Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 155 — 27. august 1991 Síða 17 Eitt sindur um handilsmoral Nakað síðani hoyrdu vit um at ein rúgva av parta- feløgum hjá Johannesi Berg vóru farin á húsa- gang, ella í sjálvbodna likvidatión, sum tað form- liga kallast. At hetta hóskaði væl saman við gongdini í samfelagnum annars, mundi helst fáa mong at risa við hevdin- um: >Nú fara sjálvt teir „stórur av knóranum. Hverjum skal alt enda vid« Men tað gekk kortini ikki so long tíð til tað sást, at Johannes Berg í ellum forum ikki var vorðin fá- tækari av húsaganginum. Tverturímóti fór hann nú at keypa eitt nú bilar úr sínum egna trotabúgvi. Tað næsta, sum hendir er, at Johannes Berg fer at kappbjóða við fíggingar- stovnar tá onnur trota- búgv verða seld á tving- silsuppboði. Johannes Berg, hvers partafelog júst eru farin á húsagang, bjóðar 17 mió. krónur fyri Idé-húsið. Tað seinasta vit hava hoyrt er, at Jo- hannes Berg hevur keypt aftur úr egnum trota- búgvi goymslubygningin hjá Berg Motors á Hálsi í Havn fyri 11 mió. krónur. Tað má sigast at vera gleðiligt, at ein handils- maður sum Johannes Berg so skjótt aftan á at hann fíggjarliga er noydd- ur í knø, aftur klárar at fóta sær og virksemi sín- um. Tillukku, Johannes Berg!!! Eitt annað mál, sum Jo- hannes Berg hevur verið uppii, og sum nógv hevur verið tosað um í seinast- uni, er eitt mál um 140.000 krónur, sum eitt partafelag er demt at gjalda einum lastbila- eigara. Men av tí at parta- felagið, væl hjálpt av ó- sketni í Feroya rætti, hev- ur drenað bankabókina, ið var løgd sum trygd fyri ådurnevndu upphædd, hevur lastbilaeigarin einki vunnið. Hann kann einans byrja av nýggjum, tí partafelagið, sum form- liga skyldaði lastbila- eigaranum peningin, er farið á húsagang. Hevuðs- partaeigarin i hesum partafelag var Johannes Berg!!! Tað kann sjálvandi tykjast sum um at hetta einans eru spurningar um pengar. So er eisini í prin- sippinum, men hugsa vit um at húsagangurin hjá Johannesi Berg bert er ein liður í kynisku stremban hansara eftir at vinna meiri pening, meðan 140.000 krónur í undir- skoti hjá einum vanligum arbeidstakara er ein Tryggingarvirksemi Viðmerkingar til lesara- bræv í Sosialinum 22. aug. g 1991 frå Olantu Hansen. I nevnda lesarabrævi setir skrivarin nakrar spurn- ingar um tryggingarvirk- semi her å landi. Hetta skal skrivarin hava takk fyri. Tad er soleidis her å landi, at nógv fólk hava ilt við at góðtaka trygging, sum heild, orsakað av, at Tryggingarsamband Fer- oya hevur einkarrætt. Lat tað verða sagt bein- anvegin, at undirritaði als ikki er vísur í, at um einkarrætturin verður tik- in frá Tryggingarsam- bandinum, at so verður alt nógv lættari hjá viðskifta- fólkinum. Tverturímóti. Greinaskrivarin nevnir tvey demi, hvar menn eru deyðir í arbeiði, uttan at eftirsitandi hava fingið endurgjald. Hetta er beint. Hesi mál hava verið til viðgerðar hjá Feroya Vanlukkutrygging og Vanlukkutryggingarráð- num. Bæði eru avvíst sum hoyrandi til galdandi V an- lukkutryggingarskipan. Orsøkin er, at í báðum forum var talan um sjúku. Hesa avgerð hava avvarð- andi skrivliga fingið at vita frá Vanlukkutrygg- ingarráðnum. Samstundis hava tey fingið kæru- meguleika. Um ein skal hava veit- ing frå Føroya Vanlukku- trygging, skal sum navnið sigur, vera talan um van- lukkutilburð ella vinnu- sjúku. Sjálvandi eru deyðsfoll ein vanlukka fyri tey eftir- sitandi. Serliga kann hetta viðfera fíggjarliga kreppu hjá teimum, ið eft- ir sita, um tann deyði var uppihaldari. Í Feroyum doyggja umleið 350 fólk árliga. Av hesum doyggja umleið 5 til 10 av van- lukku, og eru hesi umfat- að av Vanlukkutrygging- arlógini. Tað vil siga, at nógv tann stersti partur- in, ið doyr, ikki kemur undir Vanlukkutrygging- arfyriskipanina. Tó eru meguleikar at tryggja eft- irsitandi við eini lívs- trygging. Tað er júst hetta, ið flest øll fakfelog gera í dag. Nakað annað er, at vit kanska áttu at umhugsað eina skipan, ið stuðlaði eftirsitandi fíggjarliga, tá uppihaldari doyr av sjúku. Hetta, eins og tryggingar- spurningurin, er ein polit- isk avgerð. Í nevnda lesarabrævi verður nevnt um trygg- ingargjald í hópatali. Fer- oya Vanlukkutrygging tók i 1990 kr. 19.858.312, -í tryggingargjaldi frá fólki. Útgoldið var í skaða- bótum kr. 18.088.131,-. Um ikki figgjarinntøkan var góðskrivað viðskifta- fólki, so var væl meira tikið inn í tryggingar- gjaldi. Sagt verður eisini, at um fólk ikki gjalda sína trygging, so verður hetta tikið av lenini hjá viðkom- andi. Hetta er beinleiðis 6- satt. Eisini heitir skrivarin á fólk um at kanna sínar tryggingar. Øll skulu vera hjartaliga vælkomin á Feroya Vanlukkutrygg- ing fyri at fáa at vita, hvat vit tryggja fólk ímóti. Greinskrivarin nevnir eisini heilkroppskannar- an, ið var givin Lands- sjúkrahúsinum. Nevndi skannari kostaði Trygg- ingini 5 mill. kr. Trygging- arsamband Feroya læt 3 mill. kr., Føroya Bruna- trygging læt 1 mill. kr. og Feroya Vanlukkutrygg- ing læt 1 mill. kr. Hetta var als ikki givið fyri at reinska nakra samvitsku. Hetta var ein gáva til Fer- oya fólk, eisini til grein- skrivaran og undirritaða. Sum fyrr nevnt, heldur greinskrivarin eins og onnur, at um einkarrætt- urin verður avtikin, so verður alt nógv betur. Hetta er ein politiskur spurningur. Ein arbeiðs- bólkur situr og arbeiðir við einum áliti, um hvussu trygging í Feroyum skal skipast í framtíðini. Fyri mítt viðkomandi skal verða sagt frá, at um Amnesty International, iystovan í Vá gsbotni er dag g Prisejadag kl. 11-16. T4f. 15816 óhugnalig upphædd, so má sannast, at her er eis- ini talan um moral ella manglandi moral. Var Jo- hannes Berg nakar maður, so hevði hann goldið last- bilaeigaranum tær 140.000 krónurnar úr egn- um lumma. Men tíverri sýnist Johannes Berg heldur at vera ein penga- klekjari enn eitt menn- iskja. Soleiðis bendir alt nú á, at Johannes Berg heldur er sinnaður at offra tilverugrundarlagið hjá einum vanligum menn- iskja, heldur enn at ofra eitt lítið sindur av fíggjar- ligu robottprinsippum sín- um. Hetta hóast 11 mió. krónur til egna vælferð sýnast sum ein dropi í havinum. Jú, tað eru menn!!! 23.08.91 Jóanes N. Dalsgaard einkarrætturin var avtik- in, so vildi hetta verið nógv betur fyri meg sum tryggingarmann, men um hetta vildi verið betri fyri fólk og land, tað seti eg eitt stórt spurnartekin við. Til síðst eini ráð til greinskrivaran og onnur. Tá nú tygum og onnur hava áhuga fyri trygging, gerið so væl at seta tygum inn í steðuna hjá báðum pertum, áðrenn skrivað verður. Vinarliga Árni Rein, stjóri Feroya Vanlukkutrygging s/f opin mánadag » miku- Avloysarastarv Eitt starv sum avloysari — fyribils i eitt år — i avgreiðsluni í Landsskúlafyrisit- ingini er leyst at søkja til setanar frá 15. september 1991. Arbeiðið fatar um telefonavgreiðslu og annað fyrifallandi arbeiði í skrivstovuni. Fyri tann rætta er hetta eitt starv við fjølbroyttum uppgávum á einum stovni í stødugari menning og góðum arbeiðs- umhvørvi. Starvid verdur lønt sambært såttmåla millum Føroya Landsstyri og Starvs- mannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi 0.9. skal vera Landsskúlafyrisitingini, Post- rúm 379, Falkavegi 9, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. sep- tember 1991. Tórshavn tann 23. august 1991 Landsskúlafyrisitingin