Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða8 | Jørgen Thomsen, ting- madur: -Javnadar- og fólkaflokssamgongan tann frægasta og einasta møguliga, sum kundi fáast burtur úr eftir síðsta val Tað er at kalla langt síð- ani, at vit hava havt eina legmansreðu til viðgerðar her á tingi. Legmansreðuna fyri árið 1990, sum Jógvan Sundstein, ið tá var løg- maður, legði fyri tingið, fingu vit ikki loyvi at við- gera. Grundirnar fyri, at tann viðgerðin varð av ongum, mundi vera hon, at trí- flokkaða samgongan ímill- um Tjóðveldið, Samband- ið og Fólkaflokkin var far- in at dragna í seymingini og tær politisku barierur- nar gjørdust størri og víð- ari fyri hvønn dag, sum rann. So Ogjørligt var at halda hesum samgongu- knørri flótandi longur. Ein av samgonguflokk- unum — nevniliga Tjóð- veldisflokkurin, legði tí uppskot fram á ting — við áheitan á legmann um at útskriva nýval — sum vit eisini fingu hin 17. no- vember í fjer. Tá vóru umleið 2 ár lið- in, síðan val hevði verið. Hesi bæði árini hevdu vit havt tvinnar samgong- ur — sum er grefligt tekin um ótrygg politisk viður- skifti — sera ótrygg polit- isk viðurskifti. Hetta var tí eitt val í tíðindablaðið að ótíð — Javnaðarflokkurin var, so sum øll vita, við í hvergari av hesum sam- gongunum. Valið hin 17. nov. í fjør broytti politiska býtið so mikið, at nú bar til at fáa ein meiriluta bert við tveimum flokkum, tí at Javnaðar- og Fólkaflokk- urin fingu ávikavist 10 og 7 tingsessir. Javnaðarflokkurin átti sostatt ábyrgdina — fyrst — at royna hverjir sam- gongumeguleikar, ið funn- ust. Javnadarflokkurin á- sannaði, at hóast politisk- ar ósemjur, so mátti enda- Jórgen Thomsen, tingmaður: -Máttloysið má Ikki sleppa at køva bragdarhug málið vera at royna at finna eina samgongu, har ið frægasti meguleiki var fyri at skapa tryggari viðurskifti í tí politiska, dagliga arbeiðinum í hes- um samfelag. Tey politisku viðurskift- ini høvdu verið sera ótrygg alt ov leingi, tí varð roynt sum frægast at ætla um hvussu og við hverjari politiskari samanseting, ið hetta fekst frægari. Tí eitt stendur í øllum føri rimm- arfast, at fyrsta treytin fyri at landsstyri og løg- ting virka, er at tað er so nøkunlunda fridarligt innanhysis i samgonguni. Tað kann ikki nógv få- ast av skafti, tá ið kreftir- narskulu nýtast tilat loysa politiskar kreppur alla somlu tíðina og enn verri um so er, at roynt verður at skaffa politiskar spenn- ingar í samgonguni. Tí tykir mær, at tað var rætt av Tjóðveldinum at leggja fram uppskot um val tá. Eftir drúgvar samráð- ingar varð so bæði av Javnaðar- og Fólkaflokk- inum hildið, at hesir kundu semjast um at reka »praktiskan« politikk, meðan so hinir mest 5 grundleggjandi spurning- arnir, ið annars skilja flokkarnar, máttu leggj- ast til síðis. Tað eigur at sigast, at samráðingar vóru eisini aðrar vegir, men tað kom ongantíð til veruligar ella til realitetssamrådingar, sum tað eisini verður rópt. Stutt sagt, harra for- maður, so sýnist hetta, í ollum førum eftir okkara tykki, at vera frægasta fyri ikki at siga tað ein- asta, ið kundi fáast burtur úr aftan á valið. Samgonguskjalið vísir, at hesir flokkar eru samd- ir um at fremja fleiri stór- mál í hesum valskeiði. Eg veit, at tað, ið mest verður tosað um í hesum degum, er fíggjarpolitikk- ur, búskaparspurningar og um hvussu vit frægast koma yvir teir búskapar- trupulleikar, sum hetta samfelag hevur at dragast við júst nú. Samgonguskjalið er eis- ini mest merkt av tí stød- uni og tað er henda leg- mansreðan við. Hetta eru eisini ómeta- liga átrokandi spurningar, sum allir flokkar á tingi uttan iva vilja vera við at loysa sum frægast. Ósemja er sjálvandi um Nr. 156 — 28. august 1991 hvussu ella á hvenn hátt, ið tað eigur at gerast. Men samgongan er tvingað til at semjast um ein politikk og tað vóni eg fer at eydnast. Men tað er eisini eyð- sæð, at í slíkum tíðum lúra vandar, sum kunnu føra til, at vit stara og stara til vit at enda gerast snævurskygd og svart- skygd. Búskapar skrímslið gerst so ógvisligt, at alt annað hvervur fyri okkum og máttloysið køvir ollum bragdarhugi. Tað man vera tað, sum er mest drepandi, tá ið bragdarhugurin ella fram- takshugurin fer. Tað verð- ur soleiðis tikið til í kvæð- inum: »Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugi forda«. Tað eru onnur virði, ið vit eiga at berjast fyri, har ið tað ikki júst snýr seg um pening, men um sjálvsegd rættini, ið vit — um vit skulu gerast sjálvbjargin tjóð, skulu hava og eiga. Politikkur er uttan iva eisini soleiðis, at tað má arbeiðast á ellum økjum samstundis. Hóast tað verður arbeitt dúgliga og meira enn tað fyri at loysa búskapartrupulleikarnar, sum er stersta vandamál- ið í dag. So kunnu ikki allir aðrir týðandi spurningar leggj- ast í handragið fyri tað. Spurningar, sum hava grundleggjandi týdning fyri hetta samfelag í fram- tíðini eiga vit at virka fyri samstundis. Tað er eyð- sæð.