mikudagur 28. august 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 28. august 1991
Sannleiki ella
hevnisøka?
Var tað ein hevnisøkin ella bert ein lóglýðin
borgari, ið meldaði annan fyri at koyra ólógliga?
Føroya Rættur dømdi
fyrr í år ein mann at sita
í sjey dagar, tí hann
hevði koyrt bil, hóast
hann hevði mist koyri-
kortið. Ákæran og dóm-
urin vóru grundað á eina
vitnisfrágreiðing, ið
skuldi vera so eftirfar-
andi, at tann ákærdi, ið
ikki hevði advokat í
Føroya Rætti, ikki slapp
at føra vitni at verja seg.
Koyrdi uttan kort
Talan var um koyring av
laksi frá bryggju til
sláturhús. Fastur bilfør-
ari koyrdi lastbilin fyri
fyritøkuna, men á bryggj-
uni hevði eitt vitni sæð
arbeiðsformannin koyra
bilin. Hetta undraði
vitnið, tí hann visti, at
viðkomandi hevði mist
koyrikortið, og tí koyrdi
hann nærri og Spurdi
eisini ein annan á bryggj-
uni um tað íkki var
ákærdi. Hesin hevði vátt-
að, men lagt aftrat, at
talan var jú um koyring á
kai-øki.
f landsrættinum fekk
tann åkærdi loyvi til at
føra vitni. Annað av
vitnum hansara var mað-
urin, ið hevði koyrt last-
bilin í sambandi við ar-
beiðið. Fútafulltrúin
upplýsti í rættinum, at
lastbilførarin hevði fing-
ið bót ålagda fyri at hava
koyrt lastbilin, tí hann
hevði ikki stóra koyri-
kortið.
Hví skuldi eg tað?
- Har De betalt denne
bøde, hr., vildi dómarin
vita.
Lastbilførarin svaraði,
at tað hevði hann ikki, og
tískil vildi dómarin vita
hví.
- Hví skal eg gjalda
bót fyri at hava koyrt
bilin, um so verður, at
hann verður dømdur fyri
at hava koyrt, svaraði
vitnið og kveitti yvir á
ákærda.
Vitnið greiddi annars
frá, at hann hevði koyrt
bilin allan tann dagin, og
vitnaði, at hann heldur
ikki hevði sæð ákærda
koyra lastbilin. Sama
gjørdi eitt annað vitni, ið
hevði arbeitt á bryggjuni
við at blóðga laks, men
hann kundi ikki vita, um
ákærði og fasti bilfgrarin
høvdu skift um, tá teir
fóru afturundir. Vitnini
søgdu bæði, at hevði tað
hent, at ákærdi var farin
við bilinum, so høvdu
teir varnast tað og eisini
stúrsað, tí teir vistu, at
hann hevði mist kortið.
Útistandandi
Advokaturin hjá ákærda
vildi hava hann fríkend-
an, tí persónurin, sum
hevði meldað, hevði eitt
útistandandi við ákærda.
Hesin greiddi frá, at
tann, ið skuldi hava sæð
seg koyrt, áður hevði
verið í arbeiðið hjá sær,
men ein dagin hevði hann
havt at vitninum, tí hann
ikki arbeiddi sum hann
átti; hetta var hin vorðin
firtin yvir og hevði gst
seg upp. Arbeiðsformað-
urin hevði tá sagt við
hann, at hann tímdi ikki
at leggja oyru til slíkt,
og vildi hann ikki ar-
beiða, sum hann varð
biðin, so kundi hann fara.
Vitnið tók tá jolluna og
róði til lands, og hevði
tvær ferðir eftirsíðan
tveitt hornið á, tá ákærdi
hevði ringt fyri at slætta
sjógv.
Vitnið, sum hevði
meldað, var ikki mett til
rættarfundin, helst tí
hann var til skips, og
ákærin nýtti tí vitnis-
fråsøgnina í Føroya
Rætti sum grundarlag.
Timar å muni
Í politifråsøgnini stóð, at
løgreglan hevdi samband
við åkærda klokkan
10.50. Tí legði rætturin
serliga stóran dent á
sannleiksvirðið í vitn-
isfrágreiðingina hjá gør-
um av vitnunum hjá á-
kærda. Hesin vitnaði, at
løgreglan hevði spurt
eftir ákærda klokkan
13.30!!
- Hvussu kanst tú
minnast, at klokkan var
so nógy, tá so long tíð er
fráliðin? (hendingin fór
fram í februar, blm.)
Vitnið: - Eg veit at eg
heyði etið døgurda, og
fór síðani at koyra fóður
saman við bilføranum,
sum avheintadi meg. Að-
renn settu vit arbeids-
formannin, sum bilfør-
arin eisini hevdi avheint-
að, av við sláturhúsinum,
segði vitnið og helt fram:
- Tað tekur umleið
hálvan tíma at avgreiða
fóðrið og vit vóru beint
lidnir, tá løgreglan kom
og spurdi eftir ákærda.
Hetta samsvaraði við
tað, sum ákærdi og hitt
vitnið greiddu frá.
Í so samsvarandi
Advokaturin hjá ákærda
vildi hava ákærda frí-
dømdan. Hann legði dent
á, at umframt at tann, ið
hevði meldað, hevði eitt
horn í síðuni á ákærda, so
samsvaraðu tær tríggjar
frágreiðingarnar so væl,
at tað kundi útilokast, at
tíðarfestingin 10.50 hjá
løgregluni og ákæruvald-
inum var i samsvari vid
sannleikan.
Akærin legdi dent å, at
frågreidingin hjå høvuds-
vitninum var sera greið
og sannførandi, og hartil
kundu frágreiðingarnar
hjá mótpartinum ikki
útiloka, at ákærdi hevði
koyrt. Hartil helt hann,
at frágreiðingarnar hjá
mótpartinum samsvaraðu
so væl, at hann vildi
hava at vita, um teir
høvdu tosað um rættar-
málið á veg í rættin...
Dómur verður sagdur í
Keypmannahavn 3. sept-
ember. ,
6wh
Síða 7
Pensionistarnir
Aftur i veitslu
f fjør hildu pension-
istarnir rimmar veitslu í
Kambsdali, har 500 fólk
vóru komin saman.
Stendur tað tl stigtakar-
arnar, skulu pension-
istarnir aftur í veitslu
leygardagin 21. septemb-
er; hesa ferð verður hon í
Leiðarar
hittast
Leygardagin verður leið-
arastevnan hjá KFUM;
hetta er stevna fyri allar
leiðarar og bólkaráðs-
limir. Stevnan, ið byrjar
klokkan 14 og endar
klokkan 21 verður í
Kirkju- og missiónshús-
inum á Argjum.
Tað er neyðugt at
tekna seg fyri luttgku til
stevnuna, ið kostar 80
krónur. Tey, ið ætla sær
at vera við, kunnu tekna
seg á telefon 1 10 75 ella
17717.
itréttarhøllini i Runa-
vik. Veitslan verður
frá klokkan 16.00 til
24.00, og borðreitt verð-
ur við súoan, steiktum
kjøti, kaffi við omanå.
Lokalfeløgini fara í
komandi døgum at kunna
-
limir sinar greiniligari
um veitsluna og út-
flyggja girokort; giro-
kortini, ið skulu vera
goldin innan 2. sept-
ember, eru síðani at-
gongumerki til veitsl-
una.