Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 155 — 27. august 1991 Kjak men ikki bergmál — Sjålvt um eg veit, at ætlanin ikki var at júst eg skuldi luttaka á kjakinum, sum sosialistiskt ungmannafelag (partvís undir dulnevni) legði upp til seinasta leygardag, so vil eg kortini kasta okkurt inn í kjakið, skrivar Poul Michelsen í hesi grein. — Eg skal ikki koma so nógv inn á um vit skulu selja Móttekuhúsið, og teir málningar har eru, ella ikki. Men tað er av- gjørt áhugavert at kjak- ast um antin Havnin sum hevuðsstaður skal taka lut í tí alsamt vaksandi norðurlendska og alheims samarbeiði, sum fer fram her á landi — innan allar áhugabólkar, og virka fyri at fylla út tær skráir, ið gjørdar verða fyri vitj- andi og vísa gestablídni í hesum sambandi ella ikki. Eru vit samd um at hetta er ein uppgáva, vit eiga at rekja, so eigur eis- ini tann fyrimunur vit júst við Móttekuhúsinum hava, at verða tikin við, nevniliga at vísa nógv fleiri hetta blidni — fyri minni pening. Eg rokni við, at hetta er ein av or- sekunum til at eisini and- steðan í býráðnum hevur tikið undir við hesum til- taki. Orsekin til at vit selja hús m.a. úti á Reyni er ikki bert tí at vit vilja hava umsett nakað av teimum virðum, vit eiga til reiðan pening, men eis- ini tí at vit royna at fáa tey fólk, ið búgva í hesum húsum, at yvirtaka hesi, og soleiðis fáa sett føtur undir egið borð. Hesar royndir hava víst góð úrslit. Ikki bert hava vit fingið munandi betri fíggjarliga javnvág, men vit síggja eisini, at hús- fólkið hevur stóran áhuga fyri at halda húsini í slík- um standi, at Tinganes sum frá líður fer at gerast tað prýði, ið býarsamfelag okkara ynskir. Tað var nú ikki so nógv tað eg vildi siga við hesi grein míni, men eg rokni við, at greinskrivarin er úr tí bólki, sum Bergmál um- boðar, og tí haldi eg at rímuligt var, at hesin havnarmaður fær at vita, at Havnin er og hevur allar tíðir verið einasta kommuna í landi okkara, sum hóast alt hevur íbúðir (einar 60-70) at bjóða teim- um, sum eru komin í ávísa trongsteðu, í stytri ella longri tíð. Tað sita ikki so fáir borgarstjórar og sam- gongur og stjórna kring í landinum, sum umboða javnaðarflokkin. Tó felags fyri allar er, at teir hava eingi slík hús at selja, hetta av teirri einfaldu or- sek, at teir hava ikki havt og hava ongar ætlanir um at geva slík tilboð til trongstedd. Nei — hesi skulu til Havnar, um nek- ur hjálp skal fáast. Sjálvur haldi eg, at áhugavert hevði verið hjá okkum at frætt hví tey kommunustýri, ið SU ingartíðir í 1991/92 stendur aftanfyri, ikki fáa henda fyrispurning sett- an. Sjálvur veit eg, at ikki so fá úr eðrum kommun- um koma til okkara og biðja um hjálp, tervurin vantar ikki í javnaðar- stýrdum kommunum, men at tey koma til okk- ara skyldast sum nevnt teirri einfeldu orsek, at javnaðarpolitikarar = ikki hava prioriterað henda terv so frammarlaga, at hann enn er vorðin til veruleika. Men at duga at halda veitslur og vísa blíðskap, veit eg í hvussu so er, at javnaðarmenn duga. Kanska Bergmál kundi vidgjørt henda spurning. Eg ivist onga letu i, at aftursvarið ikki verður nakað ekko, heldur ikki frá andsteðuni í Tórs- havnar Býráð. Poul Michelsen 15.00—16.00 Dreingir 10 ár „ JR | Mánadag Týsdag | Mikudag || Hósdag Fríggjadag 15.00—16.00 Gentur 12 ár — | ... ) | Gent Ø | 16.00—17.00 Dreingir 12 ár me meme … — — ——— RSD - fr þu) memo | Ff Gentur 14 ár - "300-180 | Menn I-II br 19.00—20.00 Menn |-II - am - — — —— — — — — == 20.00—21.00 Kvinnur 1-Il 8 „>> — Í ee | «| 21.00—2200 | ter | Dreingir 16år | —— i 21.30—23.00 22.00—23.00 Menn I-II Dreingir 14 år z 16.00—17.00 Gentur 10 år + Br UN T Ta — 17.00—17.45 8 17.00—18.00 Mini*) l 1 Dreingir 16 år 5 17.45—19.00 Gentur 16 år ææ | 18.00—19.00 Gentur 16 år Kvinnuunglingar = Kvinnuunglingar [| 19.00—20.00 Menn |-Il Kvinnur 1-1 gi Dreingir 12 år E 20.00—21.00 Mansunglingar Gentur 14 år (LU) Kvinnur lll 21.00—22.00 Motiónskvinnur 22.00—23.00 Menn Iil-V *) Mini byrjar 7. oktober Mansunglingar venja saman við Monnum 1-1I I — “OR Almenn skeið á Fróðskaparsetri Føroya 1991-92 PRÓVSKEIÐ Í FØROYSKUM a. Skeið fyri føroyingar 6 tímar um vikuna — mánadag og týsdag — kl. 16.00-18.15. Byrjar 23.9.1991. Lærari: Paulivar Andreasen Skeið fyri útlendingar b. Byrjanarskeið fyri tey, ið duga norðurlendskt mál 4 tímar um vikuna — mánadag og mikudag — kl. 16.45-18.30. Byrjar 23.9.1991. Lærari: Hanus S. Samuelsen c. Framhaldsskeið fyri tey, ið duga norðurlendskt mál 4 tímar um vikuna — týsdag og hós- dag — kl. 16.30-18.15. Byrjar 1.10.1991. Lærari: Ása Magnussen Provtøka Næmingunum å øllum trimum skeidun- um stendur í boði at taka prógv, tá ið undirvísingin endar í apríl/mai 1992. Prévtøkugjaldid verður 300 kr. Avmarkað næmingatal. Næmingar verða upptiknir, so hvert tilmeldingar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingarblað fæst á setursskrivstov- uni. Tilmeldingarfreistin er 6. septemb- er 1991. Tilmeldingargjaldid er 550 kr. Fyrivarni verdur tikid fyri møguligum broytingum. Nærri upplysingar eru at fåa å seturs- skrivstovuni, tlf. 15302. Skeidid i enskum til »Certificate of Proficiency« ER fullteknað. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan — tlf. 15302