týsdagur 25. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 25. mars 2003
29
Jón Rói luttekur nú í leyvuveiðu
Munurin frá Brøndby
og fram til FCK og
harvið oddasessin í
superliguni er eftir
tvey tey fyrstu
umførini tódnaður úr
níggju og til fýra stig
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Í Brøndby er lagið avbera
gott. Gula og bláa meistara-
0liðið hevur fingið fult í
tveimum teimum fyrstu
umførunum eftir vetrar-
steðgin. Og tá ið oddaliðið
FCK bara hevur fingið eitt
av seks møguligum stigum,
siga teir í Brøndby seg
rokna fult og heilt við, at
tað fer at bera til hjá teim-
um at endurvinna meistara-
skapin.
Brøndby er á leyvuveiðu,
verður sagt í fleiri av
donsku fjølmiðlunum. Í
hesum liggur sjálvandi, at
FCK verður nevnt løverne,
og at tað er FCK, sum
Brøndby skal rækka fyri at
endurvinna DM.
Í vikuskiftinum fer Dan-
mark at spæla EM undan-
kappingardyst í Rumenia.
Talan er um bæði spenn-
andi dyst og lyklauppgerð.
Morten Olsen hitti lands-
liðsspælararnar í Vedbæk í
gjár, og sjálvandi er áhugin
stórur fyri landsliðnum, so-
leiðis sum hann altíð er tað
í Danmark.
Tað hevur leingi verið
tosað um uppgerðina ímill-
um FCK og Brøndby, sum
verður í Parkini annan
sunnudag. Og eftir at úrslit-
ini hava lagað seg soleiðis,
sum tey hava tvær tær sein-
astu vikurnar, er tað ikki
frítt, at tað longu nú verður
tosað eins nógv um hesa
uppgerðina í Parkini, sum
tað verður tosað um lands-
liðið.
– Vit hava møguleika at
røkka FCK, siga Brøndby
spælararnir. Michael Laud-
rup vil ikki siga so nógv.
Hvørki hann ella danska
pressan halda, at Brøndby
sunnudagin spældi serliga
væl. Men avrikið var nóg
mikið til at vinna 2–0 á
Silkeborg, og tað frøddist
nógv størsti parturin av
teimum 12.759 áskoðarun-
um um.
– Síðsta heyst vunnu vit
ikki, hóast vit spældu væl.
Nú vinna vit, sjálvt um
spælið kundi havt verið
betri, og tað mugu vit gleð-
ast um, sigur Michael
Laudrup.
Ímóti Silkeborg hevði
venjarin valt at hava Jón Róa
Jacobsen á beinkinum. Tá ið
sigurin var vísur og áskoð-
ararnir sigrssælir sungu og
heiðraðu sínum spælarum
sendi Michael Laudrup Jón
Róa á vøllin. Tá restaðu tað
bara tveir minuttir. Jón Rói
kom á vøllin í staðin fyri
álopsspælaran Peter Foldg-
ast, sum donsku fjølmiðlar-
nir vilja vera við var ein av
bestu spælarunum á vøllin-
um.
Brøndby setti hol á, tá ið
tað restaðu sjey minuttir av
fyrra umfairnum. Mál-
skjútti var júst Peter Fold-
gast. Við at skora annað
vikuskiftið upp í slag stað-
festi nýggja stjørnuskotið
hjá Brøndby, at eingin or-
søk er at iðra seg um, at
Peter Madsen er seldur til
Týskland.
Tíggju
minuttir
eftir
steðgin økti heimaliðið til
2–0. Málskjútti var Kasper
Dalgas. Málið var frágera
hegnisliga skotið. Mál-
skjúttin
fegnaðist,
tað
gjørdu áskoðararnir eisini,
og tað var týðuligt, at venj-
arin var ovrfegin. Kasper
Dalgas hevur ikki verið so
eyðsýndur, sum tað kundi
roknast við. Ivaleyst vóna
teir í Brøndby, at sjálvsálit-
ið nú verður, sum tað skal
vera. Í 1. hálvleiki lobbaði
Kasper Dalgas hegnisliga
upp um Silkeborg málverj-
an, men bólturin brast í
tvørtræið.
FCK stórkiksaði í síðstu løtu
Hóast teir vóru á
odda 2–0, tá ið tað
restaði eitt korter, so
fekk FCK bara eitt
stig við sær úr Århus
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað er torført at finna røttu
minuna. Seinastu seks árini
hevur FCK verið eitt og alt
í superliguni hjá fótbólts-
hugaðum føroyingum. Nú
hava teir fullkomuliga sett
Toda Jónsson í skuggan, og
tað gongur ongan veg. Todi
Jónsson er FCK spælari
fram til 1. juli. Gongdin
higartil í vár kundi bent á,
at tað verður neyðugt hjá
Hans Backe og serliga
Niels Christian Holmstrøm
at krúpa til krossin og taka
føroyska álopsspælaran við
aftur í álopið. Tá verður
FCK sjálvsagt aftur sera
áhugavert hjá føroyingum.
Hesa ferð var FCK í År-
hus, og leingi bendi alt á, at
tað skuldi ganga, soleiðis
sum tað kundi roknast við.
Boro Zivkovic setti hol á, tá
ið tað restaðu sjey minuttir
av 1. hálvleiki, og tá ið Pet-
er Møllre eitt korter undan
leikloki økti til 2–0, tóktist
sigurin at vera ein fullvísur,
sum hann tóktist at vera hjá
FS Vágum í Runavík. Men
tað gekk ikki hjhá FCK, um
enn tað var frægari enn hjá
FS Vágum.
Men tað gekk ikki hjá
FCK. 17.100 áskoðarar í
góða várveðrinum í Århus
vóru vitni til, at heimaliðið
eftir lítlari løtu skoraði tvey
mál og harvið tryggjaði sær
týdningarmikið stig. Í báð-
um førunum var tað bara
nítjan ára gamli Leon
Andresen, sum var mál-
skjútti. Teir í FCK vóru ikki
blíðir. Við sera ólátaðari
takling hevði dupulti AGF
málskjúttin verið orsøk til,
at ein av landsliðsspælarun-
um hjá FCK, Thomas Røll,
var noyddur at taka seg av
vøllinum. Skaðin vísti seg
at vera so mikið álvurssam-
ur, at Røll nú hevur givið
avboð til ferðina til Rum-
enia. Hann átti at havt verið
rikin av vøllinum, og tað
líkist ongum, at hann ikki
sá nakað sum helst kort,
søgdu FCK menninir um
AGF málskjúttan, og teir í
AGF vóru ikki ósamdir í, at
taklingin átti at havt okkurt
slag av korti í kjalarvørrin-
um.
Hans Backe, FCK venj-
arin, royndi at vera fattur
sum altíð, tá ið hann hitti
presssuna. Hann ásannaði,
at munurin aftur til Brønd-
by er tódnaður heilt nógv,
men samstundis vildi hann
ikki hoyra talan um, at
fyrsta plássið og harvið
meistaraheitið er um at
gleppa FCK av hondum.
Venjarin helt, at hansara lið
átti at havt vunnið, og hann
segði seg gleðast um, at
liðið so leingi spældi skila-
gott og støðugt.
Peter Møller var í FCK
álopinum saman við Zuma.
Peter Møller er toppskjútti
hjá FCK við átta málum.
Næstbesti FCK málskjúttin
er Todi Jónsson. Hann hev-
ur skorað seks ferðir.
Spurningurin er so, um
hann fer at fáa møguleikan
at økja um máltalið, ella
um FCK leiðslan í hevni-
søku heldur vil goyma hann
enn at hava eitt so gott lið,
sum tað ber til, nú teir tykj-
ast skula stríðast meiri fyri
DM heitinum, enn tað tókt-
ist at vera neyðugt fyri bara
tíggju døgum síðani.
Skandala
Á triðja plássi er FC Midt-
jylland. Sunnudagin vunnu
teir 2–1 í Gladsaxe ímóti
AB. Bæði FCM málini
skoraði Frank Kristensen.
Hann hevur higartil skorað
tíggju mál, og hann er nú
toppskjútti í superliguni.
Men hann sigur seg ikki
ætla at gera nakað burturúr
sær sjálvum. Eg skjóti mál
fyri liðið og ikki fyri meg
sjálvan, sigur hann við
fjølmiðlarnar. Og so leggur
hann afturat, at nú vilja
miðlarnir lyfta hann so høgt
upp, at hann ikki fer at fáa
føturnar niður á jørðina.
Um tað hevði eydnast, so
hevði hann ikki verið førur
fyri at skora, og so hevði
tað verið søgan hjá fjøl-
miðlunum, sigur sinniligi
vesturjydin.
Í Aalborg var tað stórt
vónbrot, at tað eydnaðist
snildum Esbjerg liði at fara
avstað við øllum. Esbjerg
vann 1–0., og einsamalli
málskjúttin var Jan Kristen-
sen. Tað verður roknað við,
at 21 ára gamli miðvallarin
skjótt fer at fáa okkurt til-
boð úr útlandinum.
Í Odense er fótbóltslagið
heilt gott. Í fleiri ár hevur
áhugin millum áskoðarar-
nar ikki verið tann, sum
hann t. d. var í áttati árun-
um. Men nú tevja teir góðar
tíðir í Odense. 7.007 møttu
sunnudagin, og ivaleyst
koma tað uppaftur fleiri
næstu ferð. OB vann 3–1
ímóti uppflytaraliðnum úr
Køge.
Síðsti dysturin skuldi
havt verið í Viborg. Christi-
an Andersen og hansara
menn vóru komnir úr Far-
um. Men tá ið dómarin í
góða várveðrinum fór at
skoða vølllin, var tað skjótt,
at teir staðfestu, at tað bar
ikki til at spæla. Tað var
frost í einum parti av svør-
inum. Roynt var at fáa
frostið burtur, men tað
segði tað sama.
Hitarør eru í vøllinum,
men følararnir, sum gera av,
um tað er neyðugt við hita,
eru bara í tí partinum av
vøllinum, har sólin hevur
sæð. Tí hevur tað ikki verið
hiti á anlegginum. Tað er
ein stór skandala, søgdu
teir í Farum, og teir, sum
hava við fótbóltin í Viborg
at gera, góvu teimum rætt.
Leyvurnar úr FCK hava nú
bert fýra stig niður til Jón
Róa og Brøndby, og enn eru
nógvir dystir eftir at spæla
29
28
Nr. 58 - 25. mars 2003
Seinastu báðar vikur-
nar hava tríggjar
kappingar í boga-
skjótin verið hildnar
BOGASKJÓTING
Tíðindaskriv
12 metur - ung
Leygardagin tann 15. mars
skipaði Bogaskjótifelagið
Ørvur í Runavík fyri FM-
kapping á 12 metra frá-
støðu fyri yngru boga-
skjúttarnir.
Í bólkinum compound:
Føroyameistari Alvi Joen-
sen við (265+261) 526 stig-
um, nr. 2 Kaj Johannesen
við (262+233) 495 stigum
og nr. 3 Viljormur David-
sen (221+224) 445 stigum.
Allir úr Ørvi.
Í bólkinum recurve: Før-
oyameistari Eirikur í Ják-
upsstovu við (263+263)
526 stigum, nr. 2 Annika
Vang við (250+261) 511
stigum, bæði úr Ørvi, og nr.
3 Bjartur Clementsen úr
Tambar við (244+231( 475
stigum.
Heiðurmerkir til kapp-
ingina hevði Statoilstøðin á
Saltangará latið.
15 metur - ung
Leygardagin tann 22 mars
skipaði Bogaskjótifelagið
Tambar í Havn fyri FM-
kapping á 15 metra frá-
støðu fyri yngru boga-
skjúttarnir.
Í bólkinum compound
gekk javnt á millum 3 tey
fremtu og var tað serliga
ein av teimum nýggju
skjúttunum Kaj Johanne-
sen, sum gjørdi um seg við
at leggja seg sum nummar
tvey í steðginum.
Endaliga úrslitið var, at
Alberta Gaardlykke gjørd-
ist føroyameitari við (274+
272) 546 stigum, br. 2 Kaj
Johannesen við (269+271)
540 stigum og nr. 3 Alvi
Joensen við (263+258) 521
stigum.
Í bólkinum vóru 3 per-
sónlig met har Kaj for-
betraði seg við 57 stigum á
frástøðuni. Viljormur Da-
vidsen, sum gjørdist nr. 4
við 505 stigum, forbetraði
seg við 48 stigum. Eyðfinn
Poulsen, sum gjørdist nr. 5,
forbetraði seg við 50 stig-
um.
Allir compoundskjúttar-
nir eru úr Ørvi.
Í bólkinum recurve vóru
tað tveir skjúttar, sum
løgdu seg á odda beinan-
vegin og helt henda støða
til endan. Eirikur í Jákups-
stovu, Ørvur, gjørdist før-
oyameistari við (272+277)
549 stigum og persónligum
meti, hann forbetraði seg
við 25 stigum á frástøðuni.
Nr. 2 bleiv Bjartur Fríði
Clementsen, Tambar, við
persónligum meti (264+
256) 520 stigum. Hann for-
betraði seg við 53 stigum.
Nr. 3 bleiv Martin Johanne-
sen, Tambar,við (230+224)
454 stigum.
Ársins bogaskjúttar
Millum yngru bogaskjútt-
arnar er vanligt at lata steyp
til bestu skjúttarnar gjøg-
num vetrarhálvuna.
Í recurve bleiv Eirikur í
Jákupsstovu valdur til besta
skjútta, tí hann hevur vunn-
ið FM á 12 og 15 metrum.
Eisini hevur hann vunnið
eina aðra kapping í vetur,
meðan hann hevur verið nr.
2 í øllum hinum kapping-
unum.
Í recurve bleiv Kaj Jo-
hannesen valdur til besta
skjútta, tí hann hevur vunn-
ið silvur heiðursmerkir til
FM á 12 og 15 metrum. Og
serliga tí hann hevur gjørt
so skjót og stór framstig
seinastu 2-3 mánaðirnar, at
hann longu nú kann teljast
millum bestu yngru com-
poundskjúttar í landinum.
Heiðursmerkir og steyp
hevði Statoilstøðin á Sal-
tangará latið.
Fegnast um úrslit
Bogaskjótideildin fegnast
um stóru framgongdina
millum yngru skjúttarnar.
Deildin byrjaði fyri 3 árum
síðan at keypa útgerð, sum
feløgini hava leigað út til
skjúttarnar, og hevur tað
avgjørt givið úrslit, at hvør
skjútti hevur sína egnu
útgerð. Eisini hava fleiri
valt at keypa útgerð.
Bogaskjótideildin takkar
eisini teimum, sum í báðum
feløgunum hava verið so
íðin og eldhugaði at venja
tey ungu.
18 metur — vaksin
Sunnudagin tann 23. mars
skipaði Tambar fyri FM á
18 metra frástøðu vyri tey
vaksnu.
Hetta man vera javnasta
kapping í báðum bólkum í
longri tíð, nógvur spenn-
ingur og skiftandi, hvør
hevði leiðsluna.
Í bólkinum compound
var sera javnt millum 5 teir
fremstu skjúttarnar, men tá
síðsti pílurin var skotin var
Per Holm Andersen føroya-
meistari við (282+284) 566
stigum, nr. 2 var Schandorff
Vang við (283+277) 560
stigum og nr. 3 Albert Dam
við (275+284) 559 stigum.
Nr. 4 var Jóannes Poulsen
við 558 stigum og nr. 5
Anders Jönsson við 554
stigum. Allir úr Ørvi.
Í bólkinum recurve var
eisini sera javnt millum 3
teir fremstu skjúttarnar.
Kristian Niclasen, Tambar,
bleiv føroyameistari við
(255+266) 521 stigum, nr.
2 Rógvi Mohr, Ørvur, við
(260+257) 517 stigum og
nr. 3 Rói Johannesen,
Tambar, við (259+250) 509
stigum. Allir settu persón-
lig met.
Heiðursmerkir
hevði
Statoilstøðin á Saltangará
latið.
Heldur ikki í næstu
royndini eydnaðist
tað Christian Høgna
Jacobsen og Vejle at
fáa stig burturúr
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Setningurin h
já Óla Johannesen og
hinum
Hvidovre
spælarunum er greiður. Teir
hugsa ikki um superliguna,
sum
Hvidovre
fólkini
droymdu um fyri bara
hálvum øðrum ári síðani.
Nú ræður tað um at sleppa
burtur úr niðurflytingar
suppuni.
Hvidovre
er
framvegis á niðurflytingar-
plássi, men í vikuskiftinum
styrktu teir ikki so lítið um
sína støðu.
Óli Johannesen og liðfe-
lagarnir vóru í Odense.
Mótstøðuliðið var B1913,
og tað eydnaðist høvuðs-
staðarfelagnum at sleppa
um Stórabeltsbrúnna aftur
við øllum stigunum. Úr-
slitið var 1–0. Miðskeiðis í
1. hálvleiki skoraðu teir
sigursmálið.
Hjá Vejle gongur tað alt
annað enn væl. Christian
Høgni Jacobsen verður
roknaður sum ein av stuð-
ulsspælarunum. Hann er
vongverji í høgru, men á
venjingarleguni í Kina und-
an kappingarbyrjan vísti
álopsmaðurin á føroyska
landsliðnum, at hann er væl
førur fyri at spæla á mið-
vøllinum.
Men Christian Høgni er
sjálvsagt ikki nøgdur við
gongdina hjá Vejle. Í fyrsta
umfarinum eftir vetrar-
steðgin taptu teir á heima-
vølli, og hesa ferð taptu teir
á útivølli. Teir vóru á Gen-
tofta stadion, har B1903
áður hevði heimavøll. Nú
er Gentofte stadion bara
heimavøllur
hjá
HIK.
Felagið hjá Ole Madsen,
sum í seksti árunum var
kendasti álopsspælarin í
Danmark, hevur ongantíð
staðið seg serliga væl, men
nú eru teir í næstbestu
deildini, og teir vóru nóg
góðir at vinna 2–1 á Vejle.
Gestirnir løgdu seg á odda,
men heimaliðið javnaði í 1.
hálvleiki og í 2. hálvleiki
skoraðu teir sigursmálið.
Oddaliðið Herfølge fekk
málleysan javnleik í Frede-
ricia. Frem er framvegis
næstfremst,
men
Ole
Mørch var alt annað enn
nøgdur. Púra óvæntað tapti
Frem á heimavølli 2–1
ímóti B1909, sum ikki hev-
ur staðið seg væl í ár.
Horsens og Johan B.
Hansen
fingu
2–2
á
heimavølli ímóti Ølstykke,
og Randers Freja, har Atli
Gregersen framvegis er í
hópinum uttan at sleppa
serliga nógv upp í part,
tapti 4–2 á útivølli á Eyst-
urbrúgv í Keypmannahavn
ímóti Skjold.
FM-kappingar
Óli á veg úr botninum
Kristian Niclasen úr Tambar gjørdist føroyameistari í recurve skjóting
C
M
Y
K
28