Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 156 — 28. august 1991 Marita Petersen um >24 talið< Ongar reglur eru - Vit noyðast at húsast sum frægast, meðan arbeitt verður við at finna eina var- andi loysn á hølistrupulleikunum, sigur landsstýriskonan í skúlamálum Summarhiis å bygd til leigu Standa i sera barna- vinarligum umhvørvi Ringið tlf. 11280 ella tlf. 56111 Hóast Marita Petersen, landsstýriskona í skúla- málum, í gjár óivað visti, hvat er sett av á fløguætlanini til HF- og studentaskúlabygging, var hon ikki meira tíð- indafróð enn hon hevur verið síðstu vikuna. Endurskoða upptøkur Tad kemur fram til sina tid, sigur landsstyr- iskonan og sipar til fíggjarlógaruppskotið fyri 1992, sum eftir ætl- an verður lagt fram fríggjadagin. Tað hevur higartil ver- ið vanlig mannagongd, at øll tey, sum lika treyt- irnar fyri at sleppa inn á HF- og studentaskúl- arnar, verða tikin upp. Men Marita Petersen heldur, at rættast hevði verið at hugt eftir upp- tøkutreytunum og mannagongdini i sam- bandi vid upptøku. Fleiri tilbod bøta um Sosialurin: - Vil tad siga, at gangast skal burtur frå grundsjónar- miðnum, at fólk fáa ta útbúgving, tey ynskja? Marita Petersen: - Nei, men talan er eisini um eina meting av umsøkj- arunum, so upptóku- treytirnar kunnu vera rættiliga lidiligar, hóast tær eru tær somu papp- írinum, sigur Marita Petersen. Landsstýriskonan í Lesnaður "til alla familjuna skúlamálum heldur, at trupulleikin á HF- og studentaskúlunum verður loystur fyri stóran part verður loystur, tá fleiri útbúgvingartilboð vera til tey ungu, tí tað vildi avlasta HF- og stud- entaskúlarnar. Marita Petersen sigur, at hon als ikki lítismetir teir trupulleikar, HF- og studentaskúlalærararnir vísa á, tí hølisumstødur teirra yvirhøvir eru vána- ligar, - burtursæð frá í Hoydølum eru undirvís- ingarhølini sera smá; í summum fórum eru 24 næmingar kanska eitt ov stórt tal til, at nóg góð undirvísing kann gevast. Einki skrivað - Hinvegin hava vit einki skrivað, sum ásetur, at flokkar skulu býtast, tá talið fer upp um 24, og tá er vanligt at líta at viðurskiftunum í Dan- mark, og har er talið 28, vísir Marita Petersen á. - Men tað er eingin ivi um, at arbeidsumstød- urnar eru verri enn tær hava verið, men vit mugu royna at húsast sum frægast, meðan ein var- andi loysn verður funnin, sigur Marita Petersen. Yrkisfelag fyri HF- og studentaskúlalærarar ynskti í síðstu viku at koma á tal við lands- stýrið í málinum. Í gjár hevði framvegis einki samband verið millum partarnar. ówh 40 ára starvstið i sama arbeiði Tann 20. aug. í ár vóru 40 ár liðin síðani Erling Mýrá (áður Jacobsen) á fyrsta sinni byrjaði at ar- beiða í Renovatiónini hjá Havnar kommunu. Tað mundið hevði pápi hansara, Peter Jacobsen, ar- beiðið. Erlingur hevur tá verið um 18 ára aldur. Nógv man vera broytt í Havn síðani tá. Ikki minst við bygnaði, og sum vera man eisini lenar- liga. Men tað minsta, ið er broytt, er vælsaktans arbeiðsbyrðan hjá tí arbeiðandi (ella slitmannin- um). Gott nok vóru tå ílet við øllum, ið var bleytari enn grót, til at lyfta og bera, langt frå ti, at alt mundi vera so tespiligt at handfara. Allar hesar broytingar hevur Erling rokkið. Í Tólvjavningun- um sigst, at Rólant livdi longst av teimum, so kann sigast eisini um teg, Erling. Tó so, í hesum fori ikki mált í livitíð, men heldur í langari tæn- astutíð. Stóran part av tíðin hevur tú koyrt last- bil, so heldur ikki her var ein kjansur at slappa av undir flyting frá stað til stað. Tað kann sigast um Erling, at hann hevur verið ein dúgligur og álít- andi og áhaldandi arbeiðsmaður. Tí tungt er tað, og hevur tað verið. Alla tíðina at skula lyfta posar igjøgnum dagin upp í høgar lastbilar, og enntá laga teir upp fyri at fáa meira í lastina. Í dag síggi eg, at her í Suðuroy er eitt nýtt, bet- ur hóskandi slag av bili til áðurnevnda arbeiði. Her er alt við at lyfta burtur, tað er nærmast til at kasta posan niður í eitt rúm, og so verður alt kroyst saman og lyft upp í rúgvu, og sum eyðvit- að undir taki. Í míni verð er tað langt frá, at alt, ið er gott, er komið úr Havnini. Har hava teir uppfunnið eitt teir rópa »Sparikniv«. Tað dugir bert til at skera burtur av peningi hjá teimum, ið hava tað tyngsta arbeiðið. So er alt sagt um hatta. Teir hava eisini brennisteð í Havn, at brenna rusk og annað burturkast. Nú er tað eisini ein loysn at siga upp hann ella teir, ið hava havt renovatiónina um hendi. Her skal alt koma í betri lag viðvíkjandi ruski. Nú skal vend koma í. Tí tað, sum áður hevur vent upp, skal nú fáast til at venda niður. Helst eisini undirskot skal býtast um við yvirskot. Eg ætli mær ikki at umreða hvenn einstakan mann, ið hevur sítt arbeiði við renovatiónina í Havn. Men eg havi júst í innganginum av hesum skrivað, sagt frá einum manni, ið hevur arbeitt í 40 ár við sama arbeiðspláss í Havn. Hann eins og teir allir, ið hava arbeitt har, ar- beiðstakarin við, hava fingið stólin settan fyri hurðina. Gerið so væl og komið ikki aftur til ar- beiðis eftir 15. sept. Er hetta eisini mentan ímillum fólk, ið skulu vera mentafólk? Er hetta ikki at provokera fólk til at brúka somu amboð eins og eystureuropearar (Sovjet) av og á hava nýtt innanlands. Erling! Eg vóni, at tú og tit fáa eitthvert at gera frá Býráðnum. Annars verður hatta sum at fáa gråin tøkk. Livst so spyrst. Vágur tann 25/8-91 Hentzar Joensen Kunngerð Frá 1. september 1991 verða oll vanlig telegramm til Danmarkar útflýggjað gerandisdagar við postinum. Telegramm, ið skulu útflýggjast ávísan dag, mugu vera okkum í hendi seinast klokkan 18.00 dagin fyri. Sunnu- og halgidagar verður eingin postur út- flýggjaður. Telefonverk Føroya Løgtings