týsdagur 25. mars 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 25. mars 2003
27
Hóast tær framvegis
eru næstniðast, so
hava neistakvinnur-
nar nú veruliga tikið
seg inn í bronsudystin
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast árið eitt skifti sá út til
at gerast tað daprasta í
søguni hjá kvinnuhondbólt-
inum í Neistanum, so tykj-
ast leikararnir so langt ífrá
hava givið skarvin yvir.
Útlitini vóru annars ikki
góð, tá liðið fyri nøkrum
vikum síðani tapti útidystin
fyri Tjaldri, men onkurs-
vegna tóktist hetta vera júst
tað, sum liðið hevði tørv á.
Eftirfylgjandi er liðið farið
á klintra seg upp eftir
stigatalvuni, og tó at støðan
framvegis er eitt sætta
pláss, so er ein munandi
broyting kortini. Nevnliga
at liðið hevur lagt seg út í
bronsustríðið, har fýra av
teimum sjey liðunum í
deildini nú eru.
Simona avgjørdi
Sunnudagin var Stjørnan á
vitjan í Havn, og her var
rættiliga
skjótt
greitt,
hvønn vegin tað bar. Meðan
Neistin seinastu vikurnar
hevur havt gott viðrák,
tykist mótgangurin hjá
Stjørnuni bara at harðna, og
longu eftir fyrsta korterið
ella so, hevði Neistin skapt
sær eitt gott útgangsstøði
fyri restina av dystinum.
Fyri tað mesta varð eisini
hildið fast um hetta, men tá
Stjørnan tíðliga í seinna
hálvleiki setti ferð, var um
at ganga galið. Fyrst og
fremst
fingu
gestirnir
verjuna at rigga betri, og
eftir 10 minuttum vóru 18-
12 broytt til 19-19, men
Neistin hevði ein trumf
eftir.
Simona Dziugyte hevur
kanska ikki havt so stóran
leiklut, sum bæði hon og
viðhaldsfólkini
kundu
hugsað sær, síðani hon kom
til Neistan úr júst Stjørnuni,
men nú bragdaði. Var ein
møguleiki fyri skotið, so
smekkaði hon til, og kraftin
í hesum er av slíkum slag,
at fægstu málverjarnir fáa
gjørt nakað. Og mest sum
einsamøll megnaði hon
hesa seinastu løtuna at toga
Neistan frameftir, tó at
stinni verjuparturin eisini
gjørdi sítt.
Við
sigrinum
syrgdi
Neistin fyri, at tað nú eru
trý lið, sum eru púarasta
ájøvn á fjórða plássinum,
tvey stig aftan fyri StÍF,
sum í løtuni hevur brons-
una í hondini.
Men kanska meira enn
nakað av hinum, so eru tær
í Neistanum sjálvar førar
fyri at gera av, hvussu
lagnan verður. Enn eiga tær
dyst til góðar móti bæði
StÍF og Kyndli, og tó at
triði eftirverandi dsyturin
er móti VÍF, so kann
Neistin við sigri í hinum
báðum toga seg heilt upp.
Tað kann Stjørnan eisini
framvegis, men so skal
vend av álvara koma í. Í
endaspælinum hava teir so
væl kendu marginalarnir so
avgjørt ikki verið í parti við
liðnum, sum fleiri ferðir
hevur rent seg í tepur tap.
Skal støðan broytast, er
helst neyðugt við tveimum
stigum longu í komandi
dystinum, tá Kyndil kemur
á vitjan. Teir báðir seinastu
dystirnir eru nevnliga ímóti
ávíkavist VÍF og VB á úti-
vølli, og á pappírinum eru
tað í øllum teir báðir ringast
hugsandi dystirnir at hava
eftir.
Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan 26-24
(15-12)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte
11(6), Rakul Augustinus-
sen 6, Christna Holm 4,
Súna Mørk 3(2), Jórun
Ludvig 1, Lív Sørensen 1
Stjørnan: Danijela Ercevic
10(2), Natasha Stamen-
kovic 10(3), Joan M. Joen-
sen 3, Una Olsen 1
Brotskøst: Neistin 8,
Stjørnan 8
Útvísingar: Neistin 4,
Stjørnan 5
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen
Gullið hjá VB kemur
alsamt nærri, men
nervarnir mundu tik-
ið tær av ræði, tá
Kyndil vitjaði um
vikuskiftið
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast VB yvir høvur hevur
verið besta kvinnuliðið
hetta kappingarárið, so er
einki dulsmál, at sterki
heimavøllurin hevur verið
ein av hornasteinunum í
tráðanini eftir oddasessin-
um.
Soleiðis hevur ikki bara
verið í ár. Í lágu høllini við
Eiðið kunu áskoðararnir
aloftast skapa eina atmo-
sferu, soleiðis at gestirnir
veruliga kenna seg á úti-
vølli, og hetta hevur í nógv-
um førum lyft liðið seinasta
pettið móti sigrunum, sum
nú loksins tykjast føra gull
við sær.
Bitu frá sær
Tí var heldur einki at ivast
í, at VB vóru stórfavorittar,
tá Kyndil vitjaði sunnudag-
in. Fryst og fremst tí VB alt
árið hevur havt eitt sera gott
tak á Kyndli, og ikki minst
tí Kyndil er nakað skert í
løtuni, nú Lotte Sørensen
ikki er tøk vegna skaða.
Tað bleiv tó ongan tíð
nakar sjampanjuhondbóltur
hjá heimliðnum sunnudag-
in. Til tess var spenningurin
í dystinum alt ov stórur.
Kyndil var nevnliga als
ikki komið suður við nøkr-
um ætlanum um at leggja
seg niður. Hóast Fyrstu
løtuna gekst tó ikki so væl,
tá tær ikki vóru nóg ansnar,
soleiðis at VB fekk nøkur
skjót kontra-mál, men eftir
hetta fingu tær gott tak á.
Fyrst og fremst royndu
tær at sleppa undan at geva
ov nógvar bíligar bóltar frá
sær, og tá verjan fyrst var
komin upp á pláss, var
aloftast sera trupult hjá VB
at vinna seg ígjøgnum.
Spakuliga otaði Kyndil
seg longur og longur fram,
og eitt skifti í seinna hálv-
leiki stóð javnleikur á mál-
talvuni, men so gekk aftur
galið. Ivaleyst var tað eisini
so, at orkan ikki var til at
savna tankarnar nóg væl
um lagda taktikkin, og so
hevði VB neyðuga yvir-
skotið. Mistøkini frá teim-
um grønu vórðu náðisleyst
revsaði, og alt tóktist av-
gjørt, tá munurin aftur var
komin upp á fýra mál.
Men Kyndil gjørdu tó ein
seinasta vørr. somikið nógv
varð sett á, at munurin fekst
niður aftu á tvey mál, men
tá so VB í næst seinasta
minuttinum økti enn eina-
ferð, var liðugt hjá Kyndli.
Hepni skal til
Og nú er tað eisin næstan
staðfest, at tað eisini er
liðugt hjá hinum liðunum.
Við sigrinum helt VB í
øllum førum fast um leiðsl-
una í oddinum, har tær eru
fýra stig undan restini.
Og við trimum dystum
eftir – harav tveir á heima-
vølli – er ilt at síggja, at tað
nú kann kiksa. Hesa ferð
vóru nervarnir kanska eis-
ini viðvirkandi til, at støðan
gjørdist so spent, men sum
ikki einaferð, so megnaðu
tær aftur her at koppa
marginalunum í sín lut. Ein
dygd, sum hevur eyðkent
liðið alt árið, og sum
kanska er týdningarmesta
orsøkin til, at liðið liggur
somikið væl fyri. Hepnið
vilja summi kanska vera
við, men hepnið kemur so
ikki av sær sjálvum. Hepn-
ið kemur til tann, sum leitar
eftir tí, og annars man tað
vera langt síðani, at nakað
lið er vorðið føroyameistari
uttan nakran sum helst
form fyri hepni.
Dysturin í tølum
VB-Kyndil 26-24 (13-12)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 9(3).
Reda Kurkauskiene 7(1),
Rannvá Augustinussen 6,
Mary Krosslá 3, Gurið
Mortensen 1
Kyndil: Sonja Smiljic 9(3),
Annika Ljósstein 4(1), Ann
Mari
Wang
4,
Iliana
Manolescu 4, Jensia Peter-
sen 2, Sabina Frølund 1
Brotskøst: VB 5, Kyndil 6
Útvísingar: VB 1, Kyndil 2
Dómarar úr TB: Kári
Niclasen & Birgir Dimon
Neistin-Stjørnan 26-24 (15-12):
Neistin sleppur ikki endanum
VB-Kyndil 26-24 (13-12):
Nógv stóð á VB
Tað stóð nógv á hjá VB, men stigini vórðu vunnin, og meistaraheitið er nú bert trý stig burturi
Mynd: Áki Bertholdsen
Neistin hevur av álvara fingið glið á seinastu dystirnar, og hóttir nú við at taka seg upp á
bronsuplássið í kvinnudeildini
Mynd: Álvur Haraldsen
27
26
Nr. 58 - 25. mars 2003
Við einum sannfør-
andi sigri á kollfirð-
ingum hildu vest-
menningar fast um, at
seinasti dysturin móti
StÍF verður tann av-
gerandi
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað røkist framvegis fyri, at
manshondbólturin í ár end-
ar við eini sannari finalu í
Vestmanna.
Mest sum alt árið hava
VÍF og StÍF fylgst, og tó at
StÍF hevur átt munin í inn-
anhýsis uppgerðunum, so
eru teir ongan tíð slopnir
leysir av vestmenningunum.
Full ferð á
Kanska torførasti eftirver-
andi dysturin hjá VÍF var
sunnudagin í Hoyvík, tá teir
vitjaðu KÍF, sum í nógvar
mátar hevur spælt teimum
eitt puss í ár, men hesa ferð
var so eingin ivi. Als eingin.
Frá fyrsta bríksli vóru tað
nevnliga gestirnir, sum
settu ferðina. Helst ilskaðir
av negativu umrøðuni, sum
liðið hevur havt seinastu
vikuna, varð ferðin alt fyri
eitt sett upp í hægsta gear,
og har megnaðu kollfirð-
ingarnir ongan tíð at fylgja
við. Heldur ikki Damir
Oros, ið sum vant fekk
máltalið upp á ta tvey-
siffraða, men hetta í sjálv-
um sær var ikki nóg mikið.
Og sum dysturin leið, so
tóktist munurin bara at
veksa. Við einari sterkari
verju, og annars kvikum
mótálopunum minti dystur-
in til mest sum eina fyri-
reiking hjá VÍF til seinasta
dystin, og kanska var tað
júst eisini hetta, sum talan
var um. Ein fyrireiking, har
VÍF skal venja seg við
høgu leikferðina, sum alt
árið hevur eyðkent strand-
ingarnar, og í so máta hepn-
aðist fyrsta royndin væl.,
Undan seinasta dystinum
eru tó tveir aðrir á skránni.
Tjaldur á heimavølli man tó
neyvan vera nøkur avbjóð-
ing, og tó at dysturin móti
Neistanum í Havn kann
tykjast trupul, so hava inn-
anhýsis uppgerðirnar her
bent á, at VÍF so dyggiliga
eigur munin.
Tí talar alt í løtuni fyri
eini stórslignari finalu í
seinasta dystinum, og fyri
hondbóltin er tað at fegnast
um eftir tvey ár, har gullið
hevur verið avgjørt langt
undan seinasta leikdegi.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 32-38 (14-22)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 11(4),
Petur Martin Poulsen 10,
Regin Petersen 7, Vagnur
Johannesen 3, Kristjan
Madsen 1
VÍF: Agnar Joensen 10,
Ingi Olsen 10(3), Áki Ol-
sen 8(1), Ólavur Brimnes 5,
Daniel Rápa 3, John Zacha-
riasen 2
Brotskøst: KÍF 5, VÍF 4
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 6
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen.
Nú kappingin er
farin at líða, tykist
stórur munur vera
á, hvussu nógva
orku liðini leggja í
dystirnar
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at
fyri fleiri av feløgunum
munnu seinastu dystir-
nir á árinum kennast
sum nakað, sum bara
skal fáast frá hondini.
Eitt nú hjá H71, sum eft-
ir nøkur góð avrik í
endaspælinum nú tykist
vera steðgað fullkomu-
liga upp.
Ein orsøk er helst, at
liðið sum so ikki hevur
nakað at spæla fyri, og
móti einum StÍF liði,
sum stríðist fyri gullin-
um, kom hetta týðiliga
til sjóndar.
Hildu ikki
dampinum
Tað vóru annars hoyvík-
ingar, sum byrjaðu dyst-
in betri, og stóran part
av fyrra hálvleiki vóru
tað eisini teir, sum
stýrdu spælinum.
At strandingar tó hava
meira at spæla fyri, kom
til sjóndar í løtunum upp
til steðgin. Teir vistu við
sær sjálvum, at dysturin
mátti og skuldi vinnast,
og tá ferðin so fekk eina
eyka tonn, so var einki
at gera hjá hoyvíking-
um.
Seinni hálvleiki var
fyri tað mesta eitt skúla-
dømi um, hvussu stórur
munurin millum liðini
er, tá annar parturin
stríðist, meðan hin bíðar
eftir klokkuni, og so
kundi tað ikki ganga
stórt øðrvísi enn tað
sama.
Og einki er at ivast í,
at strandingar nú hava
sett sær beina kós móti
gullinum. Har hevur hon
fyri tað mesta verið
rættað, men av og á hava
frávik verið í stýringini,
men hesi tykjast nú vera
burturbeind.
Hjá
hoyvíkingum
tykjast seinastu umførini
hinvegin vera nakað,
sum bara skulu fáast út
av verðini. Innsatsurin í
seinna hálvleiki gav í
øllum førum ikki ábend-
ingar um, at teir ætla sær
at órógva stórt meira.
Dysturin í tølum
H71-StÍF 23-32 (10-12)
Málskjúttar:
H71:
Undi
Wardum
4(2), Halgir Dahl Ole-
sen 4, Niels Viggo
Niclasen 3, Johnny Dur-
huus 3, Olaf Vestergaard
2(2), Brandur Johansen
2(1), Kristian Eli Zacha-
riasen 2, Anfinnur N.
Debess 2, Hans J. Jacob-
sen 1(1)
StÍF: Costin Dumitrescu
5, Sveinur Justinussen
5(3), Andre F. Danielsen
4, Pauli Hansen 3,
Kristjan Petursson 3,
Alexandur Johansen 3,
Borgar Danielsen 3,
Bent Djurhuus 2, Artur
Johansen
2,
Janus
Trygvason 2
Brotskøst: H71 7, StÍF 4
Útvísingar: H71 5, StÍF
4
Dómarar
úr
Kyndli:
Rúni Mohr & Hannis
Wardum
Mununrin millum
topp og botn í før-
oyskum kvinnuhond-
bólti varð enn eina-
ferð staðfestur, tá BÍF
uttan stórvegis hóva-
sták smurdi Tjaldur
av
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var einki at ivast í, at
VÍF ætlaði sær bæði stigini,
tá Tjaldur vitjaði um viku-
skiftið. Hóast meistararnir
nú mugu metast sum fyrr-
verandi, so eiga tær fram-
vegis næst sterkasta liðið í
landinum, og hetta varð so
dyggiliga
undirstrikað
sunnudagin.
Kanska var Tjaldur nú
ikki tað liðið, sum kundi
roknast at geva VÍF stór-
vegis mótstøðu, og tá VÍF
longu eftir fyrsta korterið
hevði lagt seg nøkur mál
framum, var ikki so øgiliga
nógv at tosa um.
Uttan at tær nakran tíð
veruliga tóku sær um
reiggj, varð munurin javnt
og samt øktur, og tó at
ferðin á spælinum fór heilt
niður í botn seinna umfarið,
so kom Tjaldur ongan tíð í
aftur dystin.
Enda niðast
Einasta staðfestingin sum
so av dystinum – umframt
styrkislutfallið - mundi tí
vera, at Tjaldur verður nið-
asta liðið í kvinnudeildini.
Hóast fáur mundi ivast í
hesum undan dystinum, so
høvdu tær tá framvegis ein
teoretiskan møguleika at
røkka eitt pláss upp, men
nú er hesin so eisini fokin.
FM-møguleikin hjá VÍF
má eisini sigast at vera av tí
meira teoretiska slagnum.
Framvegis eru fýra stig upp
til VB, og nú tað bert eru
tríggir dystir eftir at spæla,
mugu sjálvt ídnastu VÍF-
viðhaldsfólkini ásanna, at
spælið er tapt.
Enn eru silvurmerkini tó
eftir, og to at hesi neyvan
smakka eins væl, so er
einki at ivast í, at tær gulu
ætla at nýta seinastu dyst-
irnar til at staðfesta hesi í.
Dysturin í tølum
VÍF-Tjaldur 27-15 (16-8)
Málskjúttar:
VÍF: Nikolina Eyðbjørns-
dóttir 7, Jackilin Durhuus
7(1), Sóley Mikkelsen 6,
Nicoleta Radu 3, Alis
Høghamar 1, Fríða Marjun-
ardóttir 1(1), Sára Jógvans-
dóttir 1, Eyðritt Andresen 1
Tjaldur:
Lenka Ribaric
5(2), Milica Ergic 4, Oddvá
Fossdalsá 2(1), Turid Lam-
hauge 1, Heidi Heinesen 1,
Mona Langgaard 1, Ann
Mari Østerø 1
Brotskøst: VÍF 6, Tjaldur 4
Útvísingar: VÍF 2, Tjaldur
1
Dómarar úr H71: Jákup
Símun Simonsen & Høgni
M. Joensen
H71-StÍF 23-32 (10-12):
Hugburðurin
endurspeglast
VÍF-Tjaldur 27-15 (16-8):
Munurin er stórur
Áki Olsen og VÍF tykjast nú hava sett ferðina upp, og halda beina kós móti einum altavgerandi seinasta dysti um FM-gullið
KÍF-VÍF 32-38 (14-22):
VÍF heldur trýstinum
C
M
Y
K
26