Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

IR tie Ed s0Sialurin Nr. 156 — 28. august 1997 Eitt gott sjukrahus- verk hóast sparingar -men treytin er, at øll sjúkrahúsini, eins og fakbólkar, mugu arbeiða saman, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í sjúkrahúsmálum Spurningurin um hvussu vit fáa eitt so gott sjúkra- húsverk sum gjørligt, samstundis sum sparingar á øllum økjum mugu ger- ast, er eina av høvudsar- beiðssetningunum hjá Jó- annesi Eidesgaard, lands- stýrismanni í sjúkrahús- málum. -Tað kann kennast møtu- mikið at finna loysnir, soleiðis at sjúkrahúsverkið kann virka enn betri í hesum tíðum, nú búskap- arstødan ikki er tann besta, men tað er min sannføring, at sparingarnar í mongum førum hava fingi okkum at hugsa meira rationelt og skilagott, eins og at vit nú troyta møguleikar, sum áður vóru kanska heilt óhugsandi. Hetta sigur Jóannes Ei- desgaard, landsstýrismaður eftir at hann hevur havt fleiri fundir við sjúkrahús- stjórn eins og stýrini fyri tey trý sjúkrahúsini. Hetta millum annað í samband við hvussu fíggjarlógin, hvat sjúkrahúsunum við- víkur, skal síggja út. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at sparingarnar hava millum annað ført við sær, at trýstið á primeru heilsu- tænastuna - heilsu- og heimasjúkrasystrar, heima- hjálparar og kommunu- læknar, er økt munandi, og í løtuni kannar landsstýrið, hvussu hendan primera tænastan verður samskipað betri og bíligari. Viðgerðin á sjúkrahúsun- um er eisini broytt. Inn- leggingartíðin er nú stytri, og meira verður gjørt av ambulantum kanningum og viðgerðum. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at landsstýrið ásannar, at afturhaldni í útreiðslum má halda fram, men skal hetta vera gjørligt er neyðugt, at samarbeitt verður allastaðni har sam- arbeiðast kann. Millum fakbólkar, deildir, sjúkra- hús og primera partin. Hann heldur, at treytin fyri framhaldandi sparingum er, at betri umstødur og betri stundir eru at viðgera tær saman við fakbólkum í verkinum. Landsstýrismaðurin heldur, at hóast sjúkrahús- verkið sambært sjúkrahús- lógina er spjatt, má tað kortini virka sum ein eind. Hann vísir her til brotið úr løgmansrøduni har sagt verður, at tað ber til at síggja materiella og manningarliga tilfeingið í sjúkrahúsverkinum sum eina eind, ti samferðslu- møguleikarnir í landinum eru so góðir. Fortreytirnar eru tó, at starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum í fórum kunnu gera tænastu á øllum trimum sjúkahús- unum. Landsstýrismaðurin á- sannar, at sjúkrahús- politikkur er eitt sera við- kvæmt evni, og mangan fer tjakið út um tað rímiliga og viðkomandi. Hann harmast um, at í mongum førum hevur verið talan um ósunna kapping millum sjúkra- húsini. Hendan kapping hevur ikki elvt til stórri samstarv. Hann heldur tað tí vera hansara fremstu uppgávu, at skapa for- treytir fyri, at tað samskifti og samarbeiði, sum neyðugt er fyri at fáa eitt vælvirkandi sjúkrahús í Føroyum, eru til staðar. Og skal hetta eydnast mugu allir avarandi myndugleikar vera sinnaðir fyri einum tílíkum samstarvi, heldur landsstýrismaðurin. tór.- Nýggja skipanin má ikki skaða smærru sjúkrahúsini -Tað er beint at seta yvirlæknar fyri 1. hjálpar- læknar, men samstundis eiga vit at tryggja sjúkrahúslógina, sum krevur, at ein medisinskur yvirlækni skal vera vid sjúkrahúsið. eina leiðbeining, sum heilsustýrið hevur sent út, har mælt verður til, at sjúklingar ikki verða Rådleggingarnevndin, sum í 1980 kom við einum áliti, metti eisini av bú- skaparligum og fakligum smærru sjúkrahúsunum støduga læknamanning, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður Konverteringin - nýggja skipanin at seta yvirlæknar fyri 1. hjálparlæknar - hevur fingið drúgva um- réðu í longri tid, men nú verður skipanin sett í verk. Seinasta landsstýrið sam- tykti nýggju skipanina, og tað hevur eisini hetta landsstýrið gjørt. Seinri kom ynski frá fíggjar- nevndini um at fáa spur- ningin til viðgerðar, og nú hevur so samgongan aftur vidgjørt sama spurning. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í sjúkra- húsmálum sigur, at orsøkin til, at eisini hendan sam- gongan tók spurningin um sokallaðu konverteringina uppaftur er, at stýrini fyri tey bæði smærru sjúkra- húsini óttaðust fyri, at skipanin fór at ganga út yvir læknamanningina har. Millum annað av teirri or- sek, at læknar frá teimum smærru sjukrahúsunum eru millum umsøkjararnar til tey konverteradu størvini á Landssjúkrahúsinum. Hinvegin ivast lands- styrismadurin ikki i, at konverteringin er røtt at gera, samstundis sum landsstyrid eigur at tyggja teimum smærru sjúkrahús- unum støduga læknamann- ing. -Tí hevur landsstýrið ynskt at gera eina meting av læknatørvinum innan tað samlaða sjúkrahús- verkið, áðrenn nýggja skipanin verður sett í verk, sigur Jóannes Eidesgaard. Læknatervurin Læknatørvurin er gjørdur upp vid teirri fortreyt, at ein kirurgisk vaktarskipan er við øll sjúkrahúsini. Styrid fyri Suduroyar Sjúkrahús er samt um, at tórvurin á nýnormeringini har, verður ein serlækni í medisini og ein serlækni innan narkosu. Viðvíkjandi medisinska yvirlæknanum verður ført fram, og har verður víst til Viðvíkjandi narkosuyvir- læknanum verður víst til doyvdir, uttan ein serlækni í narkosu er til staðar. ÞIÐ