi av tomatum tvær
krónur - mitt í ferðafólka-
tíðini!
Ætlaði mær heimaftur
Hugsaði tú ongantíð um at
koma aftur til Føroya?
Jú, tað ætlaði eg mær
alla tíðina. Hettar var bert
eitt ævintýr, og eg kundi
ikki hugsað mær at búð
aðrastaðni. Tá ið eg kom
heimaftur - í 1986 - var
eisini nógv arbeiði at fáa.
Verri hevði verið í dag.
Ætlar tú tær eina slíka
ferð aftur?
Nei - eg havi "gjørt
mína verjuskyldu" í so
máta. Tá ið eg var yngri,
droymdi eg oftani um eina
tilika ferð. Men hesin
møguleikin kom av tilvild.
Eg átti at verið farin, tá
ið eg var yngri. Eg var 29
ár, tá ið eg fór.
Men eg vil mæla fólki
til at fara út í verðina, um
hugurin er. Tú fært nógva
inspiratión. Tí dámar mær
væl, at so nógv ungfólk í
Føroyum fer út í verðina.
Hon er ikki so stór - tað er
bara at fara avstað.
Men nú verði eg í gll-
um fórum verandi í Før-
oyum, sigur Sámal Ravns-
fjall. ð
Strævið hjá popp-
BE
tonleikarunum
- Men tú kanst ikki liva av at
spæla við i bert einum bólki,
síga teir í Plúmm.
- At spæla við í fimm
bólkum í somu viku er
alt ov nógv. Vit hava
lovað okkum ov nógv út
hesaferð, sigur Leivur
Thomsen, tá ið vit skiftu
orð við bólkin Plúmm á
Tórshavnar Jazz, Fólka
og Blues Festival.
Men hví hava tit tikið so
nógv á tykkum?
- Tí vit duga íkki at
siga nei. Haraftrat hava
vit orð á okkum at vera
væl samanspældir. Tí
hava vit spælt undir hjá
Mariu Guttesen, Terja
0.Ø.
- Eisini er øgiliga in-
spirerandi at spæla
saman vid so négvum
ymsum ténleikarum sum
gjørligt. Men tá ið alt
kemur ísenn, verður tað
nnur I r r
rinnur Hansen
in SIgUr,
at tú kanst ikki liva av at
spæla við í bert einum
bólki. Marknaðurin í
Føroyum er ov lítil til
tað.
- Skalt tú vera hálv-
professionellur tónleikari
her á landi, mást tú spæla
við á nógvum ymsum
bólkum, sigur hann.
Manningin í Plúmm
spældi eisini undir hjá
Mariu Guttesen og Jam-
es, og tveir teirra spæla í
JazzOasis. Plúmm
spældi eisini undir hjá
Johnny Logan, tá ið hann
var her á landi í fyrra-
árið.
Landið er ov lítið
Leivur Thomsen sigur,
at vansin at spæla í Før-
oyum er, at landið er ov
lítið. Ahoyrararnir eru
teir somu allastaðnis.
- Í Keypmannahavn
Ld. eru eini hundrað ym-
isk stød, sum tú kanst
spæla á - og tískil ikki
somu áhoyrarar hverja
ferð.
- Her á landi er so, at
ein bólkur kann hava
vant eina skrá. Men tá ið
tú so hevur spælt einar
fimm konsertir, er fólk
longu troytt av tónleik-
inum. Longu triðju ferð,
vit spæla skránna, spyr
fólk, hví vit altíð spæla
tað sama. Hetta ger, at tú
mást endurnýggja teg
alla tíðina, og tað er slít-
andi.
- Víst hevur jazztón-
leikur áhuga ímillum
fólk her á landi - men
tey, ið hava áhuga, eru
ov lét at koma at lurta.
Vit spæla vidhvørt í
Djónastovu, og mangan
er lítið fólk.
Tað, ið fólk hevur
hoyrt áður
tað
nytt, 10 tey skulu konsen-
trera seg um, býður tað
teimum ímóti, sigur
Leivur.
- Hvat savnar føroy-
ingar? Handilstónleikur -
kommersiellur tónleikur,
sigur Arnold Ludvig.
- MTV-poppur, sigur
Magnus Johannesen.
- Men er hetta mest
millum heilt ung fólk.
Hinvegin skal áhugin hjá
teimum byrja
onkustaðni. Men tú skalt
helst vaksa frá slíkum
tónleiki - i øllum fórum
vera vaksin frå honum, tå
ið tú ert vorðin triati ella
so. Annars kemur tú ikki
víðari, sigur Magnus.
- Eitt, ið er eitt sindur
troyttandi, er, at føroy-
ingar tosa altíð um "Før-
oya besta..., Føroya
besta..." og blanda allar
stílar saman: Jazz, Rock
0.a. At tosa um "Foroya
besta..." ber ikki til, tá ið
stílarnir eru so ymsir. Tú
kanst vera bestur á tín
hatt og innan fyri tíu
øki, sigur Leivur Thom-
sen at enda.
ð