Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 156 — 28. august 1991 RD orsøkum, at tað var skila- gott at normera medisinsk- ar yvirlæknar við Klaks- víkar- og Suðuroyar Sjúk- rahús. Hinvegin varð rátt til, at medisinskar sergrein- ir vóru savnaðar á Lands- sjúkrahúsinum, og tað akutta og minni sergrein- iliga framvegis skuldi vera á teimum smærru sjúkra- húsunum. Hetta skuldi tó fara fram undir ábyrgd av einum kirurgiskum yvir- lækna, sum hevði eina víðkaða konsulenttænastu við Landssjúkrahúsið. Tridji yvirlæknin skal setast Jóannes Eidesgaard sig- ur, at hann er sannførdur um, at tad, sum Suduroyar Sjúkrahús hevur fyri neyðini, er at fáa tann triðja normeraða yvirlækn- an innan almenna kirurgi settan, og at trygd fæst frá myndugleikunum - lands- stýrinum og sjúkrahús- stjóranum - at ein útbygd konsulenttænasta innan røntgen, narkosu og medi- sin er fult tryggjað alt árið. Um narkosuyvirlæknan heldur landsstýrismaðurin, at nú hava tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi operera í meira enn 40 ár, og hesa tíðina hava narkosusjúkrasystrar staðið fyri narkosuni. Hóast ábendingina um narkosuyvirlæknan heldur hann tað má bera til, at áleggja einum av narkosu- yvirlæknunum á Lands- sjúkrahúsinum at hava m.a. Suðuroynna sum sítt ábyrgdargki, og við eini turnusskipan kann hava narkosuyvirlækna til staðar við allar planlagdar skurð- viðgerðir. Landsstýrismaðurin heldur tað møguliga vera eina gongda leið at yvir- lækni verður normeraður vid Sjúkrahúsverk Føroya, men vid tænastustadi i Suduroynni, men so må hesin eisini kunna åtaka sær arbeidi å hinum bådum sjúkrahúsunum. Seta gynokolog Landssjúkrahúsið hevur áður skotið upp, at seks yvirlæknar verða settir aftrat. Jóannes Eidesgaard heldur ikki at hetta fer at bera til her og nú av fíggj- arligum orsøkum, men heldur at seta ein yvir- lækna í gynokologi í fyrstu syftu, soleiðis at Lands- sjúkrahúsið kann standa fyri eini trískiftis vatktar- skipan í gynokologi, sum so eisini kann koma hinum báðum sjúkrahúsunum til hjálpar. Helst ikki sjúkrahúslækna- skipan Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eisini sagt frá sínum tørvi. Í síni umsókn verð- ur søkt um at fáa tey fýra hjålparlæknastørvini, sum eru normerað við Klaks- víkar Sjúkrahús, konver- terað til ein serlækna í almennari kirurgi og tríggjar sjúkrahúslæknar. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at flestu fólk, hann hevur verið í sambandi við, hava mælt honum frá at vit fara yvir til eina sjúkrahúslæknaskipan í Føroyum. Hendan skipan er slept alla aðrastaðni. Hann heldur tað vera óheppið, at sjúkrahúsið í Klaksvík hevur aðra vaktarskipan enn hana, sum t.d. er við Suðuroyar Sjúkrahús. Men landsstýrismaðurin heldur tað vera beint at seta ein serlækna aftrat í almennari kirurgi. Er tað so, at læknarnir við sjúkrahúsið í Klaksvík halda seg vera ovbyrjaðar heldur landsstýrismaðurin tað vera skilagott at taka spurningin upp um komm- unulæknatænastuna har. Kanska við at seta ein aftrat, soleiðis at kommu- nulæknarnir, eins og í Surðuroy, fáa møguleika til at fara inn á sjúkrahúsið og viðgera sjúklingar á skaðastovum í tann mun, teir síggja seg førar fyri tí. Jóannes Eidesgaard hevur kortini ikki heilt slept tankanum við sjúkrahús- læknaskipanini, sum nú verður kannað nærri. tór.- nýggja arhe tíðindablaðið fyri sjúkrahúsverkið Stýrini fyri Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús hava ongantíð góðtikið partar av verandi arbeiðsætlan, og hon er tí ónýtilig, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í sjúkrahúsmálum, sum nú arbeiðir við at gera eina n sjúkrahúsverkið Arbeiðsætlanin fyri sjúkra- húsverkið, sum varð gjørd í fjør vár, elvdi ikki til sørt av øsing tá hon kom fram, og í fleiri fórum kundu stýrini, serliga við sjúkra- húsini í Klaksvík og á Tvøroyri, ikki taka undir við henni. Landsstýrið fer tí at gera eina nýggja arbeiðsætlan, sum gll kunnu taka undir við í høvudsheitum. -Ein arbeiðsætlan, sum ikki verður góðkend av teimum, sum skulu nýta hana, er ein sera vánalig arbeiðsætlan. Tí fara vit í heyst undir at gera eina nýggja ætlan í neyvum samstarvi við stýrið og fakbólkar, soleiðis at tað ber til at fáa eina ætlan, sum kann vera eitt gott amboð hjá øllum teimum, sum skulu brúka hana, sígur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í sjúkra- húsmálum. Hann sigur, at tað var serliga hir. sokall- aða visitatiónsnevndin, sum elvdi til øsing. Lands- stýrismaðurin heldur eina tilika visitatiónsnevnd ikki vera neyðuga so leingi vit hava eitt vælvirkandi sam- starv, sum byggir á álit, millum sjúkrahúsini. Ráðgeving Jóannes Eidesgaard held- ur, at eitthvørt eigur eisini at verða broytt hvat ráðgevingini til sjúkrahús- stjóran og sjúkrahússtjórn- ina viðvíkur. Hann sigur, at tað eru fleiri fakbólkar innan sjúkrahúsini, sum halda seg ikki hava møguleikar at koma til orða. Millum annað rgktarfakbólkurin 0.0. sum er ein munandi stórri bólkur enn læknafak- bólkurin, hevur ikki at- gongd at ráðgeva sjúkra- hússtjóranum. Landsstýris- maðurin sigur, at hann f eisini fer at taka hendan spurningin upp í nýggju £ arbeiðsætlanini. Í Sterri eftirlit við privatari praksis Skipanin við privatari ýggja arbeiðsætlan fyri praksis hjá yvirlæknum á sjúkrahúsunum hevur elvt til eitt sindur av misnøgd millum starvsbólkar og kanska sjúkrahús eisini. Tí fer landsstýrið at heita á sjúkrahússtjóran um at gera greiðari reglur við- víkjandi privatari praksis á sjúkrahúsum, sigur Jóann- es Eidesgaard men leggur aftrat, at hetta skal ikki skiljast soleiðis, at hann vil skerja hesa privatu praksis, tí hon hevur eisini sínar fyrimnir. Millum annað lættir hon um trýstið á verandi sjúkrahúsverk. Hann heldur, at tað fer at bera til at halda privatu praksis atskildað frá van- liga sjúkrahúsarbeiðinum, soleiðis at hon ikki elvir til óneyðuga misnøgd. tór.-