Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SO - 5 Stuttur arbeiðsdagur hjá roknskapar- leiðaranum á Tekniska Skúla Fekk bod um at fara heimaftur Tá Henry Koba Jensen, roknskaparleidari á , Tekniska Skúla, eftir boðum frá styrinum fyri skúlan, møtti til arbeiðis í gjåramorgunin, fekk hann boð frá skúlastjóranum um at fara heimaftur Arbeiðsdagurin hjá Henry Koba Jensen, roknskapar- leiðaranum á Tekniska Skúla í Havn var stuttur í gjár. Bert nakrar fáar minuttir. Eftir boðum frá stýrinum fyri skúlan møtti hann aftur til arbeiðis í gjár. Poul K. Bærentsen, skúla- stjóri er í summarfrí, og var tí ikki har fyri at taka ímóti honum, men tað var varaskúlastjórin, Hans Si- monsen. Varastjórin gav boð frá stjóranum Varastjórin hevði eini boð frá sjálvum skúla- stjóranum at geva rokn- skaparleiðaranum. Og boð- ini vóru, at stýrið fyri skúlan hevði ongan rætt at biðja roknskaparleiðaran koma til arbeiðis aftur og at hann fekk hvørki løn ella lyklar, og kundi ti bert fara heimaftur. -Eg blandi meg ikki upp í trætuna millum stýrið, skúlastjóran og roknskap- arleiðaran, men eg hava bert givið nøkur boð víðari, sum stjórin hevur bidid meg um. Eg fekk bod um at siga Henry Koba Jensen frå, at hann er uppsagdur. Tað havi eg gjørt, og so fór roknskap- arleiðarin heimaftur, sigur Hver er so orsókin til, at roknskaparleiðarin er burturvistur? Hans Simonsen, varaskula- stjóri. Hans Simonsen sigur annars, at reglugerðin fyri starvssetanir á skúlanum sigur greitt, hver setur hvønn. Stýrið setur og kann loysa stjóran úr starvi. Stýrið setur lærarar eftir tilmæli frá skúla- stjóranum, og stjórin setur og kann loysa starvsfólkini úr starvi. Burturvístur Henry Koba Jensen hev- ur arbeitt sum roknskap- arleiðari á Tekniska Skúla í Havn í hálvttriðja ár. A miðdegi 30. apríl í ár fekk hann at vita frá stjóra sínum, Poul Kjartani Bær- entsen, at hann var upp- sagdur, og at hann ikki skuldi visa seg aftur. Hann skuldi rudda sitt skrivara- bord og lata lykilin frå sær. Tað ger roknskaparleið- arin, og fær váttan fyri, at hann hevur latið skúlanum lykilin aftur. Hesa váttan hevði skúlastjórin kortini ikki stundir at undirskriva. Tað gjørdi skrivari hans- ara. Nú kemur Starvsmanna- felagið upp í leikin og ger greitt, at talan er ikki um nakra vanliga uppsøgn men burturvísing frá ar- beiði. Starvsmannafelagið krevur endurgjald umleið 130.000 krónur. Burturblivin Tå endurgjaldskravid kemur frå Starvsmanna- felagnum er likt til, at skúlastjórin fær kaldar føt- ur. Hann svarar Starvs- mannafelagnum aftur, so stórt endurgjald kann ikki vera talan um, tí roknskap- arleiðarin er burturblivin frá arbeiðinum. Hetta sigur hann eftir at hann sjálvur beint framanundan hevur sett roknskaparleiðaran á dyr. Starvsmannafelagið lýsir síðani verkfall. Tá hetta hevur vart í eina viku verður semja gjørd millum felagið og skúlastjóran um endurgjald. Roknskapar- leiðarin skal hava løn i triggjar månadir og fritid vid løn i fimm vikur. Starvsnevndin talar at Starvsnevndin fyri Tek- niska skúlan hevur fund 25. juni. Har verdur sam- tykt, at uppsagnarfram- ferðin kann ikki góðtakast á nakran hátt. Sagt verður VÁTTAN Av givnari orsøk verður våttad, at Henry Koba Jensen einki misbrot hevur framt í tænastu síni sum skrivstovu- og roknskaparleiðari á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Tórshavn, 4. juni 1991 Poul Kjartan Bærentsen, tekniskúlastjóri rurTI - - Nr. 157 — 29. august 1991 eisini, at málið hevur ongantíð áður verið við- gjørt á starvsnevndarfundi. Á hesum sama fundi samtykkir starvsnevndin, at átala uppsagnarhátt- inum. Á hesum fundi var Poul K. Bærentsen skriv- I skrivi 23. juli fær Poul K. Bærentsen skriv frå Starvsnevndini har hann fær at vita, at Starvsnevnd- in hevur bidid Henry Koba Jensen møta aftur eftir summarfritidina 28. au- gust. Og ti møtti rokn- skaparleidarin aftur til arbeiðis klokkan átta í gjáramorgunin. Spardi ov nógv Henry Koba Jensen var í apríl vístur burtur frá arbeiðsplássi sínum uttan at nøkur orsøk varð givin. Heldur tvørvurim6ti. Fyri at vera vísur í, at hann ikki hevur gjørt nakað skeivt bað roknskapar- leiðarin um at fáa hetta váttað. Og tað fekk hann. Í váttanini sigur Poul K. Bærentsen frá, at rokn- skaparleiðarin hevur einki misbrot framt í tænastu síni sum skrivstovu- og roknskaparleiðari á Tek- niska Skúla. Henry Koba Jensen hev- ur sum vera man gjørt sær onkrar tankar um hví hann varð burturvístur. -Kann tað vetruliga vera tí, at eg havi roynt at spart meira enn skúlastjórin helt vera gott,- spyr hann! Skúlastjórin horvin Vit royndu at finna skúlastjóran í gjár fyri at fáa eina viðmerking frá honum, men hetta lat seg ikki gera. Hann er farin undir heilt. Starvsfólkini á skúlanum siga, at stjórin er burturstaddur. Onkur vil vera við, at hann er í summarfri í Portugal. Men tað er ikki bert So- sialurin, sum hevur leitað eftir skúlastjóranum á Tekniska Skúla. Tað hevur starvsnevndin á skúlanum eisini gjørt. Høgni Højgaard, starvs- nevndarlimur sigur, at hann kann ikki úttala seg vegna starvsnevndina, men sær vitandi átti skúlastjórin at bíðið um loyvi at vera burtur eftir at skúlin er byrjaður aftur. Skúlastjórin er skrivari í starvsnevndini og fundur skal vera fríggjadagin. Tað var ti heldur ikki meira enn natúrligt, um skúlastjórin hevði boðað starvsnevnd- ini frá frammanundan, sigur Høgni Højgaard og leggur aftrat, at sær vitandi hevur skúlastjórin eisini undirvísingarskyldu á skúlanum. Eingin varastjóri Sum skilst fer ymiskt fram á Tekniska Skúla, Tað gjørdist stuttur arbeiðsdagur hjá roknskaparleiðaranum á Tekniska Skúla í Havn, Henry Koba Jensen, fyrsta dagin eftir summarfrítiðina. Mynd: Kalmar sum ikki fylgir vanligari mannagongd. Høgni Højgaard sigur, at starvið sum varaskúlastjóri er ongantíð normerað, og ti er starvið als ikki til. Hvussu tað ber til, at ein so kallar seg varaskúla- stjóra er okkum ókunnugt. I samband við semjuna millum Starvsmannafelag- ið og Poul K. Bærentsen um at gjalda roknskapar- leiðararnum løn í triggjar mánaðir og fritidarløn í fimm vikur er sambært Høgna Højgaard heldur ikki i lagi. Eftir reglu- gerdini hevur skúlastjórin ikki einsamallur loyvi til at gera avtalur sum kosta meira enn 10.000 krónur. Høgni Højgaard leggur aftrat, at Poul K. Bær- entsen hevur ongantíð mótmælt avgerðini hjé starvsnevndini um al Henry Koba Jensen skuldi møta aftur til arbeidis. Henry Koba Jensen hev- ur greitt landsskúlastjóra num frá málinum. Fundu teirra millum skuldi vera gjár seinrapartin. tór ÉN | ————2"2" EL SALLE