Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. august 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 156 — 28. august 1991 Trupult at fáa lønina Tad verdur alt truplari hjá fólki at fáa sina løn fyri tað arbeiði tey hava gjørt. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hesin trupul- leiki gerst alt stórri. Fleiri og fleiri limir venda sær til felagið og kæra sína neyð tí tey fáa ikki lønina útgoldna. Trupulleikin er so stórur, at Føroya Arbeidarafelag fer å fundi i dag at gera av hvat skal gerast vid teir arbeidstakarar, sum ikki rinda fólki løn. Ein møguleiki er at krevja viðkomandi ar- beiðspláss á tvang, sigur hon. Talan er í ávísum fórum um nógvar pengar. Onkur limur, sum hevur vent sær til felagið hevur sagt frá, at arbeiðstakari sín skyldar honum nærum 30.000 krónur. Ingeborg Vinther leggur aftrat, at tað er ikki altíð peninganeyð sum ger, at arbeiðs- takari ikki rindar fólki løn. Tað er meira enn so komið fyri, at eftir at arbeiðarafelagið hevur hótt við tiltøk- um, verður lánin gold- in beinanvegin. Tað er eisini trupul- leiki at fáa fleiri av arbeiðstakarunum at rinda lívstryggingar- gjaldið saman við lønini. Hetta er eitt prosent av útgoldnari løn. -Men hetta at krevja ein arbeidstakara å tvang er sjålvandi ikki nakad vit gera uttan so, at allar aðrar royndir miseydnast at fáa pengarnar, tí frammanundan er ar- beiðsloysið stórt, sigur Ingeborg Vinther og nevnir sum dømi, at tey á Aarbeiðarafelag- num søktu eftir skriv- stovufólki. Umsóknir koma inn hvgnn dag, og í løtuni hava tey fingið fleiri enn 60. tór.- Síða 3 Hotellini eru kreditt- eløgunum dýr BRF hevur higartil mist 72 milliónir bert av einum hotelli. Donsk hotellfólk finnast at kredittfelógunum, sum halda fram at reka hotellini, hóast tey geva stórt hall Í blaðnum í gjár segði ein deildarleiðari hjá Kreditt- foreiningini Danmark, sum kravdi Hotel Borg á tvang, at fekk kredittforeiningin ikki sín part av pengunum aftur við tvangsøluni, fór kredittforeiningin at reka åf Ib Christensen Der må være langt mellem underne på det tre år gamle prestigebetonede otel me í Sender- borg at demme efter hotel- hotellið fyribils til annar keypari var funnin. Kredittfelagið hevur stív- liga 30 milliónir í klemmu á Borg og ivasamt er, um nakar fer so langt upp við sínum boði. Ti er ikki óhugsandi, at eitt danskt formál, men foreløbig skrin lagt planerne. Salgbart Istedet har BRF hyret tid- ligere Scandic-direktør Jens kredittfelag nú eisini fer at eiga hotell í Føroyum, sum teir eiga eina rúgvu av í Danmark Børsen skrivar í gjár, at eitt annað kredittfelag, BRF, eftir trimum árum hevur mist 72 milliónir, hverken dumpe priserne el- ler forære hotellet bort, SI- ger Ole B. Knudsen. Ejen- domsvurderingen for in bert av einum einstókum hotelli í Sønderborg. Hetta hotell er ikki meira enn trý ára gamalt. Hallið í fjør var 27 milliónir. Nú ger kredittfelagið alt fyri at bøta um raksturin, so tað ber til at sleppa av við hotellið aftur. Hotell vinnan í Danmark er í stórum trupulleikum. Stjórin fyri hotelleigarar- nar, Mogens Bayer sigur vid Børsen, at um hann fekk hotellid i Sønderborg fyri einki hevdi hann ivast í um hann tók av. Har krevst gandur, skal hotellið klåra seg, sigur hann. Mogens Bayer sigur, at alt ov mong hotell eru i Danmark hóast 222 fóru av knéranum i fjør. Trupulleikan heldur hann vera, at tey hotell, sum fara av knóranum, reka kredittfeløgini víðari, og seta onnur hotell í eina alt annað enn vanliga kapp- ingarstødu, ti krediufeløg- ini skulu jå ikki liva av hotellunum, sum hann tekur til. tór.- James aftur til Íslands Friggjakvøldid klokkan tíggju fer James Blues Band á konsert í Gunda- dalshøllini, at siga áhoyrar- um sínum farvæl á hesum sinni, tí nú fer James, saman við sínum tónleika- vinum, aftur til Íslands á tónleikaskúla. Á konsertini fríggja- kvøldid fara vit at hoyra James Olsen, Rógva á Rógvi, Leiv Thomsen, Finn Hansen, Magnus Johannesen og Kolbein Simonsen. James letur væl at teirri móttgku orkestur teirra hevur fingið í Íslandi, har teir hava verið í eitt ár og nomið sær útbúgving innan tónleik. Teimum stendur eisini í boði ein túr til Danmarkar at spæla. Har er millum annað ætlanin at spæla inn eitt videolag. tór.- Húsaófriður hvert vikuskifti Tað er næstan ikki vikuskifti, at politiiið ikki verdur bodsent i samband við húsaó- frið. Og hetta tykist bert at vinda uppá seg. Sum oftast er hetta tá fólk hava fingið ov nógv upp í høvdid, og tey tá ikki rættiliga hava tamarhald á sær sjálvum. I fyrsta lagi roynir politiið í tílíkum fórum at tosa fólkini til rættis so óneyðugt er hjá politinum at koma upp í millum, men tað eydnast ikki altíð. Tá er neyðugt at fara á staðið, og taka annan partin við á stødina so hann ella hon kann sova rúsin út, og vónandi vit og skil inn. Í so máta var seinasta vikuskifti hjá politinum í Havn einki undantak. Klúgva í kirkjutorninum Arbeiðspallurin um Vesturkirkjuna hevur verið karmur um roys- nisbrøgd hjá fullum fólki í longri tíð. Aftur hetta vikuskifti fekk politiið fráboðan um, at onkur var við at klúgva upp móti kirkjutorninum. Tað eydnaðist politinum at fáa hesi fólk frá hesum vandamikla leiki áðrenn nakar skaði hendi. Skipsmenn við flogfari Mánadagin fóru sjey av manningini á bretska skipinum Port King av landinum við flogfari. Tá skipið skuldi avstað síðst í farnu viku vóru nakrir av manningini, sum ikki vildu við aftur. Við hjálp frá poli- tínum vóru teir settir umborð, men hóast tað, eydnaðist teimum at koma í land aftur, eftir at skipið hevði lagt frá landi. Okkurt smávegis ferðsluóhapp hendi um vikuskiftið, men annars hevur verið friðarligt, verður sagt av politistødini í Havn. tór.-